og Kristian Høgni Jacobsen møtti flata innlegginum, sum hann kanóneraði í meskarnar. Í staðin fyri 2-0 til B68 var støðan 1-1, og eingin ivi kundi vera um, hvør var sinniliga omaná undir hvíldini. Stórsigurin [...] soleiðis sum tað tørnaði út, so var einki at siga til, at teir vunnu. Teir høvdu fleiri møguleikar í 2. hálvleiki, og meðan tað var 1-0 til B68 í 1. hálvleiki, stútaðu teir á heimaliðnum eitt innlegg í stólpan [...] munnu høvdini hanga, nú teir eru farnir í summarfrí. Tað svíður í tveimum umførum at tapa samantalt 9-2, og burtursæð frá einstøkum lítlum glottum, so má staðfestast, at heldur ikki hea ferð hekk tað saman
Tey bæði grannafeløgini, NSÍ og GÍ, vóru undan vikuskiftinum jøvn í stigum í 2. deild. Leygardagin tókust gøtumenn og teir á Skálafjørðinum í Runavík, og úrslitið ger, at GÍ kann halda summarfrí við eitt [...] men teir vóru lítið vandamiklir, tí Dagfinn Olsen var sera sterkur í miðverjuni hjá heimaliðnum. Í 2. hálvleiki vendist alt upp og niður eftir einari lítlari løtu. Fyrstu fimm minuttirnar hevði NSÍ tveir
Eitt nú kom Sasha leysur í 1. hálvleiki, men vinkulin var ov spískur, og so spurdist einki burturúr. Í 2. hálvleiki hekk tað illa saman hjá GÍ eina góða løtu, og tá var spælið hjá TB úti á miðjum vølli betri [...] betri skipað. Men tvørámenn megnaðu ikki at spæla seg til teir stóru møguleikarnar, og tá GÍ økti til 2-0, og ein av TB spælarunum varð vístur av vøllinum, var eingin ivi um, at stigini fóru at verða í Gøtu [...] tóktist sum um fjáltur var á teimum gulu, ið ikki fingu spælið at flóta. Eftir at teir vóru komnir upp á 2-0, var útselt hjá TB spælarunum, og so hevði GÍ fleiri møguleikar, t.d. kundu bæði Poul Ennigarð og
málinum hjá sumbingum, bæði í mann móti manni støðum og tá hann fór út úr málinum. KÍ økti til 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki, og aftur hesa ferð var tað John Hansen, sum skoraði. Eftir innlegg frá Arnoldi Joensen [...] tóktist vera púra óskalaður av smeitinum, hann fekk næstseinast. Leon Kjærbæk spældi á miðvøllinum allan 2. hálvleik, og hann er bara sekstan ára gamal. Síðstu tíggju minuttirnar kom uppaftur ein sekstan ára [...] klaksvíkingur ansaði mótstøðumonnunum. Støðan var steypafinalan umaftur. Kurt gjørdi bart Um miðjan 2. hálvleik gjørdi KÍ venjarin av at skifta Kurt Mørkøre inn í álopið. Hann hevur drigist við skaða í
var eisini hesaferð. EB/Streymur var á vitjan og skuldi royna at fáa steypið, sum tað varð spælt um í 2. deild, ígjøgnum tunellina saman við stigunum. Royndin eydnaðist illa, men eina lítla løtu í 1. hálvleiki [...] Kristian Eliasen leysan, og umframt málið hjá honum hevði LÍF tveir aðrar stórar møguleikar fyrra umfarið. 2. hálvleik, tá LÍF spældi meiri beinleiðis, var munurin á liðunum sjónskur. Heimaliðið kom á odda eftir
deild, mundu tað vera mong, ið roknaðu teir sum kanónføði og harvið at teir fóru skjótt niður aftur í 2. deild, akkurát sum teir gjørdu í 1991. Higartil hava sumbingar gjørt hesum spádómum til skammar. Teir [...] einki, sum bendir á, at teir fara at enda á niðasta plássi og harvið fara at flyta beinleiðis niður í 2. deild. Teir siga sjálvir, at høvuðstrupulleikin er, at teir hava ongan upplagdan málskjútta, men teir
eisini at frøast um, at útbúgvingin eisini gevur rættindi til at lesa víðari annaðhvørt tað nú er eftir 2 ára útbúgving ella eftir 3 ára útbúgving. Her er farið fram við skili og tað er ein heiður fyri tykkum
stur í 1. deild hjá monnum er spældur á niðara graslíkisvøllinum hjá havnarfólki. HB vann dystin 3-2, men hóast úrslitið kundi bent á tað, so var millum lítið og einki av spenningi í dystinum, sum bar [...] hann setti bóltin í tóma málið til 3-1. ÍF hevði ikki veruliga megnað at hótt HB-málið við støðuni 2-1, og tá tað nú bleiv 3-1, var vinnarin funnin. HB-verjan hevði eisini ráð til at taka sær ein lítlan [...] slang tveir minuttir seinni, tá hon loyvdi Eyðálvi Petersen ígjøgnum í høgru síðu, og hann minkaði til 2-3. Restina av dystinum trillaði HB heim, og teir fara nú í summarsteðg við 23 stigum ? einum færri enn
hevur als ikki gingið eftir vild hjá vágamonnum í ár, og undan hesum umfarinum lógu teir langt niðast í 2. deild og høvdu enn ikki vunnið ein dyst í landskappingini. Leygardagin vóru hvalbingar, sum hava staðið [...] trupulleikar á útivølli, í Vágum, og tað sluppu teir ikki væl frá. FS Vágar vann dystin ikki minni enn 7-2, og tað var ein óvæntað stórur sigur fyri eitt lið, sum frammanundan ikki hevði vunnið í kappingini [...] at teir leygardagin mistu ein mann lutfalsliga tíðliga í dystinum, men soleiðis kann tað ganga, og 7-2 er ov nógv at tapa móti einum botnliði.
B71 sær nú út til at hava funnið stevið, og leygardagin varðveittu teir oddasessin í 2. deild. Tað gjørdu teir við at vinna 3-0 á B36, sum hinvegin ikki kann fáa nøkur støðug úrslit burturúr sínum dystum [...] hornaspark varð bólturin spældur út frá aftur til Eli Hentze. Hann fann Jónsvein Thomsen, og toppskjúttin í 2. deild kundi púra leysur leggja heimaliðið á odda. Nakað seinni kundi Finn Mørk við eitt sindur hepni [...] avgjørdur. Eli Hentze økti til 3-0 upp á fríspark, so allur ivi varð beindur til viks. Tað var sera javnt í 2. deild áðrenn hetta umfarið, men aftan á dystirnar hetta vikuskiftið loysnaði eitt sindur. B71 er ovast