Fiskavirking 7 milliónir í yvirskoti fyrra hálvár

Kroniska undirskotið, sum hevur fylgt Føroya Fiskavirking líka síðani felagið varð sett á stovn í 1993, er seinasta hálva árið vent til yvirskot

Týsdagin hevði leiðslan á Føroya Fiskavirking kallað starvsfólkini úti á einstøku virkjunum til fundar. Boðini vóru stutt, greið ? og góð. Hálvársroknskapurin hjá fyritøkuni vísir eitt yvirskot upp á sjey milliónir krónur.

Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, váttar at so er.

Spurdur um orsøkina til vendu gongdina, sigur Meinhard, at fyrst og fremst hava starvsfólkini gjørt ein sera stóran innsats, og hetta sæst aftur í roknskapinum.

? Góða hálvársúrslitið merkir tó ikki, at vit kunnu seta okkum afturá, ganga hálvsársúrslitið við tvey og rokna við einum yvirskoti upp á 14 millónir við ársenda. Tað verður tungt í heyst og vit hava nógvar stórar avbjóðingar fyri framman. Okkara politikkur er tó ikki at taka stór og ógvuslig stig, hinvegin royna vit alla tíðina at gera smáar ábøtur, sum kunnu betra um okkara úrslit.

Stjórin á Fiskavirking dylir ikki fyri, at hann metir úrslitið vera positivt, eitt nú tí at kappingin um rávøruna sjáldan hevur verið harðari.

? Ráfiskaprísurin er í topp, so hetta merkir eisini, at skipini hava fingið sín part væl og virðiliga. So lágur ráfiskaprísur er ikki orsøkin til bøttu gongdina, sigur Meinhard Jacobsen.


Fyrstu ferð

Og nýggi stjórin hevur allar orsøkir at vera nøgdur. Tí ongantíð áður hava tølini verið so positiv, síðani politisku avgerðina um at samanleggja at kalla alla føroyska flakavinnu í eitt felag. Hóast talan var um eitt politiskt barn í kjalarvørrinum á føroyska húsaganginum í 1992, hevur felagið havt sera fáar vinir løgtinginum. Tvørturímóti hava tingmenn úr at kalla øllum flokkum ynskt fyritøkuna burtur, har pipari grør.

Fiskavirking hevur ofta verið sera nógv frammi í fjølmiðlunum. Og at kalla altíð hevur fyritøkan verið í verjustøðu.

Seinasta hálva árið hevur tó at valdað tøgn.

8. januar var Meinhard Jacobsen settur í heita stjórasessinum. Framtaksgrunnurin, við Sverra Hansen sum formanni, duldi ikki fyri, at grunnurin leingi hevði havt Meinhard sera frammaliga í huganum, men at ungi fiskiverkfrøðingurin av Toftum ikki var so at fáa fatur á. Hann hevði sera gott starv í stórari flakafyritøku í Noregi.


Egna søludeild

Eitt av fyrstu stigunum hjá Meinhard Jacobsen var at seta egna søludeild á stovn. Hetta stigið elvdi tó til ávísan orðadrátt og vísti, at innanhýsis ósemja valdaði millum trýbeintu konstruktiónina Framtaksgrunnur-Fiskavirking-Fiskasøla. Sverri Hansen legði tó dent á, at Fiskavirking og Fiskasølan vóru tvey sjálvstøðug virki ? hóast eigarin er tann sami. Og tí mátti Fiskasølan finna seg í, at Fiskavirking setti egna søludeild á stovn.

Hóast áðurnevnda tvídrátt so hevur eisini Fiskasølan havt yvirskot upp á fýra milliónir krónur í sínum hálvársroknskapi.

Um stigið hjá Fiskavirking er ein orsøk til bøttu gongdina hjá flakafyritøkuni vil Meinhard ikki siga nakað um, men hann leggur dent á, at Fiskavirking selir eisini gjøgnum Fiskasøluna.

Síðani orðadráttin tíðliga í vár, hevur tó friður valdað, og onki hevur verið at hoyrt um Fiskavirking í fjølmiðlunum.

? Ein orsøk til, at tað eisini hevur gingið væl er, at vit hava fingið frið at arbeiða, sigur Meinhard Jacobsen.

Umleið 650 fólk arbeiða í Føroya Fiskavirking, sum hevur sjey virkið undir sær. Øll eru í dagligari drift, uttan virkið í Vági, sum verður leigað út til onnur vinnulig endamál.