Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er farin at kanna, um landsstýrið kann forða BankNordik í at taka pengar frá fólki, bara tí tey hava eina konto í bankanum.
Nýggjasta gjaldið hjá BankNordik fellur ikki í góða jørð hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Les eisini: Skulu rinda fyri at hava konto í bankanum
- Eitt er at taka pengar fyri tænastuveitingar. Men her er also talan um eina grundleggjandi funktión hjá einum banka, sigur Jørgen Niclasen og heldur fram:
- Vit mugu bara staðfesta, at myndugleikarnir við lóggávu hava tvingað fólk at hava eina konto í einum peningastovni. Men nú uppliva vit so, at ein peningastovnur er farin at gera sær dælt av hesi støðu. Og tað er ikki rímiligt, sigur Jørgen Niclasen.
Tað almenna eigur framvegis ein triðing av BankNordik. Men í fyrstu atløgu er tað ikki tann vegin, ið landsstýrið ætlar at ávirka bankan.
- Nei, bankin er skrásettur á keypsskálunum, og tí fái eg ikki úttalað meg sum eigari. Eg úttali meg sum landsstýrismaður, og her er tað at eg sigi, at landsstýrið er farið at kanna, um vit ikki kunnu forða bankanum í at áleggja borgarum avgjøld av slíkum slag, sigur Jørgen Niclasen.
Enn dugir Jørgen Niclasen tó ikki at siga, hvussu landsstýrið ítøkiliga kann forða BankNordik at krevja pengar frá fólki, bert tí tey hava eina konto í bankanum.
Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.