veit at ymiskar royndir eru gjørdar fyri, at fáa Skopunar Kommunu at yvirtaka, men tað hava vit ikki gjørt og fara ikki at gera. Um so var, at Skopunar Kommuna skuldi hildið hesi grótkastini, so hevði hon [...] so vítt eg veit, halda seg einar 26 metrar úr pierinum. Og grótið kemur undan á fjørðu, so ein og hvør kann meta um hetta. So Teistin skal skotra seg upp í syðra grótkast, tá ið hann kemur inn og fer út [...] eigur landið eisini! Jørgen Niclasen siður, at Landsverk hevur boðað Skopunar Kommunu frá, at sár eru komin í krúnuna. Skopunar Kommuna hevur einki við hatta grótkastið at gera. Og so sigur Jørgen, at
leigubústaðir Millum Horna longu í ár. Hetta eru íbúðir ætlað lág- og miðalløntum borgarum. Sambært kanning, sum Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt, er tað fjóðri hvør borgari, ið kundi hugsað sær ein leigubústað [...] heim aftur til Føroya eftir loknan lestur, hava ikki ráð til stóru dýru húsalánini beinanvegin. Fyri hesi ungu og serliga ungu familjurnar er gott at hava eina nøktandi leiguíbúð at búgva í tey fyrstu árini [...] Fyri onnur er leigubústaðurin einasti fíggjarligi møguleiki at fáa tak yvir høvdið. Í triðja lagi eru tað mong eldri, ið ynskja at sleppa úr sínum stóru og viðlíkahaldskrevjandi sethúsum í ein minni bústað
og tey eru nógv í B36, sum hava roynt at tykta okkum, tí tað er ljótt at kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur og alt hatta har. Vit skilja tey í B36, sum hava sagt soleiðis væl, tí tey eru so ofta [...] hava vunnið sær rætt til eisini komandi ár at spæla í 1. deild. Spurningurin um hvør skal flyta niður í 2. deild og hvør skal spæla um eitt pláss í deildini, er ikki avgjørdur. B71 og FS Vágar stríðast [...] møguleika fyri at leggja seks stig afturat. Stríðið um Havnina Lagið var gott í B36 sunnudagin, men nú eru teir farnir at hugsa um eitt annað stríð. Komandi sunnudag standa teir andlit til andlit við HB menninar
morðunum, ið ikki eru uppklárað enn í Los Angeles økinum. Ein krimimyta Hendan søgan um The Black Dalia gjørdist tí ein myta, og blaðfólk kring heimin hava øll gitt, hvat hendi við hesi ungu konuni. Nógv [...] Ellroy skrivar út frá egnari sorg, tá hann skrivar um, hvussu trásettir hesir løgreglumenninir eru av at finna mordaran hjá »Betty« aka Elizabeth Short ella The Black Dalia. Black Dalia er ein flottur [...] (2001), Black Hawk Down (2001), Sin City (2005), Lucky Number Slevin (2006) settir at finna fram til hvør hevur myrt hesa Betty. Hendan melankolska, gátufulla unga sjónleikarinnan, eisini kallað Short
gestabólkar og tónleikarar at luttaka. Hvørji hesi verða, kundu fyrireikararnir ikki siga nakað um, tí tað verður ikki tilrættislagt fyrr enn greitt er, hvørjir bólkar eru komnir við í kappingina. Ivan Niclassen [...] bólkarnir, sum eru heilt frammi velja ikki at luttaka í Prix Føroyum. Tí verða nøkur teirra boðin við til gallakvøldið. ? Lat meg tó undirstrika tað, at tað er ikki okkara uppgáva at gera av, hvør sleppur við [...] Atlantic Airways hevur verið høvuðsstuðul, men nú er Føroya Sparikassi eisini komin við, og saman eru hesir báðir stovnarnir høvuðsstuðlar til Prix Føroyar 05. Fróði Vestergaard, samskipari, metti, at
Men hygg, hvussu aktuel hesi orðini framvegis eru tann dag í dag. Og dømini gerast gref-ligari og grefligari. Ein sonn flóðalda av neyðhjápartilboðum floymir yvir okkum, og hvør leggur annan eftir fyri [...] Edvard í Skorðini Joensen Í vælmeintum hjálpsemi eru føroyingar í hesum døgum um at renna hvønn annan um koll fyri at sleppa at lata sum mest av neyðhjálp til teirra í Eysturlondum, sum veruliga hava hjálp [...] og alt, sum inn kemur, fer til neyðhjápartiltakið. Í fyrsta lagi eri eg so óreinur, at eg ivist í, hvør grannskoðar so nágreiniliga, at veruliga alt, og tá meini eg hvørt oyra, fer til tað, sum sagt verður
menniskju taka dagar ímillum hvør andaligheit er »tann rætta«. Fordómar koma til sjóndar við at vit døma áðrenn vit kenna nóg nógv til tað, ella tey vit fella dóm yvir. Felags fyri hesi bæði eyðkennini er at [...] ikki førast í einum fólkaræðið sum tí føroyska. Men tíðiligt er, at tað eru kreftir í politisku flokkunum í Føroyum, har tankar eru frammi, ið bera óhugnaliga nógv á henda bógvin. Tað skal tí vera mín áheitan [...] er »tann rætti«. Har eg ongan hug havi at seta meg inn í, og tíðansheldur skilja tað ella tey, ið eru mær fremmand. Har trongskygni og fordómar gerast ein altavgerandi partur av orðum og gerum hjá einstøkum
tala um 110 ára føðingardagar – og haraftrat hjá einum blaði, hvørs prentaða útgáva ikki hevur verið at sæð í mong ár. Kringvarpið bar hesi stórtíðindini. Hvussu tey høvdu frætt hetta, kunnu vit bara gita [...] Føroyar, bd. 2 frá 1958.] Tey, sum faddrar eru at hesum útvarpstíðindum, kundu eisini spurt seg fyri á einum almennum stovni, sum eitur Landsbókasavnið, og hvørs uppgáva í skjótt 200 ár hevur verið – at [...] Hóskandi hevði verið at sagt: Í ár eru liðin 110 ár, síðan Norðlýsið kom út á fyrsta sinni . So hoyrdi lurtarin beinanvegin, sum tikið verður til á fakmáli, at hol eru í útgávuni, og tað er hvørki skammiligt
hjá almenna føroyska sjónvarpinum, og sendingarnar hjá honum plaga at fáa fólk at nikka viðurkennandi. Hann ger sjónvarp um fólk og náttúru, um lív á bygd, í býi og á sjónum. Vanliga er han einsamallur [...] allastaðni, men eg legði líka í hesi krøv. Eg vildi ikki verða hendan fullkomna fyrimyndin, so eg royndi at skræða meg leysan frá tí. - Eg royndi at liva sum øll onnur fólk, fór har, eg kanska ikki skuldi [...] gummiskógvarnar, og nú standa teir undir liðini av tveimum øðrum pørum av skóm. Bondini á hillunum eru upptikin ymsastaðni í heiminum; í Chile, Í Thailandi, Føroyum og aðrastaðni. Maðurin á lítla kontórinum
Hvannasundi og í Havn. Ommubørnini eru 15 í tali, og eru tey at finna í aldrinum 2 til 35 ár. Onkuntíð hevur tað helst verið ríkiligt at sæð til við níggju børnum í húsunum. Nú eru allir ungarnir floygdir, og [...] Tey eru blíð, hesi hjúnini, sum taka ímóti ein seinnapart í Klaksvík. Ásla situr og bindur, og Haldor kemur úr garasjuni og setist við borðið í stovuni. Tey búgva á Vágsheygnum í Klaksvík, í somu húsum [...] honum eisini dámdi væl, men hevur til fyri stuttum gjørt fyrifallandi snikkaraarbeiði fyri fólk, hann kennir. - Tað eru fleiri, ið ringja og biðja meg koma at gera okkurt fyri teir, men eg havi sagt nei við