Jákup Vang
Gud hevur sett nøkur mørk. Ja- eg segði GUD. Og - um tú heldur, at tú sleppur uttanum Gud, ert tú ein dári - ein idiot.
Gud gav okkum ein frían vilja. Vit kunnu gera, hvat okkum lystir. Men Hann setti eitt mark. Um vit ótu av trænum mitt í urtagarðinum, so doyðu vit.
Hetta mark hava vit brotið. Tí vit lurtaðu eftir mótstøðumanni Guds - djevlinum.
Soleiðis kom syndin inn í mannalívið. Eitt mark varð flutt, til skaða, óbótaligan skaða fyri okkum. MEN - Gud hevði ein fyri okkum. Tað er Jesus.
Tann, ið vendir við, 180 gradir, og trýr Evangeliinum um Jesus, verður bjargaður, frelstur, og kemur at liva um allar ævir.
Men lygnarin, Djevulin, lokkar menniskju at flyta mørk. MØRK - sum Gud hevur sett okkum, fyri at ikki kaos skal valda í heiminum.
Gud hevur givið okkum eini boð, ein lóg, eitt mark.
Tú skalt elska Gud og tú skalt óttast Hann. Og tú skalt elska næsta tín, sum teg sjálvan. Við øðrum orðum. Tú mást ikki synda móti Guds fyriskipan.
Øll vita, hvat eitt mark er. Og hevur tú eitt grundsytkki, so er mark til grannan. Og tað kanst tú ikki flyta, sum tær sjálvum lystir.
Gud sigur tíðiliga í Heilagu skriftini, at vit skulu ikki girnast okkara egna kyn. Har er eitt tíðiligt mark sett upp. Tað kann ikki misskiljast. Tað er einki at kjakast um.
Hví vilja tit mótsiga Guds boð og verja teirra støðu, sum slíkt gera? Er tað ikki at synda móti Gudi?
Gud hevur í kærleika sínum sett nøkur mørk. Fyri at ikki ruðuleiki, fløkja, skal valda. Hvør, uttan Djevulin, ynskir hesa fløkju, og tey, sum vitandi ella óvitandi, eru blindað av honum???
Øll vita, at tað er synd at stjæla, og tað er eisini synd at liva í siðloysi. Enn er náðitíð, og tað ber til at venda við.
Í 1. brævi 5. kap. hjá Jóannesi versini 16-17 sendur skrivað: Sær onkur bróður sín gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja. Og Hann skal geva honum lív - teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða. Tað er ikki viðvíkjandi henni, eg sigi, at hann skal biðja. Øll órættvísi er synd, men synd er, sum ikki er til deyða.
Kæri landsmenn, herði ikki hjarta móti Guds fyriskipan. Tað kann vera so skjótt, at Guds ófatiliga langmóð er uppi og at hamarin fellur. Og - tá bøtist ikki aftur.