Heini bjargaði HB úr tronganum

TB var í hugaligari útgávu í Gundadali, har heimaliðið skoraði avgerandi málið, tá ið tað restaðu fimm minuttir og so gekk tað skjótt

Síðsta bríksl hevur verið í Gundadali, har HB seinnapartin hevði vitjan av TB. Máltalvan sigur 4-1, og harvið heldur góða gongdin fram hjá HB, sum síðani André Olsen tók við venjarastarvinum hevur vunnið seks dystir og spælt javnt ímóti KÍ.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur. Heini Sørensen legði heimaliðið á odda seks minuttir eftir steðgin, eftir at TB misti bóltin í uppspælinum.

 

Tá kendist tað sum um, at hetta var mønustingurin hjá TB, sum av álvara hevði víst seg frá góðari síðu. Soleiðis var tað ikki, tí 13 minuttir undan leikloki javnaði TB til 1-1. Mohamed Samba, sum TB fyrr í ár leigaði frá HB, smekkaði til av brotsteigarmarkinum, bólturin brast í tvørtræið, og millum fleiri mótstøðumenn var tað Aron Arnholdsson, sum javnaði til 1-1, tá ið bólturin dalaði niður aftur. Møguleikin kom í, tá ið HB misti í uppspælinum.

 

So lúrdi sensatiónin. TB spældi við sjálvsáliti, og heimamenninir vóru ikki sørt strongdir, nú tað snúði seg um at skora sigursmálið.

 

Hjá TB var tað smeitur, at stýrimaðurin í miðverjuni Amidou Diop noyddist skaddur av vøllinum, hóast Ahmed Ndende Guéye var skikkaður avloysari.

 

TB helt tørn um javnleikin, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá var eyðsýndi Heini Sørensen aftur upp á spæl. Á brotsteigarmarkinum og eitt vet til høgru sneiddi hann longur mitt fyri, áðrenn hann smekkaði bóltin í handara síðunetið.

 

Eitt sera vakurt mál, og so gekk tað heilt illa hjá TB. Liðformaðurin Ragnar Joensen sá reytt fyri annað gula kortið, og so skoraði miðvallarin Sammy Skytte tvey mál í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Tað fyrra við brotssparki og tað seinna eftir horna úr vinstru.

 

4-1 til HB sum heldur tørn um næstfremsta plássið, og sum er fremsti avbjóðarin hjá oddaliðnum KÍ.

 

TB fer suður aftur í kvøld við 4-1 tapi og støðu undir niðurflytingarstrikuni. Kortini var tað nógv í avrikinum í dag, sum eigur at benda á, at tað fer at eydnast at skava fleiri stig saman. Nýggi venjarin Thomas Thinggaard hevur eftir heilt stuttari tíð fingið meiri skipan á liðið – bæði í álopi og verju. Ungir tvøradreingir spæla við alt størri sjálvsáliti, og Mattias Dahl Djurhuus var óheppin, at hann ikki í fyrra hálvleiki legði TB á odda. Við langskoti smekkaði hann bóltin á samankomingina aftanfyri Bjart Vitalis Mørk.

 

 

 

 

 

HB – TB 4-1 (0-0)

 

1-0: Heini Sørensen

 

1-1: Aron Arnholdsson

 

2-1: Heini Sørensen

 

3-1: Sammy Skytte br

 

4-1: Sammy Skytte

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Hein Sørensen, Noah Mneney, Sammy Skytte, Ári Mohr Jónsson – Emil Grønn Pedersen, Jákup L. Thomsen

 

TB: Anders Tønnesen – Torkil Úlvur Jespersen Holm, Amidou Diop, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson –  Mohamed Samba, Nikolei Johannesen, Mattias Dahl Djurhuus, Aron Arnholdsson, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen – Samudeen Musah