Svumu í Gøtu

Um vikuskiftið var stór svimjikapping í Gøtu, har 182 luttakarar úr trimum teimum yngstu aldursbólkunum luttóku

Teir 182 svimjararnir umboðaðu sjey ymisk svimjifeløg, sum komu úr øllum landinum.


Skeggjar fekk flest heiðursmerki

Lagt varð til brots fríggjakvøldið, tá elstu luttakararnir royndu seg í teimum fýra svimjigreinunum, sum vanliga verður kappast í.

Leygarmorgunin fóru yngru luttakararnir í gongd, og síðani varð hildið fram, til allar kappingargreinarnar vóru avgreiddar.

Til samans var talan um 34 ymsar kappingargreinar, og tá avtornaði vórðu tað gøtufólkini, sum sótu eftir við flestu heiðursmerkjum.

Annars frætta vit frá fyrireikarunum, at kappingin var sera væl eydna. Nógvir áskoðarar vóru til staðar, tá kappast varð, og einki er at ivast í, at luttakararnir eisini stuttleikaðu sær, nú tey vóru savnað so at siga eitt heilt vikuskifti.

Sum omanfyrinevnt, so vórðu tað Skeggjar úr Gøtu, sum fingu flestu heiðursmerkini, men tað var nú ikki soleiðis, at gøtufólkini tóku alt til sín.

Øll feløgini fingu onkur merki við sær heim aftur, og varð samlaða býti soleiðis:


Skeggjar, 10 gull, 8 silvur og 7 bronsu

Havnar Svimjifelag, 10. gull, 7 silvur og 4 bronsu

Tvøroyrar Svimjifelag, 7 gull, 10 silvur og 6 bronsu

Ægir, 2 gull, 1 silvur og 6 bronsu

Flot, 2 gull og 4 bronsu

Fuglafjarðar Svimjifelag, 1 gull og 1 silvur

Vágs Svimjifelag, 3 silvur og 2 bronsu