løtuna, og ansingarnar vóru bæði neyvar og tættar. Gestirnir løgdu heldur bragdligari fyri, og tað mesta av uppspælinum hjá oddaliðnum í fyrra hálvleiki fór gjøgnum vintstru síðu hjá Bjarka Mohr og John Heri [...] Millum ár og dag hava nógvir góðir dystir verið leiktir millum GÍ og HB, bæði í Serpigerði og í Gundadali. Dysturin sunnudagin varð heldur einki undantak uttan so, at tað hesaferð vóru havnarmenninir, [...] hann spældi stutt til Allan Mørkøre, og landliðsveteranurin, sum fekk rættiliga nógv pláss, smekkaði til úr 30 metra fjarstøðu umvegis handaru stong og í málið, og so var 1-0 til gestirnar. Eitt sera gott
meiri til sølu, og vit hava eina greiða fatan av, at tað er stórur áhugi fyri at gerast partaeigari, og tað er hugaligt, tí tað kostar at reka ungdómsarbeiðið og 1. lið, veit ein glaður og spentur HB formaður [...] er á aldukambinum í løtuni ? bæði so og so. Sunnudagin var ein rúgva av havnarfólki í Gøtu, og tey fóru suður aftur sannførd um, at tað fer at eydnast at vinna FM. Og í felagnum hava teir stórar ætlanir [...] legði trýst á, sigur Gunnar Mohr, og minnist aftur á 1987, tá HB var fremst í summarsteðginum og varð roknaður sum sera upplagdur meistari, tí fleiri góðir spælarar komu aftur til felagið í summarsteðginum
vóru komnir norður á Tvøroyri fyrst og fremst fyri at varðveita tað, teir høvdu í viðførinum. Áskoðararnir vóru nógvir, og ikki minst vóru nógvir vágbingar leygardagin og hugdu at botnstríðnum millum tey [...] einfalt, langt og neyvt við Thomas Birch sum arkitekti spældu fram til Birgir Jørgensen og René Thomsen. Og tá ein tími var farin megnaðu teir við heilt stuttum millumbili bæði at javna og leggja seg á odda [...] sum stríðast fyri lívinum í bestu deildini, og sum teir hálvt í skemti og hálvt argandi í síðstu viku fóru at kalla Club 20. Tvørámenn høvdu bóltin mest, og teir spældu seg til onkrar møguleikar, men tað
HB-kvinnurnar høvdu frí hetta vikuskiftið, og tað nýttu B36 og KÍ til at minka um munin upp til oddaliðið. B36 er nú bert eitt stig aftanfyri HB og hevur spælt ein dyst færri, meðan KÍ er fimm stig frá [...] vóru tíggju minuttir spældir, og sjey minuttir seinni lá bólturin aftur í NSÍ-málinum. Hetta málið skeyt Rannvá Andreasen beinleiðis upp á hornaspark! Og í 21. minutti komu KÍ og Rannvá upp á trý mál eftir [...] um leiðsluna og enntá sjálvar fáa eitt mál afturat í seinna hálvleiki. Tað kom, tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum, og málskjútti hesaferð var Poula Mikkelsen. Dysturin millum NSÍ og KÍ var millum
Ongantíð hava tað verið so nógv fólk, ið sita einsamøll og óhjálpin runt í hesum landi, og er tað mín niðurstøða, at tað er ikki lætt at gerast gamal og óhjálpin í hesum landi, tí tann hjá ið einaferð var [...] fundi í Landsstýrinum, har umboð fyri Heimarøktina, Sjúkrasystrafelagið hjá okkum og landsstýriskvinnan í almenna- og heilsumálum vóru til staðar. Til viðgerðar á fundinum vóru tær ógvusligu sparingar Heimarøktin [...] Heimahjálpara, heima- og heilsusjúkrasystraskipanin vóru samanlagdar, so má ein sanna, at tað hevur bara gingið niður á bakka. Frammanundan vóru tað eftirlitskvinnur, ið sótu runt í landinum og løgdu arbeiði til
hjarta og givnir til persónar, sum hava megnað at lata orð Guds egnu tankar til okkara, og tekur teir við í sangúrval sítt. Øðrvísi er tíverri við mongum av tí, sum í dag verður skrivað og givið ut og skal [...] føroyksum gospeltónleiki, og innast í mínum hjarta fegnist eg um, at so væl er statt í okkara landi á hesum øki. Má Gud vælsigna tykkum, og haldið á og tænið við tykkara sangi og tónleiki. Føroyingar hava [...] Filipsoyggjarnar at syngja og spæla fyri íbúgvunum har og annars at uppliva alt sum hann her bert hevur fingið frágreitt. Aftaná eitt blandað úrval av bæði føroyskum sangum og løgum, sum hann sjálvur hevði
skerd og møguleikin at útvega nýggjar inntøkur. Hann spyr eisini um sambandið við tað víðu verð. Her er at siga, at tað tekur ár at byggja upp eina uttanríkistænastu, og tí er tað neyðugt fyrst at fáa [...] vit tað er rætt at miða ímóti einum felags ríkisborgararætti hjá føroyingum og dønum, so føroyingar kunnu lesa í Danmark og danir í Føroyum. Vit vilja eisini styrkja møguleikarnar at lesa í øðrum londum [...] ikki tað sama, sum vit hava í dag, tí teir í veruleikanum høvdu yvirtikið fleiri øki, enn vit hava, og teir høvdu ongan danskan statsstuðul í skipanini. Men at vit kortini bera saman er fyri at vísa, at
borið til hjá okkum føroyingum at fingið eitt samstarv við Ísland og Noreg innan fyri EFTA. Tað er sjálvandi ein spurningur sum fyrst og fremst skal avklárast við donsku stjórnina, men eg havi reist málið her [...] ráðharran og kong sigur Kjeld Magne Bondevig, at einki løgið er í hesum Vit hava gomul søgulig bond at røkja, ja heilt aftur frá 800 talinum, og bæði londini hava sera týðandi ressursir í havinum og í und [...] Kallsberg, løgmaður í Oslu mánadagin Norski forsætisráðharrin heldur ikki, at Noreg og Føroyar eru ósamd um stórvegis og vónar hann, at tað ber til at fáa eitt gott samstarv á ikki bert fiskivinnuøkinum
ferðamannaland og her finst mangt onnur lond ikki hava - jøklar, gos, skóg og oyðimørk, fjøll og fløtur. Náttúran, sum mangan var bondsk og torvunnin og stríðið fyri tilveruni hava merkt og merkir tjóðina [...] maskinskúli og aðrir framhaldskúlar. Neskaupstaður er høvuðsplássið har í økinum. Nú er skipað stórkomuna og umframt Neskaupstað eru Eskifjørður og Reyðifjørður við. Skemtiliga kalla teir tað Eysturríki, og bo [...] ferðini, men komin til Atlavikar og Hallormsskóg sleit í. Har er stórsta skógarlendi landsins. Ein øðrvísi mynd birtist fyri eygum, og í mun til eldin og ísin, ein grøn og spøk náttúra - hugtakandi brot
so er. Spurdur um orsøkina til vendu gongdina, sigur Meinhard, at fyrst og fremst hava starvsfólkini gjørt ein sera stóran innsats, og hetta sæst aftur í roknskapinum. ? Góða hálvársúrslitið merkir tó [...] við tvey og rokna við einum yvirskoti upp á 14 millónir við ársenda. Tað verður tungt í heyst og vit hava nógvar stórar avbjóðingar fyri framman. Okkara politikkur er tó ikki at taka stór og ógvuslig stig [...] eisini, at skipini hava fingið sín part væl og virðiliga. So lágur ráfiskaprísur er ikki orsøkin til bøttu gongdina, sigur Meinhard Jacobsen. Fyrstu ferð Og nýggi stjórin hevur allar orsøkir at vera nøgdur