B93 er vorðið kanónføði

Fótbóltur: Superligan heldur frí komandi vikuskifti, tí landsliðið skal til Hvítarusslands

Tað vóru vánalig líkindi nógva staðni í Danmark, tá sætta umfarið í superliguni varð avgreitt sunnudagin.

Mest skelkandi úrslitið var í Viborg, har annar uppflytarin var vertur hjá hinum uppflytaranum, B93. Árstalsfelagið av Eysturbrúgv fekk eitt sindur av móti, tá teir næstseinast megnaðu javnleik móti FCK, men hesa ferð vórðu teir aftur mintir á, at lívið í superliguni er ikki sum at siga tað. Viborg vann ikki minni enn 5-0, og alt bendir longu nú á, at B93 verður annar niðurflytarin.

Silkeborg var í Gladsaxe, har AB vann 2-1. Í Silkeborg, sum í síðstu viku spældi seg víðari í Europa Cup, hava teir knarrað um, at áskoðaraáhugin er so lítil. Eftir at AB hevði vunnið á teimum, gav Christian Andersen, venjarin hjá AB, ilt av sær. Hann segði, at um Silkeborg hvørja ferð spældi so verjukent, sum teir gjørdu sunnudagin, so skilir hann væl, at áskoðararnir ikki hirða at hyggja at.

Navnframi Sepp Piontek er venjari hjá Silkeborg. Hann hevur boðað frá, at hann gevst í venjarayrkinum komandi summar. Spurningurin er so, um Piontek sleppur at sita í starvinum so leingi. Skal hann tað, so skal støðan á stigatalvuni og harvið úrslitini í landskappingini gerast nógv betri, enn tey hava verið higartil.

Fjølmiðlarnir hava dúgliga gitt, hvør skal loysa Piontek av, og millum nøvnini, ið hava verið frammi, hevur eisini verið Allan Simonsen. Men nú er greitt, at Benny Johansen skal venja Silkeborg. Hann er í løtuni venjari hjá Køge í 1. deild. Hann var annars fyrsti venjarin hjá FCK, og tá gekk tað væl hjá honum.

AaB vitjaði í Lyngby, og dysturin var so nógv lívligari, enn tá heimaliðið og Herfølge fyri viku síðani avgreiddu málleysan javnleik. Stóri spælarin var AaB álopsmaðurin Søren Frederiksen, sum skoraði tvey mál. Hann hevur nú skorað níggju mál og er toppskjútti í superliguni. Sunnudagin varð hann úttikin til landsliðið, sum skal spæla fyrsta EM undankappingardystin komandi vikuskifti. AaB maðurin skal loysa meiri kenda Ebbe Sand av. Brøndby álopsmaðurin varð so mikið skaddur mikudagin, at hann fríggjardagin varð lagdur undir skurð.

Vejle hevur vindin undan fyri tíðina. Týskvøldið spældu teir seg víðari í UEFA Cup, og við 4-2 sigri á Aarhus Fremad ? sum hevur Símun Eliasen í felagnum, og sum Uni Arge ætlar sær at fara at venja við ? sunnudagin, otaðu teir seg nærri upp móti toppinum. Í Vejle er tað keypmannahavnar drongurin Nicolai Wael, sum er vorðin skarprættarin. Móti Aarhus Fremad gjørdi hann reint hattrick, sum tað verður rópt, tá ein og sami spælari skorar tríggjar ferðir upp í slag.

Aðra staðni hava vit umrøtt Herfølge og AGF, sum spældu 1-1 og FCK og Brøndby, har úrslitið var 1-0.

Støðan í donsku superliguni er henda: AaB 14, Herfølge 14, AB 11, FCK 11, Brøndby 9, Vejle 9, AGF 8, Aarhus Fremad 6, Lyngby 6, Viborg 6, Silkeborg 5 og B93 1 stig.

Superligan fer at hvíla komandi vikuskifti, tí Danmark á útivølli skal spæla EM undankappingardyst ímóti Hvítarusslandi.