heldur eisini lítið um, at løgmaður bjóðar seg fram sum tann, ið vil frelsa tann partin av Javnaðarflokkinum, sum vil verja ríkisfelagsskapin. ? Eg haldi, at løgmaður átti at havt nóg mikið at gjørt við [...] øðrum tingum, enn heimastýrislógin ger. Tað passar ikki, tí Javnaðarflokkurin er ikki fyri loysing, sigur Jóannes Eidesgaard. ? Løgmaður skal nú heldur ikki døma um, hvørt Javnaðarflokkurin er óneyðugur í [...] eitt val - at siga, at ein flokkur er óálítandi? ? Eitt er, at tú ikki ert samdur við ein annan flokk, men tað er ikki tað sama, sum at vera óálítandi. Hetta er ein háðan av Javnaðarflokkinum sum hevur myndað
Hann skrivar m.a., at hann hevur ikki hug at vera klubbalimur fyri at spæla, vil ikki útseta seg fyri at verða feldur í ballotatión og haraftrat hevur hann als ikki hug at spæla, um klubbalimir sum k [...] Havnar Klubba, men tað var tann trupulleikir, at tað eisini vóru teir, sum høvdu hug at spæla bridge, men antin ikki kundu ella vildu gerast limir í Havnar Klubba og tí ikki sluppu at spæla við. Til dømis [...] 1953. - Tað var Magnus Jensen, sum lokkaði meg at koma at spæla. Eg hevði altíð spælt kort, og tey trý árini, eg arbeiddi í Íslandi, hevði eg spælt eitt sindur av bridge, meira barr-bridge, tey rópa. Teir
bøkur. ?Tá ið eg fór at geva bøkur út vóru at kalla ongar føroyskar bøkur í einum vanligum heimi. Í dag munnu tað vera fáa staðni, har ikki onkrar bøkur frá Bókagarði standa og tí haldi eg, at eg havi rokkið [...] tað tá tí, at hann aftur hevur fingið betri vónir til framtíðina? ? Eg má siga, at henda stevna, eg havi sett mær, er so stór, at eg má hava góðar vónir. Við at gevast fært tú onki á skaftið. Emil sigur [...] at bøkurnar skulu hava dygd og tyngd, bæði til innihald og til útsjónd. ? Eg haldi, at bøkur skulu vera snøggar. Tær skulu ikki bara lesast og so tveitast burt. Tær skulu standa á hyllini so at komandi
versión av fiskimarkinum. Men er tað so, at annar parturin ikki vil vera bundin av tí, so má hann eisini góðtaka, at hin parturin heldur ikki vil vera tað. Og nettup tí hava føroyingar tikið umrødda fyrivarni [...] tey ikki. Ein talsmaður fyri DTI, ta bretska handils og ídnaðarmálaráðið sigur við Press & Journal, at heldur ikki bretska stjórnin er sinnað til at steðga lisensrunduni í økinum. -Vit halda ikki, at nøkur [...] og tí vil hann heldur ikki úttala seg um, antin føroyingar hava framsett eina linju, sum gongur inn í teir blokkarnar ella skila sær rætt til einaferð í framtíðini at gera tað. Árni Olafsson vil heldur
ráðharrin, sum koma at taka sær av málinum og ikki vit føroyingar! -Í prinsippinum er tað eitt uttanríkismál, men tann føroyski leiðarin vil altíð vera við. Slík samráðing verður við øllum góðum kreftum [...] vit frá bretskari síðu. Vit hava ikki sæð tann neyðuga viljan at ganga okkum á møti til at nærkast eini miðlinju. -Tvs. at tað teir hava spælt út við í summar er ikki nóg mikið til, at vit síggja eina [...] So leingi ein ikki góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast um, so kann ein ikki siga, at tað er nakar vilji frá bretskari síðu at fáa eina veruliga loysn, sum sømir seg. -Kann ein ikki út frá hesum
framvegis líka sterkt, sum tað plagar at vera. Verjuspælið verið gott Eru tað veikleikar á Neistaliðnum, sum tit ætla at útnytta? ? Tað dugi eg ikki at meta um, men eg haldi, at spæla vit upp til okkara besta [...] nógv við tað. Vit eiga at hava ein møguleika móti Neistanum í kvøld, sigur Jórun Ludvig. ? Men eg eri ikki samd við teimum, sum siga, at Neistaliðið er viknað nógv í ár, tí tær hava framvegis nógvar frálíka [...] úti frá. ? Í fyrsta dystinum, sum var móti StÍF, riggaði verjuspælið hjá okkum ikki serliga væl, og vit taptu eisini tann dystin. Síðani tá hevur gingið nógv betur og vit hava eisini vunnið hvørjaferð
hana loysta. Tað skuldi ikki havt verið neyðugt við nakrari kanningarnevnd. Vit hava eina Heimastýrislóg og heldur tú teg ikki til hana sum eitt nú í hesum málinum, so kann alt vera tað sama. At tosa um eina [...] tosaði um tann neyðuga dialogin, um at báðir partar eru ærligir yvir fyri hvørjum øðrum - ?om at have gensidig respekt. Í hesum sambandi tók løgmaður fult undir við Nyrup og segði seg vilja vera við til [...] frá fyrr av. -Eg vildi fegin sæð Nyrup í Føroyum sum skjótast. Fyri mær skuldi hann verið vælkomin til Føroya longu í næstu viku sigur Edmund Joensen. Hann vísir annars á, at liggur tað ikki fyri hjá Nyrup
samráðingarandin ikki er tann besti longur. Hin høvuðsorsøkin er tann, at sitandi stjórn við Netanyahu á odda vegna innanhýsis klandur er meira ella minni virkislamin. Sum navnið sigur, er Likud ikki ein politiskur [...] arri). Hesir tríggir møta ikki í Knesset, tinginum, har teir allir eru limir, um andstøðan hevur sett fram misálitisuppskot móti stjórnini. So støðan í Likud beint nú er tann, at har finnast tveir bólkar: [...] sum upprunaliga vóru við í stjórnini, eru antin farnir frá ella eru koyrdir, fyrst og fremt tí teir ikki hava kunnað einst við Netanyahu. Nevnast kunnu David Reem, Dan Meridor (fyrrverandi fíggjarmálaráðharri)
Tíbetur vil fyrireikingarnevndin ikki svara øllum dulnevndu lesarabrøvunum um Tórsvøll. Líkamikið hvussu nógv lesarabrøv verða skrivað, so sigur tað seg sjálvt, at Tórshavnar Kommuna fer ikki at vera við til [...] grasvøllin í Gundadali. Dulnenvdu persónarnir hava ikki sæð faldaran um Tórsvøll, tí í honum sæst, at áskoðarar ikki koma at sita við endarnar. Teir koma ikki at sita longri frá spælarunum, enn teir vanliga [...] ímóti stórum fótbóltstjóðum. Men vit koma allar tíðir at vera ein »pinkutjóð« í altjóða fótbóltshøpi. Tí skulu dulnevndu persónarnir ikki vera so keddir, at rennibreyt verður um nýggja grasvøllin í Gundadali
. Johan Petersen heldur ikki, at talan eru um so stór mál, at tað ikki letur seg gera at seta tey í verk. Tað verður hvørki í ár ella næsta ár. Men um nøkur ár ivist eg ikki í, at tað ber til at hava [...] Hyggjarin skal ikki longur bara sita heima í stovuni og hyggja at. Hann skal sjálvur vera við í sendingunum. Sjónvarpið skal senda meiri av bygd, tað skal senda fleiri føroyskar sendingar og fleiri sendingar [...] Ofta hevur verið funnist at Svf, og mangan ikki av órøttum, at tað kemur ikki útum Havnina. Alt politiskt og umsitingarligt vald er í Havn. So Tað er ikki ónatúrligt, at nógv verður sent út Havn. Men