Konsert við Martin Joensen Hans Egede kirkju í Keypmannahavn
Fríggjadagin 28. apríl kl. 17.00 framførir Martin Joensen í Hans Egede kirkju. Spælt verður frá kl. 17.00 til 19.00. Martin Joensen fer m.a. at greiða frá sínum hugsanum um at seta nútíðarorð á kristna boðskapin.
Martin Joensen er føddur í Vestmanna í 1953. Hann er útbúgvin teknari og grafikari, men tónleikurin hevur altíð fylt nógv í lívinum hjá Martini. Tá hann var um 18 ára aldur, flutti hann heimanífrá. Um sama mundið fór hann undir at yrkja og skriva sangir.
Síðan tá hevur hann framført og skrivað ein hóp av løgum og givið út fløgur, bæði sum einstaklingur og saman við ørðum tónleikarum. Martin Joensen hevur spælt saman við tónaleikabólkinum Vestmenn síðan 1982.
Í Grønu Sangbók er hann umboðaður við 36 sangum - eitt prógv um - at sangir hansara eru kendir og sungnir nógv. Flestu føroyingar kenna sangirnar ”Morgun” og ”Ró”.
Í 2013 gav grunnurin Føroyskt Kirkjumál eitt uppískoyti til sálmabókina við bæði týddum og nýskrivaðum sálmum. Martin Joensen hevur skrivað tríggjar av sálmunum.