Zachariasi, men hann sigur seg kenna til, at onkur kundi hugsað sær at fingið eins fríar teymar til at gera sendingar, sum hann hevur. - Til tað plagi eg at siga, at eg havi vaskað upp fyri mínar sendingar [...] ár stríðast fyri at sleppa av mína fortíð í barnasendingunum, og eg haldi, at fólk høvdu trupult við at taka meg í álvara, tá eg fór at gera tilfar til tey vaksnu. Zacharias fór undir at gera sunnukvøldssending [...] metta at hoyra heima í Norðurlandshúsinum. Sendingarnar snúðu seg um fólk, og tað, tey vistu at siga frá ella høvdu upplivað. Fyrst í 90?unum fór Zacharias eisini undir at gera tær sendingarnar, sum hava
um tað var Hitler ella onkur annar, sum mannaði Førarasessin. Og nú rópar heimurin aftur bart. Ikki talingur um, at ein nazistuðul skal sleppa at sita í stjórn í einum landi, sum júst er tikið upp í fe [...] byrjaðu teir at seta nýggjar spurningar til tilveruna. Teir vóru ikki heilt nøgdir við, at ein gudilig forkláring var upp á alt í lívinum. Teir ásannaðu, at menn vóru føddir við skili og at hendan skil [...] eisini vandi fyri, at høgrakreftirnar aftur fara at vakna og londini kring Eysturríki kunnu aftur gerast ein krúttunna, sum tey hava verið fyrr. Spurningurin um hønuna ella eggið var ringur at svara fyri 2400
til dystirnar. Spennandi Einki er at ivast í, at talan í báðum førum verður um tveir sera spennandi dystir, har so at siga alt kann henda. Onkur vil kanska vera við, at Neistin á mannfólkasíðuni og betra [...] megnaði liði kortini at varveita eitt máls leiðsluna frá fyrra dystinum, soleiðis at finalusessurin kundi tryggjast. Helst er tað eisini ein fyrimunur hjá Kyndli, at finaludysturin so at siga kann bjarga teimum [...] upp til eina sera spennandi og undirhaldandi finalu. At ytru karmarnir verða í lagi er lítið at ivast í, og leikararnir fara helst at gera sítt til, at undirhaldið á vøllinum skal verða eins gott og uttanfyri
bakkinum. Sum, hálvleikurin leið, byrjaði kyndilsverjan at fáa betri fatur á Heina, soleðis at verjan rullaði við, tá hann skuldi spælast upp til skot. Verri var statt hinumegin, og satt at siga gjørdi Áki [...] Áki júst sum honum lysti. Skotini brakaðu avstað, og Lars kundi ikki gera tað stóra fyri at verja meskararnar aftan fyri seg. Ivaleyst hildu neistaviðhaldsfólkini, at sigurin var so at siga vísur, og tá [...] ferð, og neyvan seinastu ferð, at teir báðir verða mansvardir, og tískil skuldi ein trúð, at liðið var fyrireikað upp á, at henda støðan tók seg upp. Tað, sum hendi, var tó, at als einki hendi. Neistin fekk
hálvleik var heilt týðuligt, at teir vóru betri fyri, enn vit vóru. Okkara menn orkaðu ikki at bjóða seg til, og teir, sum høvdu bóltin, orkaðu ikki annað enn at senda langt fyri at fáa luft, og so mátti tað [...] mær, at hann hevði álit á mær, tí hann helt, at tað hevði gingið væl undir venjingini. Eg skal ikki dylja, at eitt sindur av fjáltri var á fyrstu minuttirnar móti Finnlandi, men tað var skjótt, at alt var [...] men eg fari ikki at siga, at dómurin ikki var rættur. Íslendingar javnaðu til 2?2 tólv minuttir eftir steðgin, og tá var aftur brotsspark. Ta ferðina var tað Jens Kristian Hansen, sum fór eitt sindur skeivur
avboð, og venjarin duldi ikki, at hann harmaðist um hetta. Allan Simonsen plagar ikki at siga so nógv um sínar ætlanir, men ta ferðina segði hann, at hann hevði umhugsað at latið Fróða Benjaminsen verið [...] Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er møguleiki fyri, at hann ? sum tann fyrsti ? fer at runda teir fimti landsdystirnar seinni í ár. Um hetta skal gerast veruleiki er treytað av, um Allan Simonsen velur [...] Óla Johannesen og Jens Kristian Hansen. Hesa ferð vísti venjarin, at hann hevur ikki avskrivað Jan Dam. Venjarin plagar at siga, at hann fegin vil hava fótbóltsspælarar á øll plássini á liðnum, og hesa
Úrslitið av dystinum var, at ÍF vann 2-0 á SÍ. Úrslitið hevur við sær, at liðini nú liggja púrasta jøvn í botninum og tað verður tann seinasti dysturin teirra millum, sum kemur at gera av hvat av liðunum [...] fliðuna hjá teimum, og teir hava tapt og tapt. Ilt er at siga hvør orsøkin er, men ein teirra er uttan iva, at leikararnir eru rættuliga spjaddir. Onkur lyklaleikari hevur verið til skips í seinastuni, og [...] fekk Mjølnir at kenna í heyst. Royndirnar hjá Bjarna og Kenneth eru uttan iva tað, sum hevur borið liðið ígjøgnum hetta strævnað árið og nú sær tað út til at bera ávøkst. Stuttligt verður tí at síggja, um
Javnaðarflokkin luttekur eisini onkur av tingmanningini. Enn er ikki heilt greitt, hvør hetta verður. Øll eru vælkomin á fundin, sum verður klokkan 14 leygardagin, siga Michael Jensen, Unga Sambandið og [...] sambandsungdómar funnið nøkur evni, har semjan ikki er so løtt at hóma teirra millum. Tey hava valt eitt evni í part og tað eru hesi evnini, sum lagt verður upp til kjak um á almennum limafundi á Hotel Hafnia
nakað, fyri at teir sluppu at nýta okkara tilfeingi. Tað sum hendi í 1994 var sostatt, at allir føroyingar góvu nøkrum fáum eina gávu uppá fleiri milliónir krónur. Legg til merkis, at øll sum eru komin inn [...] uppskotið um ein fiskidagamarknað at gera. ?At Bjarni Olsen samstundis við at vera formaður í Búskaparráðnum er stjóri í Føroya Sparikassa hevur slett einki við uppskotið at gera. ?At limirnir í Búskaparráðnum [...] galdandi, hevur sum so einki at gera við meginregluna um, at Føroya fólk skal selja fiskirættindi og ikki lata tey ókeypis. Tað ber væl til at selja langtíðarrættindi ? tað er hetta sum hendir í dag, men
sær, nú tey vóru savnað so at siga eitt heilt vikuskifti. Sum omanfyrinevnt, so vórðu tað Skeggjar úr Gøtu, sum fingu flestu heiðursmerkini, men tað var nú ikki soleiðis, at gøtufólkini tóku alt til sín [...] gøtufólkini, sum sótu eftir við flestu heiðursmerkjum. Annars frætta vit frá fyrireikarunum, at kappingin var sera væl eydna. Nógvir áskoðarar vóru til staðar, tá kappast varð, og einki er at ivast í, at luttakararnir [...] ymisk svimjifeløg, sum komu úr øllum landinum. Skeggjar fekk flest heiðursmerki Lagt varð til brots fríggjakvøldið, tá elstu luttakararnir royndu seg í teimum fýra svimjigreinunum, sum vanliga verður kappast