álopskendir. Arnold Joensen var á plássinum í høgru, sum Harley Bertholdsen plagar at røkja, og Kurt Mørkøre var í álopinum við síðuna av Heðini á Lakjuni, meðan Rógvi Jacobsen var á miðvøllinum, har tað fyri [...] Ofta fílast áskoðararnir í Klaksvík á, at tað gongst so striltið hjá teirra monnum at fáa mál, tá KÍ spælir á heimavølli. Tað kundu teir ikki gera leygardagin, tá TB, sum KÍ so ofta hevur havt stórar [...] í langa tíð eisini var pláss fyri Soran Manic. KÍ var omaná í øllum og alla tíðina. Teir fingu hol á, tá eitt korter var farið. TB verjan fekk bóltin tvær ferðir út frá eftir innkast í vinstru hjá KÍ,
móti FCK, men hesa ferð vórðu teir aftur mintir á, at lívið í superliguni er ikki sum at siga tað. Viborg vann ikki minni enn 5-0, og alt bendir longu nú á, at B93 verður annar niðurflytarin. Silkeborg var [...] víðari í Europa Cup, hava teir knarrað um, at áskoðaraáhugin er so lítil. Eftir at AB hevði vunnið á teimum, gav Christian Andersen, venjarin hjá AB, ilt av sær. Hann segði, at um Silkeborg hvørja ferð [...] Spurningurin er so, um Piontek sleppur at sita í starvinum so leingi. Skal hann tað, so skal støðan á stigatalvuni og harvið úrslitini í landskappingini gerast nógv betri, enn tey hava verið higartil.
heilt til endan. Liðini fylgdust tað mesta av fyrra hálvleiki. Kyndil kom upp á 5-2, men StÍF javnaði til 5-5, og so gekk javnt á til hálvleiks, tá støðan var 13-13. Kyndil hevði munin, tá tær førdu 12-10 [...] liðini høvdu góðar og ringar løtur. Kyndil endar grundspælið á 19 stigum av 24 møguligum, meðan StÍF, sum framvegis hevur ein dyst eftir ? á heimavølli móti VB ? framvegis hevur 12 stig. So stórur var munurin [...] Kyndli løtuna frá 2-2 til 5-2, men so blivu fleiri spælarar skiftir út, og rútman fór við spælarunum út á bonkin. Annars hevði verjan hjá Kyndli trupult við at dekka strikuspælaran Alis Høghamar (tær dekkaðu
tann fyrr á degnum millum B36 og VB. Hesi fóru helst vónsvikin til hús, tí at so varð ikki. Skoraði móti gomlu liðfeløgunum Tá ið einir 13 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, legði HB seg á odda. Teir [...] Stakhanov leysur við Kaj Leo, men skeyt í síðunetið. Løtu seinni var Andrey aftur upp á spæl, men ístaðin fyri at spæla upp á tvørs til ein púra leysan viðleikara, valdi hann at skjóta sjálvur úr truplari støðu [...] Johannes Joensen við høvdinum stýrdi bóltinum inn í sjálvan 5-meturin. Har var John Heri Dam fyrstur á honum og smekkaði til, men Magnus Poulsen í B68-málinum hálvbjargaði, og so var Súni Fríði Johannesen
dansin. Villi Gohl er úr sveis og er 73 ára gamal. Í nøkur ár undirvísti hann á einum læraraskúla, var síðani í 27 ár rektari á einum tónleikaskúla og síðani hevur hann verið kór- og orkesturleiðari í fríari [...] venjing, at enn vóru nakrir metrar á mál, hóast tað fyri ókøna oyra ljómaði vakurt. Stuttligt at fyljga venjingini eina løtu og síggja, hvussu høgt hesin maður gekk uppí sítt starv. Og hvusu væl og skemtiligt [...] vikuskiftinum Tá hann fylti 70 ár, gavst hann við kóri sínum og nú er tað undantak, at hann tekur uppgávur á seg. Sostatt má metast sum heppi, at føroyingar nú hava møguleika hoyra Messias, við Villi Gohl sum
dystin. Men okkara gentur spældu ein branddyst, væl stuðlaðar av føroyskum útisetum á Fjóni, ið fyltu tvær rekkjur á áskoðaraplássunum, og úrslitið bleiv eitt eitt heiðurligt 22-34 tap. Eftir dystin vóru [...] at spæla á U-21 landsliðnum aftur, og Jórun Ludvig sigur, at tær nú ikki vita, um tær hava spælt sín seinasta landsdyst, ella um tær einaferð í framtíðini hava møguleikan fyri at spæla seg á eitt møguligt [...] Tað var stór framgongd at síggja á føroyska U-21 kvinnuhondbóltslandsliðnum, sum um páskirnar leikti HM-undankapping í Danmark. Hóast okkara gentur fóru til Danmarkar troyttar eftir eitt júst lokið kappingarár
politikarnir fyri kortum hava lovað teimum, sum búgva á smáplássum, at gera nakað munagott fyri at bøta um bústaðar og arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum sum búgva á smáplássum. Hetta sigur Óla Jákup úr Dímun, bóndi [...] samband á plássum, sum hava færri enn tíggju húski. Hetta er keðiligt, og skeivt. Vit hava júst sama tørv, sum øll onnur í landinum hava, men vit sleppa ikki framat tænastunum. Óla Jákup vísir á, at børn [...] installera internetsamband í eina teldu, sum so skuldi setast upp í skúlanum har úti. Installeringin gekk sum hon skuldi, men tá teldan varð sett upp í Dímun, tá fekst ikki samband. Rúma tíð seinni kom maður
tóku skjótt undir við ætlanini, men tað gekk meiri strilti at fáa landsstýrið at játta sín part. Men nú er tann spurningurin avgreiddur og sostatt er skjøtil settur á arbeiðið at halda fram við ætlanini. [...] til eina menningarætlan fyri Suðuroynna. Tá høvdu teir eisini gjørt sær nakrar fyribils tankar um, á hvørjum økjum, tað bar til at menna vinnulívið í Suðuroy. Men tað fór at kosta eina hálva millión at [...] Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, hevur fundur verið umborð á Smyrli ímillum partarnar. Tað hevur eisini ligið í kortunum, at skulu nøkur verulig vinnulig átøk í Suðuroy fremjast í verki, fer tað at
verið betur í øðrum setti hjá ÍF, og hetta bygdu teir víðari á í triðja setti. Her fekk ÍF betru byrjanina, og nú tóktust teir vera oman á. Mitt í settinum høvdu teir vunnið seg fram um Fram, men munurin [...] FLOGÓLTUR Gongdin hjá ÍF hevur verið sera góð í ár. Teir hava ligið á odda alla kappingini, og undan dystinum ímóti Fram høvdu teir bert tapt tann eina dystin, tá teir máttu lúta í Klaksvík fyri Mjølni [...] geymað, tí teir byrjaðu sum eitt satt ódnarveður. Í fyrsta settinum løgdu teir bragdliga fyri, og ikki gekk long tíð, so høvdu teir vunnið seg fram um ÍF. Sum settið leið øktu teir bara um leiðsluna, og ímóti
útgávan fór at bera seg, ikki vóru av teimum bestu. 25 ár sum ritstjóri Tað gekk tó betur enn væntað og Jólaboð er komið út á hvørjum ári síðani, sum ein trúføst áminning um, at jólahøgtíðin er í hondum [...] Theodor Hansen hevur týtt til føroyskt. Bókin byggir á heimskendu søguna hjá Daniel Defoe um Robinson Krusoe og Fríggjadag og teirra upplivingar á oydnu oynni. Campe hevur skrivað nógvar bøkur, serliga [...] Olsen og Sandavágs Sangkóri. Eisini minnist Elin Johannesen aftur á farna tíð bæði í arbeiði sínum og í samfelagnum sum heild, og vísir á, hvussu stór broytingin hevur verið. Í Minnisbrotum um abba sigur