Bernharður Wilkinson tók fyri løtu síðani ímóti heiðrinum fyri ársins kór vegna Tórshavnar Kamarkór.
Áðrenn FMA fór í gongd fekk in.fo eitt stutt prát við hann um klassiskan tónleik í Føroyum.
- Vit eru heilt vist á rættari leið, sigur hann, og vísir á, at sera nógv ung spæla klassiskan tónleik, umframt at nógvir føroyingar gera um seg innan klassiskan tónleik í útlondum.
Nógv fólk skulu til fyri at manna eitt symfoniorkestur, og tað er givið, at so nógvar fulltíðar klassiskar tónleikarar verður torført at breyðføða í Føroyum. Vanligt er tí at fáa onkrar av útisetunum at koma til Føroya at spæla á stóru konsertunum hjá Føroya Symfoniorkestrið.
- Vit eru nú í tí hepnu støðu at hava so nógvar dugnaligar tónleikarar, at onkuntíð er ikki neyðugt at senda boð eftir útisetunum. Tá jólakonsertin var í ár, nýtti vit nógvar av teimum betru næmingunum hjá okkum, heldur enn at leita uttanlands. Gamaní merkti tað eisini skránna, stykkini vóru kanska ikki tey allar torførastu, men tað var ein góð konsert og eitt gott upplivilsi hjá yngru tónleikarunum.
- Tá so nýggjárskonsertin var, sendu vit aftur boð eftir dugnaligu tónleikarum okkara, sum búgva uttanlands. Á hendan hátt hava yngru tónleikarararnir okkurt at stremba eftir, sigur Bernharður Wilkinson.
- Avbjóðingin er at hava okkurt at bjóða teimum, tá tey flyta heim aftur. Har mugu vit leggja nakrar góðar langtíðar framtíðarloysnir, sigur hann.
Í FMA er klassiskur tónleikur bólkaður í opna bólkinum, og Bernharður Wilkinson heldur hetta vera eitt sindur óheppið, tó at hann skilir tað væl.
- Tað eru jú fáar klassiskar útgávur um árið her í Føroyum, og ofta eru tað somu fólk, ið luttaka á øllum, so tað høvdu kanska verið tey somu nøvnini, sum vunnu, sigur hann skemtandi.