útmeldað. BankNordik dagførir tí úrslitið fyri alt 2019. Betri úrslit av tryggingarvirkseminum og størri inntøkur av ómaksgjøldum eru ímillum orsøkirnar, at tað hevur gingið betri enn væntað, sigur BankNordik
Aðalfundur var í BankNordik í gjár. Mest áhugaverda málið varð, at nýggj nevnd skuldi veljast fyri bankan. Tað gekk eftir ætlan og eftir aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg. Nevndin er nú mannað av Stine [...] svarandi til 20 milliónir krónur. - Eg gleði meg til at fara undir uppgávuna sum nevndarformaður í BankNordik. Bankin stendur á nógvan hátt sterkur, og eg síggi fram til at fara undir nevndarbeiðið við denti [...] og vinningi - eisini komandi árini, sigur Stine Bosse í fráboðan til miðlarnar, og hon vónar, at BankNordik kann viðvirka til eina sterka víðarimenning av vinnufyritøkum og geva nýggjar møguleikar til p
flyta í nýggju stásiligu høvuðsborgina hjá Bank Nordik í Tórshavn , men tað er ikki fyrr enn týsdagin, at hon alment verður tikin í nýtslu. Samstundis sum Bank Nordik tekur nýggja bygningin í brúk, so lata [...] aftur og flyta niðan í Oknarveg 5, har 150 starvsfólk fara at hava sína dagligu gongd. Stjórin í Bank Nordik, Janus Petersen, metir at miðsavnaða virksemi inniber eina betri tænastu fyri kundan. - Tá kundin
Greinari frá Dansk Aktie Analyse er komin fram til niðurstøðuna, at BankNordik er ein bílig bankapartabrævaíløga. Í heilsíðugrein í dagsins útgávu av JyllandsPosten verður nógv gjørt burtur úr at lýsa [...] Aktie Analyse A/S eina heilsíðugrein í dagsins útgávu av JyllandsPosten. Í greinini verður sagt, at BankNordik hevur størstu avbjóðingarnar á tí føroyska marknaðinum, har kappingin síðsta árið er nógv herd [...] avbjóðingar fyri framman, metir hann partabrævið vera bíliga prísásett, tí samlaða børsvirðið á BankNordik er einans 53% av bókaðu eginogn bankans. Greinin kann lesast her , men krevur tó JP Premium hald
BankNordik var í uppskoti at vinna tvær virðislønir á ráðstevnuni, Årets Digitale Finansvirksomhed, sum FinansWatch og Wilke skipa fyri. Og nú er greitt, at BankNordik hevur fingið fyrstu virðisløn [...] tøka varð vald. Tað er í bólkinum fyri miðalstórar bankar, at bankin fekk hesar virðilønirnar. BankNordik sigur í eini fráboðan í dag, at í ár er tað fimta ferðin, at ráðstevnan varpar ljós á talgildu
Kvinna hevur, saman við BankNordik, handað 60.000 krónur til »Í menniskjum góður tokki«. Stuðulin er frá søluni av Jólafløguni og innsavnaða peninginum á kvinna.fo - Kvinna og BankNordik takka øllum, sum hava [...] blaðstjóri á Kvinnu. Hon sigur, at tað er sera kostnaðarmikið at geva fløgu út. Uttan samstarvið við BankNordik hevði tað ikki verið gjørligt at latið 20 krónur av hvørjari seldari fløgu til átakið og á henda
Tey, sum hava bústaðarlán hjá BankNordik, fáa nú munandi lættar. Rentan minkar við meira enn einum prosentstigi BankNordik dagførir nú renturnar á inn- og útlánum. Tað merkir, at ein røð av rentulækkingum [...] munandi - úr 5,80 prosentum niður í 4,75 prosent. Eitt húski við einari millión í bústaðarláni í BankNordik sparir við hesi rentulækking 6.510 krónur árliga í rentuútreiðslum eftir rentustuðul. Rentan á
BankNordik hevur í dag valt nýggjan formann ella rættari forkvinnu, og bankin hevur eisini valt nýggjan næstformann. Bankin skrivar soleiðis á heimasíðu síni: Sverre Bjerkeli er í dag farin frá sum ne [...] nevndarformaður í BankNordik, men heldur tó fram sum vanligur nevndarlimur. Nevndin hevur tískil skipað seg av nýggjum við Jóhonnu Lava Køtlum sum nevndarforkvinnu og Jógvani Jespersen sum næstformanni. [...] Køtlum er stjóri í P/F Fiskaaling, og Jógvan Jespersen er stjóri í Felagnum Nótaskip. Nevndin í BankNordik er nú skipað soleiðis: Jóhanna Lava Køtlum, forkvinna Jógvan Jespersen, næstformaður Sverre Bjerkeli
avtalutíðarskeiðinum. BankNordik upplýsir, at støddin á trygdini er óbroytt síðani sáttmálin varð undirskrivaður í 2009, trygdin er ikki útloyst í avtalutíðarskeiðnum, og BankNordik hevur higartil onga [...] króna mist uppá realkreditt í Føroyum. Eik Banki hevur samstarva við BRF-Kredit síðani 2005 og BankNordik hevur samstarva við DLR-Kredit síðani 2009. Sambært Kappingareftirlitinum vátta báðir peningastovnar [...] itinum, at samanumtikið eru tað ikki viðurskifti hjá føroyska brúkaranum, sum eru orsøk til at BankNordik og Eik Banki síðani 2009 hava hækkað umsitingargjaldið, bidragið, ferð eftir ferð. Les eisini:
er farin at kanna, um landsstýrið kann forða BankNordik í at taka pengar frá fólki, bara tí tey hava eina konto í bankanum. Nýggjasta gjaldið hjá BankNordik fellur ikki í góða jørð hjá landsstýrismanninum [...] støðu. Og tað er ikki rímiligt, sigur Jørgen Niclasen. Tað almenna eigur framvegis ein triðing av BankNordik. Men í fyrstu atløgu er tað ikki tann vegin, ið landsstýrið ætlar at ávirka bankan. - Nei, bankin [...] Jørgen Niclasen. Enn dugir Jørgen Niclasen tó ikki at siga, hvussu landsstýrið ítøkiliga kann forða BankNordik at krevja pengar frá fólki, bert tí tey hava eina konto í bankanum. Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen