Neyðugt at finna semju um fíggingina beinanveg

Ein nýggj menningarætlan fyri Suðuroynna, skal gerast sum ein vakstraravtala, har allir partar frammanundan binda seg til at fremja avtaluna í verki. Og arbeiðið hesa næstu tíðina skal vísa, um tað ber til at finna eina slíka semju

Vakstraravtala
 

Skal ein menningarætlan gerast fyri Suðuroynna, slepst ikki uttanum at tosa um pengar og at finna semju um fíggingina longu frá byrjan.
Tað hava teir báðir, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur gjørt greitt alla tíðina, síðani teir vórðu bidnir at leggja arbeiðið til rættis at gera eina menningarætlan.
Tað er nú hálvtannað ár síðani at teir báðir vórðu bidnir at gera eitt upplegg til eina menningarætlan fyri Suðuroynna.
Tá høvdu teir eisini gjørt sær nakrar fyribils tankar um, á hvørjum økjum, tað bar til at menna vinnulívið í Suðuroy.
Men tað fór at kosta eina hálva millión at seta arbeiðið ígongd og ætlanin var, at Landsstýrið og kommunurnar skuldu rinda hvør sína helvt.
Kommunurnar í Suðuroy tóku skjótt undir við ætlanini, men tað gekk meiri strilti at fáa landsstýrið at játta sín part.
Men nú er tann spurningurin avgreiddur og sostatt er skjøtil settur á arbeiðið at halda fram við ætlanini.
Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, hevur fundur verið umborð á Smyrli ímillum partarnar.
Tað hevur eisini ligið í kortunum, at skulu nøkur verulig vinnulig átøk í Suðuroy fremjast í verki, fer tað at kosta nakað av peningi.
Tí er ætlanin, at menningarætlanin skal skipast sum ein vakstraravtala, har allir partar frammaundan binda seg til at seta ætlanina í verk og at fíggja sín part.
Hetta er eitt modell, sum er sett upp við fyrimynd í Eyðarfjarðarætlanini í Íslandi.
 
Neyðugt at útvega 50 milliónir
Eitt tal upp á 50 milliónir er nevnt sum ein  upphædd ið skal til, fyri at fremja eina menningarætlan fyri Suðuroy.
Og Magni Laksáfoss og Jógvan Mørkøre hava gjørt greitt, at tað tískil eisini er neyðugt at finna avtalu um hendan partin av fíggingini eisini.
Tað er ein spurningur, sum nú er til viðgerðar í Landsstýrinum.
Men kommunalar keldur í Suðuroy eru bjartskygdar, tí tað hevur alla tíðina verið greitt, at ætlanin fór at kosta kanska 50 milliónir í einum fýra ára tíðarskeiði og at avtala mátti finnast um tað frammanundan.
Tí meta tær, at tá ið landsstýrið hevur játtað tær fyrstu 250.000 krónurnar til at seta ætlanina ígongd, er tað tí, at tað eisini er sinnað at finna útvegir fyri at fíggja ætlanina.
Tá ið Løgtingið samtykti at játta 250.000 krónur at gera tað fyrireikandi arbeiðið, varð dentur lagdur á, at játtanin var liður í at fremja tankarnar, sum landsstýrið hevur lagt í Suðuroyarætlanina.
Eftir teirri nýggju tíðarætlanini, sum er løgd, skal leggast til brots beint eftir ársskiftið. Tá skulu vinnur og arbeiðsmegi í Suðuroy kortleggjast við atliti at rákinum her heima og altjóða.
Hetta er ein kortlegging, sum skal geva størri innlit í, hvørjir møguleikar eru í Suðuroy og hvussu rákið er í líknandi økjum úti í heimi.
Samstundis skulu so gerast uppskot um vinnulig tyssi í Suðuroy og tá skal eisini ráðstevna haldast um ætlanina, har greitt verður frá støðuni.
Arbeitt verður so víðari og ætlanin er, at tað skal vera klárt at taka støðu til eina vakstraravtalu á vári í 2008.

Les eisini aðrar greinar um menningarætlan fyri Suðuroy.