Nýggj leiðsla í BankNordik

Nýggja nevndin í BankNordik tók við eftir aðalfundin í gjár.

Aðalfundur var í BankNordik í gjár. Mest áhugaverda málið varð, at nýggj nevnd skuldi veljast fyri bankan. Tað gekk eftir ætlan og eftir aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg.

Nevndin er nú mannað av Stine Bosse, forkvinnu, Rúna Vang Poulsen, næstformanni, Súsanna Poulsen, Jógvani Jespersen, Kenneth M. Samuelsen og Tórhalli Olsen.

Eisini samtykti aðalfundurin at góðkenna roknskapin fyri 2014 og at rinda út vinningsbýti á tvær krónur fyri hvørt partabræv, svarandi til 20 milliónir krónur.

- Eg gleði meg til at fara undir uppgávuna sum nevndarformaður í BankNordik. Bankin stendur á nógvan hátt sterkur, og eg síggi fram til at fara undir nevndarbeiðið við denti á strategi, kundafokusi, váðastýring, kapitalviðurskiftum og vinningi - eisini komandi árini, sigur Stine Bosse í fráboðan til miðlarnar, og hon vónar, at BankNordik kann viðvirka til eina sterka víðarimenning av vinnufyritøkum og geva nýggjar møguleikar til privatkundar.