Eg haldi, at tað eru skeiv signal at senda út, tá hugsað verður um, at politikarnir fyri kortum hava lovað teimum, sum búgva á smáplássum, at gera nakað munagott fyri at bøta um bústaðar og arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum sum búgva á smáplássum.
Hetta sigur Óla Jákup úr Dímun, bóndi í Dímun, í sambandi við, at Føroya Tele sambært upplýsingum hansara verður frítikið fyri at installera eitt nú ISDN samband á plássum, sum hava færri enn tíggju húski.
Hetta er keðiligt, og skeivt. Vit hava júst sama tørv, sum øll onnur í landinum hava, men vit sleppa ikki framat tænastunum.
Óla Jákup vísir á, at børn hansara eru farin av oynni at ganga í skúla. Onkur til Havnar og onkur annar uttanlands.
Tí hevði verið gott at havt framkomnu tøknina at samstarva við »umheimin« við. Men sum umstøðurnar eru nú, so ber hetta ikki til, av tí, at telefonsambandið er so vánaligt.
Internetsamband
í fleiri ár
Tað eru annars gingin fleiri ár síðani Dímun fekk internetsamband.
Óla Jákup greiðir frá, at í 1994 setti Fróðskaparsetrið seg í samband við tey og beyð teimum, at installera internetsamband í eina teldu, sum so skuldi setast upp í skúlanum har úti.
Installeringin gekk sum hon skuldi, men tá teldan varð sett upp í Dímun, tá fekst ikki samband. Rúma tíð seinni kom maður frá Telefonverkinum út til Dímunar fyri at finna feilin.
Hann fann fram til, at samband við við internetið um eina fartelefon, men tann skipanin riggaði illa, tí sambandið fór alla tíðina, sigur Óla Jákup.
Bera kostnaðin
av privatiseringini
Annars er dímunnarbóndin stak ónøgdur við, at tey, og onnur smápláss soleiðis vera slept upp á fjall í hesum tíðum tá tøknin gongur við tí rúkandi ferð.
Hetta byrtir ikki upp undir hugin hjá fólki at flyta til smáplássini, og tað er ein syndarlig gongd, um vit tað verður úrslitið. Okkara framleiðsla má hava okkurt at siga fyri tjóðarframleiðsluna, heldur dímunarbóndin, sum eisini heldur, at tey eiga at fáa líkinda liviumstøður úti á smáplássunum.
Tá Føroya Tele æt Telefonverkið og var ein almennur stovnur burturav, tá høvdu teir skyldu til at veita øllum tær tænastur, sum teir bjóða. Tað sum liggur í hesum broytingum er, at nú Telefonverkið er broytt til Føroya Tele, og samstundis vorðið partafelag, so skulu teir sleppa undan slíkum tænastum, sum gera teir verri fyri í kappingini.
Hetta skilur Óla Jákup, men hann góðtekur tað ikki uttan grundgeving.
Eg dugi væl at skilja, at tað ávirkar teirra kappingarføri, at skula hava smápláss »hangandi uppií«. Tað ger kostnaðarstøði hægri, og tað er sjálvsagt keðiligt. Men fyri okkum kann tað avgjørt ikki góðtakast, sigur Óla Jákup úr Dímun.
Eg haldi, at vit hava krav uppá eina eins góða tænastu sum aðrir borgarar í landinum, og ta tænastuna eiga politikararnir at tryggja okkum. Teir skulu ikki frátaka okkum tann rættin, at hava framkomna tænastur. Og hetta er at bróta tey lyfti, sum teir júst hava givið smáplássunum, sigur Óla Jákup úr Dímun.