lyftir. Bókin leggur upp til, at vit hyggja við kritiskum eygum at tí, sum hevur mest at siga fyri okkum, og at vit tora at taka eina støðu, meðan vit alsamt eru opin fyri øðrum sjónarmiðum og øðrum søgum [...] søgum. Ivin er tekin um eitt hugsandi menniskja, men eigur ikki at leggja okkum lamin í einum heimi, sum vit øll eiga lut í.
føroyskum og gongur fyri seg í Føroyum. Høvundurin leggur upp til at brúka føroyska umhvørvið og at samskifta á føroyskum. "Fornt" er væl skrivað, og Elin megnar við einum livandi máli at byggja upp ein spenning [...] innlit, sum gevur teimum møguleika at skilja hesa ókendu verðina. Við sagnverum í nútímans telduspæli byggir "Fornt" brúgv ímillum fortíð og nútíð. Kanska brúgvin fer at røkka inn í framtíðina, nú telduspælið [...] dómsnevndin soleiðis: "Fornt" er ein livandi nútíðarlýsing av barnalívinum. Ein spenningssøga, sum gongur fyri seg í veruleikanum og í tykisheiminum, og karmurin er telduspælið við sama navni, "Fornt". Heitið
vit vistu, at tað hevði verið til stutt frammanundan. Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag. Tey vistu, at eyskarið hevði verið til, tí Andrass Joensen fyri gott 10 árum síðani var í Noregi at taka mát [...] Tí var tað gleðiligt, tá boðini fyri stuttum komu um, at nú var eyskarið funnið á einari goymslu. Mánadagin var umboð úr Eysturkommunu í Oslo á Norsk Maritimt Museum at avheinta eyskarið, ið sjálvandi [...] Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni - www.eysturkommuna.fo - og her eru eisini fleiri myndir at síggja.
Alfred Olsen at siga nøkur orð, og menninir í Undirhúsinum fara at syngja. Síðan fer Tummas Kannuberg, prestur, at halda talu, og Torleif Johannessen, sjómanstrúboðari, fer at leggja krans. Eftir at menninir [...] Nú tað eru liðin 80 ár, síðan seinni heimsbardagi endaði, verður minningarløta fyri teimum sjólátnu, sum fórust undir krígnum, og løtan verður við kanónina á Nesi. Tiltakið verður í morgin, 23. oktober [...] menninir í Undirhúsinum hava sungið ein sang aftrat, verður kaffi, te og køkur at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Búskaparráðið: Neyðugt er, at landsmyndugleikin, sum varðar av kommunum, er tilvitaður um sína ábyrgd. Landsmyndugleikin eigur at tryggja, at tænastustigið á eldraøkinum er, og framhaldandi verður, javnt [...] javnt kring landið. Neyðugt er eisini, at landsmyndugleikin tryggjar, at tað fíggjarliga ber til, eitt nú við at tryggja ein skynsaman rakstur á økinum. Í løtuni er tað landsstýrisfólkið í almanna- og mentamálum [...] einstøku kommunum, og hesin eftirlitsmyndugleikin átti eisini fingið skyldu at tryggja, at fíggjarætlanirnar hjá kommununum taka hædd fyri framtíðar avbjóðingum við vaksandi rakstrarútreiðslum. Les meira í f
tú frí og onga løn tann dagin. Tær nýtist ikki at biðja nakran fyri teg, og tað haldi eg vera lekkurt. Eg havi eina dóttur, sum býr niðri, og ætli eg mær at vitja hana í eina viku, so fái eg altíð frí. Í [...] skjót, og tað dámar Jónu væl. – Vit duga ikki at seta ferðina niður. Vit hava bara eitt gir, tað er 7. gir, og tað dámar mær væl. Tað ger einki, at tú merkir, at tú hevur verið til arbeiðis. ##med5## ##med6## [...] fór hon at leita sær eftir øðrum arbeiði og byrjaði á Norðfisk í Árnafirði. – Eg hugsaði, læt meg bara fara á flakavirki, meðan eg leiti eftir onkrum øðrum. Hetta var í 1999. Tí kann sigast, at henda sokallaða
soljóðandi fráboðan í dag: »Sambært álítandi keldum úr bæði vinnuni og millum borgarar er bíðitíðin fyri at fáa byggimál viðgjørd vaksin munandi seinastu tíðina. Har sum viðgerðin áður tók 1–2 mánaðir, tekur [...] longri, áðrenn svar fæst. Tað er eisini greitt, at bunkin av óviðgjørdum málum á Vaglinum bara veksur og veksur. Alment innlit frá ónavngivnari keldu vísir, at heili 255 byggimál í løtuni liggja ósvarað á [...] Vaglinum, sum vit eiisini vilja átala. Tað er ótolandi, at borgarar og fyritøkur skulu bíða hálvt ár eftir svari frá kommununi. Tað er als ikki virðiligt fyri ein modernaðan høvuðsstað. Vit spyrja tí: – Hevur
Løgtinginum við at trýsta her 1 Umrøða av spurningi MS-031/2025 - Mótrokning í fólkapensjónini 2 Umrøða av spurningi MS-032/2025 - Headspace-tilboð 3 Umrøða av spurningi MS-033/2025 - Tilhaldsstað fyri ung við [...] spurningi MS-048/2025 - Kommunuvalið í Runavíkar kommunu 19 Umrøða av spurningi MS-049/2025 - Reglur fyri útlendska arbeiðsmegi 20 Umrøða av spurningi MS-050/2025 - Innihaldið í tjóðarsemjuni 21 Umrøða av
segði seg vita, at vitanin var til staðar, varð av fleiri skuldsettur fyri at siga ósatt. – Men við einum almennum innliti kom fram, at í Fiskimálaráðnum lá eitt bræv frá 19. september um, at ICES-tilmælið [...] t.v.s., at vitanin var har, men er ikki tikin við í fíggjarlógaruppskotið, og eru upplýsingar harvið fjaldar fyri Løgtinginum. Jørgen Niclasen vísir á, at landsstýrismaðurin síðani sigur, at hann hevði [...] Fiskimálaráðnum sjálvur at taka avleiðingarnar av fjaldu upplýsingunum um ICES-tilmælið um makrel- og svartkjaftaveiðuna? 2. Um nei, kann væntast, at fjaldu upplýsingarnar fáa avleiðingar fyri onnur? Í viðmerking
minsta lagi seks fólk lív, umframt at fleiri vórðu særd. NRK veit í dag at siga, at Russland í nátt leyp á Ukraina við bæði dronum og rakettum. Norska kringvarpið sigur, at norski stuðulin til Ukraina heldur [...] uppaftur 1,5 milliardir norskar krónur fyri at tryggja streym og hita í Ukraina. - Tað er umráðandi at hava neyvt samband við myndugleikarnar í Ukraina, soleiðis at stuðulin kemur har, sum tørvurin er størstur [...] fer at hitta svenska forsætisráðharran, Ulf Kristersson. Sambært tíðindaskrivi hjá svensku stjórnini verður kríggið í Ukraina á dagsskránni millum Zelenskyj og Kristersson, og teir fara eisini at røða