Ungt kjak um liberalismu og sosialismu

Leygardagin skipa Unga Sambandið og Sosialistiskt Ungmannafelag fyri kjakfundi á Parnassinum á Hotel Hafnia. Evnini eru útbjóðing av almennum ognum og miðsavnan og miðspjaðing

Unga Sambandið og Sosialistiskt Ungmannafelag hava funnið saman í samstarv.

Feløgini meta seg nøkulunda samd í fullveldismálinum, ið eftir teirra tykki eisini er tugt og tanlað.

- Tað eru eisini onnur mál, ið hava áhuga, sigur Michael Jensen, frá Unga Sanbandinum.

- Samstarv var fyrst millum Unga Tjóðveldið og sambandsungdómin. Síðani stakk Sosialistiskt Ungmannafelag seg upp. Síðani skipaðu øll 3 feløgini fyri ymiskum, t.d. almennum fundi um fullveldismál, sigur Michael Jensen.

Nú hava javnaðarungdómar og sambandsungdómar funnið nøkur evni, har semjan ikki er so løtt at hóma teirra millum. Tey hava valt eitt evni í part og tað eru hesi evnini, sum lagt verður upp til kjak um á almennum limafundi á Hotel Hafnia klokkan 14 leygardagin komandi.

Sambandsfólkini hava valt útbjóðan av almennum ognum. Javnaðarfólkini hava sett á skránna miðsavnan og miðspjaðing.

Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins, luttekur fyri Sambandsflokkin. Fyri Javnaðarflokkin luttekur eisini onkur av tingmanningini. Enn er ikki heilt greitt, hvør hetta verður.

Øll eru vælkomin á fundin, sum verður klokkan 14 leygardagin, siga Michael Jensen, Unga Sambandið og Kristoffur Gaardlykke, Sosialistiskt Ungmannafelag.