minst Bartal, sum ofta hevur gjørt ein vørr, tá ið hann hevur verið fluttur fram í álopið. Verður vónbrotið torført at vinna á? - Hetta var so góði møguleikin hjá mær at vinna okkurt stórt við ÍF. Men vit [...] Símun Eliasen er ein av ÍF veteranunum. Fyrr í ár hevur hann fleiri ferðir verið á miðvøllinum, men hesar seinastu ferðirnar hevur hann verið í miðverjuni. Hann kom á besta liðið hjá ÍF í 1991. Síðani [...] hann verið eitt stutt skifti í KÍ og við HB hevur hann vunnið FM tvey tey seinastu árini, og í fjør var hann við til at vinna Løgmanssteypið. - Tað hevði havt verið hugaligt at vunnið okkurt trý ár á rað
siðir. Hetta var í 1888. Um hetta mundið livdi føroyskt mál í kvæðum og sum túnatos. Háskúlin ein varði Í 1899 kom Føroya Fólkaháskúli, ið dró eina línu við Føroyingafelag í so máta. Her var dentur lagdur [...] Einahandilin var burtur, og hetta førdi við sær, at samskiftið við umheimin vaks. Tilvitanin um føroyingar sum eina tjóð vaks, og ansurin fyri fólksins hvørvandi mentan og máli vaknaði. Tað var ikki ein sjálvfylgja [...] kirkjumál. Tó vóru ikki allar súðir syftar tá, tí eg havi sjálv gingið í skúla, tá føroyskt var undirvísingarmál og ein lærugrein, men nærum allar lærubøkur annars vóru á donskum máli. Tíbetur eru stórar broytingar
Jørgensen hevur síðstu árini verið ein tann stinnasti millum stólparnar. Í fjør sat hann nógv á HB beinkinum, men nú er hann á Argjum, har fyrsta royndin var góð. Bill Jacobsen var sum vera man væl nøgdur eftir [...] sum bíða eftir, at grannarnir í B36 í kvøld koma út á Argir. 2-0 sigurin í Sarpugerði var søguligur, tí hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at AB slapp úr fyrsta umfari í bestu deildini við fullari úrtøku [...] um, at tað spældi so væl av síðsta leygardag, hóast tað upp undir dystin var neyðugt at gera broytingar, tí Jógvan Isaksen, sum var ætlaður til annað miðverjuplássið, varð sjúkur. Spurningurin er nú, um
og eitt korter var farið, tá Bergur Hansen sendi innfyri úr vinstru til Johnny, sum legði seg og sínar á odda. Tíggju minuttir seinni var hann aftur seinastur á eftir trunkaspæl, og so var 2-0. NSÍ sá út [...] gjørdi brotsspark móti klaksvíkingi, sum var sloppin inn um NSÍ-verjuna. Teir brustu knøini saman, og hóast málverjin var óheppin og noyddist út við skaða, var hann kortini heppin, tí hann ikki noyddist [...] . Johnny Skibenæs var fyri nøkrum árum síðani fastur maður á besta NSÍ-liðnum, og nú hann er komin heim aftur úr Danmark, spælir hann við 2. deildarliðnum. Hann hevur altíð havt góð fótbóltsevni og skeyt
føroysku skúlunum. Væl av fólki var komið saman í skúlanum., Foreldur, næmingar, lærarar, býráðslimir og eisini onkur løgtingsmaður, legði leiðina framvið at ynskja tillukku. Borð var sett upp fram við vegginum [...] við á liðnum, sum vann í fjør. Men hetta er ikki fyrstu ferð, Runavíkar Skúli vinnur slíka kapping, greiðir skúlaleiðarin, Ingvard Lamhauge, frá. Í sekstiárunum var eisini slík kapping, og tá vann Runavíkar [...] nin við mentamálum, Torbjørn Jacobsen. Men hann var so svangur, segði hann, at hann vildi hava kaffi og rundstykkir, áðrenn hann fór at tala. Tá tað var fingið niðurum, helt Torbjørn eina av sínum eyðkendu
gjalda 2000 krónur. Tá spurdur, um hann metir, at ein føroyingur hevði goldið 2000 krónur fyri at ligið í kamari saman við onkrum øðrum, sum kanska var ein tilvildarligur fremmandur, vísir Heðin Lamhauge [...] At velja sær út nøkur ávís ting, ið ikki eru eins góð og hini, gevur ikki eina rættvísa mynd búviðurskiftunum, heldur Heðin Lamhauge, sum beinanvegin er uppsettur at fáa nøkur fakta á borðið. - Har eru [...] ordiliga góð kømur, sigur Heðin Lamhauge. Rímiligar umstøður sum arbeiðsbústaður Eitt, sum gongur aftur hjá Heðini Lamhauge, er, at talan er um arbeiðsbústaðir, og altso ikki vanligar bústaðir. Hetta er sostatt
land, men Óli var ein dugnaligur og ógvuliga skilagóður formaður. Hann var ein maður, sum hevði fingurin á pulsinum og kendi øll viðurskifti í hesum partinum av vinnuni út í æsir. Tað var hansara sterka [...] Hann sigur, at tað var Føroya Fiskimannafelag sum boðsendi semingsmonnunum. Ikki fulltíðarstarv Álitisstarvið sum formaður í Føroya Reiðarafelag er ikki fulltíðarstarv, minni enn so. Hetta líkist meira einum [...] trupulleiki. - Eg havi fingið góða tíð til hetta. Tað er sonurin Ragnar, sum førir Anitu í skifti við Leiv Ryggshamar í Vági. Tað eru nøkur ár, síðan eg var umborð á Anitu seinast. So leingi, sum tað gongur
tí ætlaða. Alt arbeiði á pallinum var sera væl fyriskipað, soleiðis at alt tað, sum fór fram, var avtalað frammanundan í øllum smálutum. Eg kundi hugsað mær, at hetta líkist maskinviðlíkahald av flogførum [...] undirritaði í áttatiárunum metti um tað, sum skrivað var um trygd millum fiskimenn í heimsbókmentunum, var henda vinna greitt ein av teimum, sum var vandamiklast millum allar vinnugreinir. Og tað hevur [...] land til góðkenningar. Hetta var vanlukkuumráðið, har tað eftir mínari meining er nógv at læra í frálandavinnuni, soleiðis sum hon fer fram í Norðsjónum í dag. Um vit bert tóku ein lítlan part av varseminum
3-0 og var tí stórfavorittur at koma víðari, men Divock Origi og Georginio Wijnaldum vildu tað øðrvísi. Liverpool fekk skapt spenning í uppgerðina longu aftaná sjey minuttir, tá Divock Origi var fyrstur [...] ##med2## Í seinna hálvleiki kom Georginio Wijnaldum inn á miðvøllin. Tað skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð. Upp á tveir minuttir stutt inni í seinna hálvleiki skoraði hann tvær ferðir. Fyrst sendi [...] ikki at skapa nakað. Lionel Messi hevur óiva verið heimsins besti fótbóltsspælari hetta kappingarárið, men í kvøld var lítið argentinska bóltsnillingin. Liverpool skal nú spæla í Champions League finaluni
in var í ár, nýtti vit nógvar av teimum betru næmingunum hjá okkum, heldur enn at leita uttanlands. Gamaní merkti tað eisini skránna, stykkini vóru kanska ikki tey allar torførastu, men tað var ein góð [...] góð konsert og eitt gott upplivilsi hjá yngru tónleikarunum. - Tá so nýggjárskonsertin var, sendu vit aftur boð eftir dugnaligu tónleikarum okkara, sum búgva uttanlands. Á hendan hátt hava yngru tónleikarararnir [...] sigur hann. Í FMA er klassiskur tónleikur bólkaður í opna bólkinum, og Bernharður Wilkinson heldur hetta vera eitt sindur óheppið, tó at hann skilir tað væl. - Tað eru jú fáar klassiskar útgávur um árið