Mamma er ættað av Slættanesi, haðani hon hevur nógv góð minni, tó bert sum staðið, har hon plagdi at ferðast hjá ommuni og abbanum. Trý ára gomul fluttu tey til Sandavágs, og hennara fyrsta skúlaár gekk hon í "Bollanum", sum skúlin í Sandavági tá varð róptur. Hetta komst av, at her hevði verið fiskabollavirki, og væl minnist hon leivdirnar frá hesum virkseminum í skúlanum, m.a. komfýrin tey høvdu brúkt at kóka bollarnar á. Haðani fóru tey til Vestmanna, sum fyri hana er heimbygdin.
Fimtan ára gomul fór hon í húsið hjá mostrini í Havn at vera.
Frá fyrsta degi hevur hon trivist stak væl millum havnafólk, sum hon altíð hevur róst. Stuttligt er at hoyra hana siga frá sínum ungdómsárum í Havn, og hvussu nógvir møguleikar hon helt vera í Havn tá í tíðini!! Men, sum ein klókur maður segði - alt er relativt. Eitt var at ganga í S`ið, sum var í Quillingsgarði. Her gekk hon at læra "at seyma og taka mál" . Navnið komst av, at hesar tríggjar konurnar, sum lærdu frá sær seymikynstrið, allar itu Suffía. Eisini lærdi hon nógv av at vera í húsi hjá Zakariasi á Skipafelagnum og Birruni, sum hon varð so góð við, og har hon kom at vera, tá hon var seytjan.
Meðan hon tænti undir Pisuvarða, kom hon at kenna pápa okkara, sum tá stóð í handlinum hjá Hansi undir Kletti (Hans Joensen). Hann skuldi læra til "handilskommis", sum tað so fínt æt tá á døgum. Ja, fínt skal tað vera. At gerast krambakallur var ivaleyst ikki komið frá honum sjálvum, og tí varð honum skjótt greitt, at tað var heldur sjógvurin sum dró. Tá børnini komu, valdi hann at gerast heimamaður burturav, fekk starv á Telefonverkinum, sum síðan gjørdist lívsstarv hansara.
Í 1938 giftust tey inn hjá verforeldrum hennara í Dr. Jakobsensgøtu ella "Statsvejen", sum tað tá varð rópt. Seinni fluttu tey niðan í Bug, har umstøður vóru at fáast við træðarbrúk, sum tey bæði høvdu stóran áhuga fyri. Fyri okum fimm børnini, Heri, Hans Eli, Kristjan, Gisleyg og Katrina hevur tað verið spennandi bæði at vaksa upp niðri í Havnini og á trøðni, sum tá var í óbygdum - við kúgv, seyði, og flogfenaði av allahanda slagi.
Fyrst í sekstiárunum, tá børnini so smátt vóru við at koma undan, fór mamma á Bacalao at arbeiða. Eitt arbeiðspláss, sum hon hevur alt gott at bera, og sum hon sigur, veruliga var merkt av solidariteti ikki bara millum fólkið á gólvinum, men eisini mótvegis arbeiðsplássinum. Skjótt fór hon uppí fakfelagsarbeiði og sat í nevndini fyri Havnar Arbeiðskvinnufelag út við átjan ár. Sum sannførd javnaðarkona var størsta uppgávan fyri henni at virka fyri javnrættindum. Við Andreu Árting á odda megnaðu hesar røsku fakfelagskonurnar, at vinna konufólki líka løn fyri líka arbeiði, sum sjálvt summar konur tá hildu vera ovboðið. Alt arbeiðið gjørdu tær sjálvar. Hetta yvirforbrúkið í dag av sakførarum í samráðingum, heldur hon lítið um. Tað bara dýrkar og leingir um tilgongdina.
Vanligt vit og skil heldur hon vera munabesta samráðingaramboðið.
Nú Føroya Tele fekk til vega barnaansing, mintist hon aftur á, hvussu hesar somu fakfelagskonurnar royndu hetta sama fyri skjótt hálvari øld síðan. Allar arbeiddu tær á Bacalao uttan forkvinnan. Tá nógv arbeiði var á virkinum, sóu tær, hvussu tað ofta stóð á at fáa fólk. Harafturat lógu børnini hjá fiskafólkinum ofta endilang á bryggjuni og fiskaðu murtar og vóru til stóran ampa. Tí søktu tær kommununa um grundøki millum Bacalao og Hospitalið, sum tær hildu vera so mikið stór arbeiðspláss, at grundarlag var fyri barnagarði til hesi. Tó varð hetta av ongum.
Nú hon fyllir níti, og vit sita og líta aftur um bak, renna fram nógv góð og rík minni. Hon hevur verið røsk, arbeiðssom og mest av øllum hevur hennara glaða lyndi mangan verið til lætta og eggjan hjá teimum, hon hevur verið saman við. Tó hevur heldur ikki hon verið spard fyri stóra sorg. Bert fimm ár eftir at pápi okkara doyði, mistu vit Kristjan, yngsta beiggja okkara. Tann sorgin nívur dagliga. Tó enn fevnir hon víða, eisini um síni sekstan ommu- og átjan langommubørn. Fylgir væl við í tí, sum fyriferst í samfelagnum, og kemur við sínum ofta sera beinraknu viðmerkingum. Enn er hæddarpunktið í eini hvørjari veitslu, tá hon heldur røðu, sum hon so hegnisliga dugir at flyta fram. Fyri okkum er hon miðdepilin í familjuni, og hugnaligt er at vitja í heimið, har hon býr einsamøll og enn klárar seg væl. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og alt gott framyvir.
Børnini