eitt mark. Um vit ótu av trænum mitt í urtagarðinum, so doyðu vit. Hetta mark hava vit brotið. Tí vit lurtaðu eftir mótstøðumanni Guds - djevlinum. Soleiðis kom syndin inn í mannalívið. Eitt mark varð [...] fyriskipan. Øll vita, hvat eitt mark er. Og hevur tú eitt grundsytkki, so er mark til grannan. Og tað kanst tú ikki flyta, sum tær sjálvum lystir. Gud sigur tíðiliga í Heilagu skriftini, at vit skulu ikki [...] flyta mørk. MØRK - sum Gud hevur sett okkum, fyri at ikki kaos skal valda í heiminum. Gud hevur givið okkum eini boð, ein lóg, eitt mark. Tú skalt elska Gud og tú skalt óttast Hann. Og tú skalt elska næsta
fer fram í einum ølklubba í Havn eitt vikuskiftiskvøld, og afturlítandi brot verða flættað inn í lýsingina av leikinum í ølklubbanum. Klubbakarmurin eina tílíka nátt er væl raktur, men snaraður í tað beiska [...] vaksnu - í hesum føri foreldrini - hava í hyggju. Sum ikki einaferð ger barnastøðan vart við seg í vaksnamannaárunum, og tí tú ongantíð ert komin til sættis við hana, sýnir hon seg eins og í hamferð og [...] og ikki, so er væl meira framtak í hesum persóninum enn í teimum í undanfarna savninum. Nortið verður eisini við hetta ikki rættiliga at hoyra til, ikki at passa inn í gerandisætlanina, at hava aðrar dreymar
út á Strendur Toftir og Æðuvík Vestmanna Partur av Havnini Nólsoy Koltur og Hestur Skopun og Sandur Suðuroyggin Alla aðrastaðni í landinum er eingin streymur í løtuni. Í flestu økjum kann ikki roknast [...] landinum er í streymloysi. Vánaliga veðrið ger tað trupult hjá SEV at umvæla brekini, og tí mugu fólk brynja seg við toli. Vánaliga veðrið rakar streymveitingina kring alt landið. Streymur er í hesum økjum: [...] roknast við, at streymurin kemur aftur fyrr enn í morgin. Vánaliga veðrið ger tað ikki ráðiligt hjá fólki frá SEV at umvæla brekini. Kunning um streymveitingina fæst frá SEV, á telefon 346800 ella á heimasíðuni
Danmarkar. - Í 1988 varð stig tikið til eina stuðulsnevnd at savna pening til svimjihylin. Í hesi fyrstu nevndini sótu Hilmar Joensen, Egon Hansen og Birgir Andreasen. Henda nevnd sat í nøkur ár, men í 1993 varð [...] jarnmaðurin í træbátinum, sum útlúgvaður kemur á mál við Longulinju í Keypmannahavn. - Tá ið eg varð biðin at halda hesa røðu, hugsaði eg: Hvussu kann eg loyva mær at kalla tann stóra mannin í lítla bátinum [...] eg fyrstu ferð í røðuni fór at kalla hann Ove Joensen, sáli ? og aftaná bert Ove, tí maðurin gjørdist fólkaogn tann minniliga dagin. Besta prógvið um hetta eru vit, sum eru møtt í Geilini í dag. Tá ið Kaj
------ Tú merkir tað í somu løtu tú stígur fótin inn um. Skundin. Starvsfólk í reyðbláum kittlum hasta aftur og fram eftir gongina við bakkum í hond. Í køkinum fylla tey havragreyt í tallerkarnar og medisinið [...] ringrásin Í felagskøkinum í Miðstovuni situr Jógvan og lesur avísir. Hann fær illa tosað, men er sosialur av lyndi. Í gjár vóru búfólkini útferð í Vágum, og Jógvan hevði gingið og glett seg í longri tíð [...] við einum gongustativi. Sum fluga í fløsku Í Lavalon, sum ein av trimum búdeildum á røktarheiminum Tjarnargarði, er ein dúlig stákan í køkinum, sum liggur mitt í felags uppihaldsrúminum. Tað er
rákum, sum orsaka broytingarnar í samfelagnum. Sæð úr hesum sjónarhorni, so byggja sendingar í miðlunum í stóran mun á hvørjum lívssjónarmiðum miðlafólk eru kjølfest í. Tað kann ongantíð foragtast, at [...] allan sólarringin. Internetið er markleyst. Heil ríki fara til grundar í hesum døgum orsakað av markleysu møguleikunum í hesum miðli. Í hesum veruleika skal Kringvarp Føroya so varpa sendingar, ið varðveita [...] . Um so var, so kundu vit í einum skala sett fólk í bás: høgra - vinstra, trúgvandi - vantrúgvandi, góð - ring o.s.fr. Men soleiðis er tað lukkutíð ikki. Holdningar byggja í stórsta mun á kensluliga førningin
hvørja ferð tónleikurin steðgaði. Og meðan tónleikurin var, so vóru nøkur sum sungu í sangunum, ið komu út á fyrsta sinni í 1979. Fyrri hálvleikur Framførslan var skipað við einum steðgi, og tað einasta mann [...] niður, fyri at fáa pláss fyri øllum, ið vildu koma til frumsýningina av The Wall. Tala var um fólk í øllum aldrum, hóast tað sá út sum, at tað serliga vóru tey um 40 ára aldur, sum veruliga kendu nakað [...] verið til konsertir hjá Pink Floyd, sum enntá hildu hetta vera ein sterkari uppliving enn tað veruliga. Í fyrru helvt á framførsluni var Another Brick in the Wall við. Hetta er lagið, sum øll kenna, og tá var
Vestmanna Góðu gestir, góðu bygdarfólk og góðu bátar. Vælkomin á bátastevnu, vælkomin til Vestmanna. Orðið “stevna” hevur fleiri merkingar. Ein er at stevna móti onkrum, seta kós – henda merking hóskar [...] áttandu ferð, at kós er sett móti Vestmanna, og at vit hittast á bátastevnuni. Bátastevnan er øðrvísi enn flestu aðrar stevnur; summarstevnurnar eru sera líkar, tær eru í stóran mun merktar av ítrótti, kapping [...] favnur tín var opin Vestmanna. Árstíðin er skeiv, men eg vænti tó, at bátastevnugestirnir fara at hava somu kenslu 16. mai sum ímyndaðu niðursetufólkini: Her er trygg havn, og Vestmanna tekur móti tykkum
nútíðarorð á kristna boðskapin. Martin Joensen er føddur í Vestmanna í 1953. Hann er útbúgvin teknari og grafikari, men tónleikurin hevur altíð fylt nógv í lívinum hjá Martini. Tá hann var um 18 ára aldur, flutti [...] Konsert við Martin Joensen Hans Egede kirkju í Keypmannahavn Fríggjadagin 28. apríl kl. 17.00 framførir Martin Joensen í Hans Egede kirkju. Spælt verður frá kl. 17.00 til 19.00. Martin Joensen fer m.a [...] Vestmenn síðan 1982. Í Grønu Sangbók er hann umboðaður við 36 sangum - eitt prógv um - at sangir hansara eru kendir og sungnir nógv. Flestu føroyingar kenna sangirnar ”Morgun” og ”Ró”. Í 2013 gav grunnurin
avbjóðingar bíðaðu eftir henni í Malmø í Svøríki, har hon gekk tvey ár í skúla, eftir hon var liðug í Íslandi. Verkætlanir hava síðan verið mangar í tali, og nú er hon í Keypmannahavn. - Eg havi tvey og [...] gera í Vestmanna tá. Ítróttur hevur aldrin havt mín stóra áhuga, so eg vitjaði mínar vinkonur, málaði ella var heima í kjallaranum, tá eg ikki spældi upp á violinina”. Skúlagongd Aftaná 9. flokk í fólk [...] venjingarnar í sambandi við konsertir við Symfoniorkestrinum og egnum bólki. Angelika luttók á Nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum, umframt at hon spældi við egnum bólki, Angelika, í Miðlahúsinum í Vágsbotni