Bankarentan fer niður

Tey, sum hava bústaðarlán hjá BankNordik, fáa nú munandi lættar. Rentan minkar við meira enn einum prosentstigi BankNordik dagførir nú renturnar á inn- og útlánum. Tað merkir, at ein røð av

rentulækkingum verður framd á inn- og útlánsøkinum.

Lægsta rentan á bústaðarlánum lækkar munandi - úr 5,80 prosentum niður í 4,75

prosent. Eitt húski við einari millión í bústaðarláni í BankNordik sparir við hesi

rentulækking 6.510 krónur árliga í rentuútreiðslum eftir rentustuðul.

Rentan á billánum bankans við lægstu rentu verður nú 5,25 prosent.

Hinvegin lækkar hægsta renta á innlánum við tríggjar mánaða uppsøgn og á

pensjónsinnlánum úr 2 niður í 1 prosent. Kundar við yvirskotsgjaldføri kunnu tó fáa

hægri innlánsrentu við at binda peningin í eitt ár við 1,50 prosentum í rentu ella í

tvey ár við 2,25 prosentum í rentu.

Rentubroytingarnar fáa gildi týsdagin 1. mars 2011.