klókur maður segði - alt er relativt. Eitt var at ganga í S`ið, sum var í Quillingsgarði. Her gekk hon at læra "at seyma og taka mál" . Navnið komst av, at hesar tríggjar konurnar, sum lærdu frá sær se [...] fór hon í húsið hjá mostrini í Havn at vera. Frá fyrsta degi hevur hon trivist stak væl millum havnafólk, sum hon altíð hevur róst. Stuttligt er at hoyra hana siga frá sínum ungdómsárum í Havn, og hvussu [...] lærdi hon nógv av at vera í húsi hjá Zakariasi á Skipafelagnum og Birruni, sum hon varð so góð við, og har hon kom at vera, tá hon var seytjan. Meðan hon tænti undir Pisuvarða, kom hon at kenna pápa okkara
eru byrjað at drekka, tá tey fara í býin. - Fyrr hevði eg tað soleiðis, at eg ætlaði mær ongantíð at byrja at drekka, tí eg var bangin fyri at enda sum babba. Eg helt, at kjansurin fyri, at eg eisini fór [...] eisini at síggja tað á eygunum. Eg gjørdist altíð ørg, minnist eg, tá hann royndi at spæla edrúur, tí eg visti væl, at hann var fullur, sigur Sára. Av tí at foreldrini ikki livdu saman, var avtalan, at Sára [...] ikki sjálv at vera hjá honum, tá hann var skít. Tá var hann akkurát sum eitt barn, sjálvt um hann royndi at fjala fyri mær, at hann ikki var edrúur, greiðir Sára frá. Sára hevði altíð ilt við at skilja, hví
dugi væl at lurta. Syngur tú undir brúsuni? Sjálvandi, bæði hart og væl. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? Burtursæð frá at tað skorar so mega væl at spæla okkurt og at tað er tí at flestu [...] ólukkan. Heldur ikki fótbóltsspælari. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? Eg haldi sum Adorno, at tónleikurin er ein hin størsta listagreinin, men at hon er herviliga álopin av kommersiellari misnýtslu. Eg [...] hjá Bee Gees. Hvør er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? Eg minnist, at eg og ein vinmaður høvdu sum eini 7-8 ára gamlir sníkt okkum at lurta eftir eini plátu hjá stórusystrini hjá honum.
til Havnar at ganga í skúla, grunaði eg ikki, at eg ongantíð fór at flyta vestur aftur at búgva. Í Havn, tað var eg ið hvussu er vísur í, har vildi eg ikki enda. Hevði tað ikki verið so, at eg noyddist [...] aftrat, at vit mugu læra at elska land og fólk av reinum kærleika?. Takk fyri, tit sum vístu mær tann heiður, at bjóða mær at røða her í dag, og takk tit øll, sum so mannsterk eru komin higar at lýða á [...] bygd at ganga í skúla eftir summarfrítíðina, og vit sóust so væl aftur í býarmyndini, at ikki var sørt, at forvitnast varð eftir, hvaðan vit komu, og hvørjum fólki vit vóru av. Ein dagin minnist eg, at
tora í dag at hyggja útlendskar fyritøkur í eyguni. Hann vísir á, at tað eru fyritøkurnar sjálvar, sum hava borið tað fíggjarliga í hesum luttøkum. - Eg veit næstan ikki um fyritøkur at siga seg hava iðrað [...] avbjóðingum, og í Vinnumálaráðnum fari eg at seta meg inn í nýggj – og viðhvørt yvirornað - mál. Eg eri spentur upp á hesa uppgávu, og eg føli, at eg havi nógv eftir at geva. Har eru nógvar uppgávur, sum eg [...] mær verður, sum higartil, at gera mítt til at byggja uppaftur betri karmar um føroyska vinnu. Kjartan Kristiansen hevur sum stjóri á Menningarstovuni eitt nú verið við til at víst føroyskari vinnu út um
hjálp, at hava tað gott í komandi tíðum, sjálvt um tað verður tungt. Tað verður so ofta sagt, at tíðin lekir øll sár, sjálvur haldi eg ikki at tað er so, men tíðin lærir okkum, og noyðir okkum at liva við [...] slíkar dagar fyrr, og koma nokk eisini at royna tað aftur, tíverri. Viljálmur var nøkur av sínum barnaárum í Skúgvi, tí kenna vit hann so væl. Fyrsta eg minnist um at Vilhjálmur skuldi koma til Skúvoyar, [...] so fittir, at ikki bara eg, men øll blivu góð við teir. Fyri okkum her suðuri hava teir líka síðani verið skúvoyingar Sum sagt so kendust eg og Viljálmur sera væl, eg haldi eg kann siga, at vit vóru u
Nú vil eg royna at skriva nøkur minningarorð um mín elskada beiggja Robert, sum eg elskadi yvir alt her á jørð. Ikki er tað nemt at sita og skriva, og saknurin er so stórur. Minnist sum tað, sum var tað [...] nakrar mánaðir og fekk arbeiði í Runavík, og í frítíðini komst tú at arbeiða í handli saman við mær, har eg helt tú fórt at fortseta, helt at hetta tímdi tú orduliga væl, men nei, eftir eitt hálvt ár fórt [...] hetta havi eg fortalt tær fleiri ferðir, og tú smíltist eftir mær og helt, at eg hevði verið nakað herkut, men nei góði, tað var tí, at eg var so góð við teg, og tað visti tú eisini væl, vit bædi høvdu so nógv
sýndi fram var í listaskálanum í apríl mánað í ár. At Frits er fjølbroyttur í sínum virki, er einki yvir at dylja. Umframt tað, sum longu er nevnt, at hann er virkin innan tónleik og málningalist, er hann [...] 22. mai fyllir Frits Johannesen 60 ár, og hóast árini siga sum er, er hann enn líka spelkin sum fyri tjúgu árum síðan. Hvønn leygarmorgun er hann at síggja í svimjihylinum, har hann leggur pensjonistunum [...] legði seg eftir at læra meira um tónleik og sang. Ì 2ooo-01 var hann aftur á ársskeiði, har málningalistin var høvðusfakið. Frits hevur eisini roynt segt sum politikara; árini 1976 - 84 sat hann í Fuglafjarðar
Marionnu hevði tað eisini tann týdning, at tey sluppu at flyta heim at verða, og eg kann ikki siga, hvussu ofta eg síðani hava hoyrt tey siga frá síni gleði yvir, at hetta gjørdist møguligt, tí hjá teimum [...] Tað er ogn okkara at eiga altíð, og at vit virðismeta tann arvin kunnu vit best vísa við at umsita hann væl. Eg kann tí ikki lata hetta høvið fara frá mær til at harmast, sum eg veit, at Christian Matras [...] Heðin Brú er farin í ánna at veiða síl, at hann sær fólk daga á røðini. Tað næsta, sum hendir, er, at hann hoyrir hetta rópa okkurt, og so við og við eydnast honum at hoyra, at hetta, sum rópt verður, er:
Joensen minnist væl, hvussu tann kenslan var. - At fáa boðini um, at dóttir tín er sjúk, og at tað er nakað so álvarsamt sum krabbamein í heilanum, tað er eitt totalt sjokk. Tú roynir bara at fylgja við [...] 20 í Klaksvík. - Vit royna at liva soleiðis, at sjúkan ikki skal fylla so nógv, men sjálvandi er gerandisdagurin nógv merktur av, at Tóra hevur verið so sjúk. Og óttin fyri, at hon kann gerast sjúk aftur [...] ikki anar fer at yvirliva. Tú veitst akkurát einki, sigur Tummas Joensen, sum minnist aftur á dagin, áðrenn tey skuldu til Danmarkar, sum rættiliga kaotiskan. - Tá vit fingu at vita, at vit skuldu avstað