Føroysku peningastovnarnir hava ikki mist eina krónu av at veita føroyingum realkredittlán, staðfestir nýggj kanning hjá Kappingareftirlitinum.
Tað er ein trygg avtala, tá peningastovnurin og brúkarin seta sínar undirskriftir á eina lánsavtalu um realkreditt. Tað ber til at staðfesta, nú realkreditt hevur verið á føroyska marknaðinum síðani 2005.
Í frágreiðingini um realkreditt í Føroyum, sum Kappingareftirlitið hevur almannakunngjørt í dag, verður staðfest, at hesi níggju árini er ikki ein króna mist uppá realkreditt í Føroyum. Eik Banki hevur samstarva við BRF-Kredit síðani 2005 og BankNordik hevur samstarva við DLR-Kredit síðani 2009. Sambært Kappingareftirlitinum vátta báðir peningastovnar og teirra donsku samstarvspartnarar, at einki tap hevur verið higartil.
Eik Banki og BRF upplýsa, at samstarvsavtalan um veiting og trygd er óbroytt, og einki tap hevur verið uppá føroysk realkredittlán í avtalutíðarskeiðinum.
BankNordik upplýsir, at støddin á trygdini er óbroytt síðani sáttmálin varð undirskrivaður í 2009, trygdin er ikki útloyst í avtalutíðarskeiðnum, og BankNordik hevur higartil onga niðurskriving ella tap havt upp á realkredittlán.
Frágreiðingin hjá Kappingareftirlitinum staðfestir somuleiðis, at samanumtikið eru føroysku húsarhaldini langt frá so skuldarbundin sum í norðurlendsku grannalondunum. Her verður hugt eftir skuldini í mun til tøku inntøkuna hjá húskinum. Somuleiðis er frívirðið í føroysku sethúsunum hækkað, tíðarskeiðið síðani realkredittlánini komu hendavegin.
Tí er niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum, at samanumtikið eru tað ikki viðurskifti hjá føroyska brúkaranum, sum eru orsøk til at BankNordik og Eik Banki síðani 2009 hava hækkað umsitingargjaldið, bidragið, ferð eftir ferð.
Les eisini: Realkreditt gullegg fyri bankarnar