Nielsen, sum ikki kom á vøllin fyrrenn miðskeiðis í 2. hálvleiki, skoraðu tvey í part. Verjan hjá Vejle var ússalig, men fyri teir i FCK er tað sjálvsagt hugaligt, at tað av álvara gekk undan við málskjótingini [...] at koma aftur á liðið minkaðu, tá teir, sum manna fremstu plássini, hava skorað nógv mál, men soleiðis tykist tað ikki vera longur. FCK venjarin hevur gjørt av, at fremsti álopsmaðurin á føroyska landsliðnum [...] av liðunum, ið eru niðanfyri FCK á støðutalvuni vunnu. Serliga óvæntað var tað, at OB fekk øll stigini í Aalborg. Hetta hevur við sær, at meistaraliðið, sum vitjaði á Tórsvølli síðsta summar, má metast
dómaraparið gav samanlagt átta útvísingar seinna hálva tíman. Kára á Dunga hjá Neistanum fekk tríggjar útvísingar, og tí eisini reyða kortið. Stóð á jøvnum beint fyri leiklok Og spenningurin vaks so hvørt sum [...] sigurin. Nú liggja tær á odda, men bæði Neistin og Kyndil hava eins nógv stig og Kyndil. Kyndlavenjarin, Sophus Dal-Christiansen, var eisini í góðum skørðum eftir dystin. Sjálvt tá tað gekk illa í seinna hálvleiki [...] harðliga fyri, og fyrra hálvleik vístu tær gott spæl, bæði í verju og í álopinum. Tær høvdu veruliga takið á bláa meistaraliðnum, og fyrsta korterið av dystinum varð Neistin niðurspældur. Kyndil kom fram um heili
eini sera offensivari verju. Hetta tók eisini H71-liðið á bóli fyrstu løturnar. Men tað er sera krevjandi at spæla við eini tílíkari verju, og tað gekk ikki so leingi, áðrenn hesin taktikkurin varð sleptur [...] var 11-9 til H71, og skriftin hómaðist á vegginum. Munurin ov stórur Í seinna hálvleiki fekk H71 trý tey fyrstu málini, og so var sloppið. Munurin kom nú upp á fimm mál, og eftir tað megnaði Kyndil ikki [...] og um teir megna at halda upp á fólkið, er væl hugsandi, at tað ikki verður tað seinasta. Meistaraheitið vinna teir neyvan í ár, men næsta kappingarár byrja øll liðini á null, og við sama liði kann H71
sjálvsagt eisini norðara hálva og syðra hálva, ið kjakast. At býráiðið á Tvøroyri fær sín stóra part hóskar, tá SALT er staðsett á Tvøroyri, og nógvir av leikarunum hoyra heima har, men oyggin hevur verið [...] tíðina “eru á”, tí har er sum so ongastaðni at goyma seg, heldur ikki millum pallskiftini, hóskar væl til kabarettina, ið sanniliga ikki leggur fingrarnar ímillum, og ikki fjalir nakað. Her er ferð á. Her er [...] aðalroynd, har ymiskt kann koma tvørtfyri. Men ikki her. Áskoðarin fekk í øllum førum eina kabarett, ið gekk sum á skinnarum. Sera stuttlig, ferðmikil og tónleikurin var væl spældur og hóskaði. Um ein skuldi givið
var eg á vøllinum alla tíðina, og í dag kendi eg tað soleiðis, at kundi havt spælt alla tíðina, men eg eri fegin um tann tíman, sum eg var á vøllinum, sigur Jákup L. Thomsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð [...] HB hevur í kvøld vunnið 3-0 á heimavølli ímóti Skála. Hetta er onnur ferðin í ár, at skálamenn fara úr Gundadali við 3-0 tapi ímóti HB, sum eisini vann 3-0, tá ið HB vitjaði undir Mýruhjalla. Sigurin kennist [...] kennist søtur hjá HB, sum tríggjar tær undanfarnu ferðirnar hevur tapt á útivølli. Serliga søtur kennist sigurin hjá Jákup L. Thomsen. Hann skoraði bæði fyrsta og annað málið, og nú hevur hann skorað 12
Sørensen aftur upp á spæl. Á brotsteigarmarkinum og eitt vet til høgru sneiddi hann longur mitt fyri, áðrenn hann smekkaði bóltin í handara síðunetið. Eitt sera vakurt mál, og so gekk tað heilt illa hjá [...] avrikinum í dag, sum eigur at benda á, at tað fer at eydnast at skava fleiri stig saman. Nýggi venjarin Thomas Thinggaard hevur eftir heilt stuttari tíð fingið meiri skipan á liðið – bæði í álopi og verju. [...] og Mattias Dahl Djurhuus var óheppin, at hann ikki í fyrra hálvleiki legði TB á odda. Við langskoti smekkaði hann bóltin á samankomingina aftanfyri Bjart Vitalis Mørk. HB – TB 4-1 (0-0) 1-0: Heini Sørensen
vita, at tað gekk galið, og vit vita, hvør hevði ábyrgdina – tað hevði nevndin í Eik Grunninum, sum var tann sama sum í Eik Bankanum. Granskingin av Eik Grunninum hevur intil víðari bara víst á viðurskifti [...] manglandi eftirlitið at verða kannað, men vit skulu ikki brúka ,5 milliónir upp á at kanna Eik Grunnin, heldur hann. Eisini Bárður á Steig Nielsen, sum er formaður í fíggjarnevndini, og som var ímóti at lata [...] at einki endurgjaldskrav kann gerast galdandi. Skrásetingin hevur tískil biðið um eina eykajáttan á eina millión, sum hon ikki hevur fingið. Í apríl 2013 gjørdi fíggjarnevndin av, at kanningarstjórin
hevur tørv á mær. Men um kvøldarnar havi eg lektiur, og tað er ikki soleiðis, at eg havi familju her, sum líka kann ansa Emiliu í nakrar tímar um kvøldið, meðan eg eri til arbeiðis. Tað gekk hart út yvir [...] tíðina. Hann vildi sjálvandi vera heima hjá okkum, tí tað gekk ikki so væl hjá Emiliu. Emilia fekk ikki etið fyri kolikkini, og tí vóru nógvir túrar út á sjúkrahúsið í tíðini eftir føðing. Endin gjørdist eisini [...] Emilia varð innløgd, og tá mátti Walther brúka hvønn døgurðasteðg úti á sjúkrahúsinum. – Tú ert allatíð stúrin fyri dóttrini. Eg sá væl á Walther, at hann var keddur. Og eg visti, at hann var illur um, at
góðar løtur at minnast aftur á, tá ið sterka ølið skuldu berast inn á lagrið. Viðhvørt hopaði okur, at onkur ølkassin fór í knús, so okur kundi fáa restina, áðrenn leiðin gekk í dans og jú tað riggaði viðhvørt [...] viðhvørt. Okur 8 børnini og øll abba, ommubørnini, minnast bert á góðar løtur inni á barnaheiminum hjá okkum. Hetta fáa nú øll langabbabørn og langommubørnini eisini stóra gleði av og tað er at vera takksamur [...] túraranir norđur tìl Sjùkrahúsiđ á Tvøroyri eru tíverri nógvir av ístađin. Okur vóna sjálvandi, at tú blívur betri fyri, so at tú eitt nú kann fara viđ el - súkkluni ein túr út á Garđarnar til handils hjá Aleks
Vit minnast tí aftur á tær mongu hugnaligu løturnar heima í stovuni hjá tær og ommu. Heimið hjá tykkum hevur nevniliga altíð verið miðdepilin, tá ið familjan samlaðist. Serstakliga á jólum, tá ið øll vóru [...] tykkara, og høvdu tit tí altíð vitjan onkrastaðni frá. Vit minnast eisini, hvussu tú altíð gekk og rokaðist úti á trøðni í tíni grønu ketildrakt og puntuta hatti við antin trillibør, rívu ella spaka í hondini [...] svaraðu: “abbi.” Hetta gjørdi tú hvønn dag - líka til tað síðsta, abbi. Tá ið tú so keypti húsini á Skarvanesi, gekk leiðin ofta hagar. Tú veruliga elskaði Skarvanes. Tú segði, at tað var umhvørvið har, ið dróg