B71 heldur fast um oddasessin

Fótbóltur, 2. deild: Sandoyingar vunnu 3-0 á B36 og eru framvegis ovast í næstbestu deildini

B71 sær nú út til at hava funnið stevið, og leygardagin varðveittu teir oddasessin í 2. deild.

Tað gjørdu teir við at vinna 3-0 á B36, sum hinvegin ikki kann fáa nøkur støðug úrslit burturúr sínum dystum.

Sandoyingar vóru við yvirlutan allan fyrra hálvleik, men tað gekk striltið við at fáa úrtøku burtur úr kjansunum, so fyrstu 45 minuttirnar komu eingi mál, eisini tí at B36-verjan spældi væl.

Men seinni hálvleikur var ikki gamal, tá B71 fekk hol á. Eftir hornaspark varð bólturin spældur út frá aftur til Eli Hentze. Hann fann Jónsvein Thomsen, og toppskjúttin í 2. deild kundi púra leysur leggja heimaliðið á odda.

Nakað seinni kundi Finn Mørk við eitt sindur hepni havt javnað, men hann rakti ikki bóltin nóg meint, og so var tann møguleikin farin.

Og tá Páll á Reynatúgvu, sum spælir aftasti maður í ár, kundi stúta eitt frísparksinnlegg í málið stutt seinni, var dysturin meir ella minni avgjørdur.

Eli Hentze økti til 3-0 upp á fríspark, so allur ivi varð beindur til viks.

Tað var sera javnt í 2. deild áðrenn hetta umfarið, men aftan á dystirnar hetta vikuskiftið loysnaði eitt sindur. B71 er ovast við 17 stigum. Tað sama hevur HB, men teir kunnu ikki flyta upp. LÍF hevur 16 stig á triðja plássi, og so eru trý stig niður til KÍ og GÍ.

Eftir eina trilvandi byrjan er tað so smátt farð at líkjast uppflyting hjá sandoyingum, men enn eru nógvir dystir eftir at spæla.