hvørjum líkist tað? Hendan kvinnan verður nevnd Øra-Sigga, ikki tí hon er ør, heldur tvørturímóti, men hon er øðrvísi, og tað er nóg mikið. Ein annar svimjari kallast Býtti-Sámal, ikki tí hann er býttur, men [...] at lesarin ikki er fullkomiliga vísur í, hvør rødd er tann narrativt galdandi. Ein ótryggleiki verður aldur fram, ein óvissa, sum er spenningsskapandi. Dømi um eina søgu av hesum slag er »Dóttir av Proteus« [...] Andreassen er »Hotel Heyst« frá 1986, og tað má í høvuðsheitum sigast at vera kvistur av sama runni. Og tó. Í tí vanligu Hanus Andreassen-søguni hava vit ein frásøgumann spákandi á pallinum, ein sum er við í
Hondbóltskappingin er meiri spennandi nú enn hon hevur verið í longri tíð. Bæði hjá monnum og kvinnum er rættiligur spenningur komin í farnu vikuna. Alt byrjaði við at menninir hjá H71 vunnu á VÍF, og [...] Neistin fer til Suðuroyar at spæla sunnudagin. VB tekur ímóti, og enn hevur tað bert eydnast VB at vinna einaferð, og tað var á heimavølli. Triðji dysturin í hesum umfarinum verður ikki fyrrenn mikukvøldið [...] sera gott lið, og vit taptu heilt greitt móti teimum. Nú skulu vit aftur royna okkum ímóti teimum, og tað verður ein sera trupul uppgáva, sigur Jákup Símun Simonsen hjá H71. Men hoyvíkingar eiga at hava s
lærusetningur, sum sjálvt lívið hevði lært hann. Tað var tann umsorgan, hann vísti sínum egnu systkjum, tað var umsorganin, hann vísti sínum børnum, og tað var umsorganin hann vísti sínum abbabørnum. Bjarni [...] onnur at síggja tað ofta komiska, sum hóast alt hendir í okkara gráa gerandisdegi. Ja, enntá nú, tað stundaði ímóti endanum so hevði hann ikki mist hesi einastandandi evnini til at síggja tað stuttliga í sjálvt [...] abbi at okkara børnum. Tá ein situr og hugleiðir um lívið hjá einum menniskja, so vil tað eyðvita verða so, at tað eru ávís viðurskiftu, sum tú serliga hevur hug at draga fram. Tú endar aloftast við nøkrum
skeiðið, og tá verða A-dómara útnevndir av útlendska dómaranum saman við dómaradeildini hjá JSF. Tað er ein treyt hjá øllum dómarum, at teir skulu luttaka á dómaraskeiði í minsta lagi annað hvørt ár, fyri
Á sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningin verður fjølbroytt, alt frá innast til uttast, klæði til børn, ung og vaksin. Tað seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja [...] Atgongumerkið kostar 50 kr. og fæst í flestu av luttakandi klædnahandlunum. Við í prísinum er kaffi og kaka. Eisini er møguleiki at keypa annan lættan mat. [...] Niels Arge, Akkuleya, Trónd Hansen, Daniella, Fótbúni, Sóljan, Salong Ása og Salong Tóta. Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar. Hvør handil letur eina gávu ella gávukort, sum verður lutað burtur undir
at skilja orð Guds rætt, er at duga á at skyna og gera mun á teimum ymisku tíðarhúshaldunum í frelsusøgu mannaættarinnar. Tað er júst tað, ið »Bíbliu-panorama« ger«. Áhugavert er at blaða gjøgnum bókina [...] fororðunum lesa vit: »Mong spyrja: »Hvat er eitt tíðarhúshald? Eitt húshald kann snúgva seg um eitt húski, eitt land ella um heimin sum heild. Eitt tíðarhúshald er tað ræði ella tann umsiting, ið eyðkennir [...] fororðunum verður sagt: »Tað er ein stór gleði og framíhjárættur, at nú hava føroyingar eisini fingið hetta frálíka sýnishjálpartól til tess betur at skilja orð Guds«. Bókin er sera vøkur á at líta og má
Áin hon rennur, ja, vøkur hon er, og hon ongum menniskja nakað ger hana Gud okkum gav í hesi verð, men takast hon skal og undir fer. Hvat er tað fyri lóg og rættur, sum okkara bygd skal raka? Vendið tit [...] frá tykkum er lítið at hoyra, steðgið, so tit ikki Stórá undir jørðina koyra, lat tað ikki vera hjá nøkrum í iva, at vit fáa høvi í hesum plássi at liva. Og hvat við hesari stýrisverð, hvat er hetta, sum [...] nei, ei tit hugsa, meðan dagur er, at alt verður máað og til grundar fer. Vita skulu tit stýrandi menn, sum okkara bygd vilja háða, gloymt tað tykkum ei verður enn, tað tit okkum eru til bága. Vælsignaðir
bangin fyri, at tað sum framvegis ger, at Bjarni Djurholm er so nógv ímóti vágatunnlinum er heilt einfalt tað, at hann enn í dag er plágaður av Glyvursnessyndrominum. Annars hevði tað verið forvitnisligt [...] ikki ósamdur við Bjarna Djurholm, tí gamalt er at eingin skal kanna sær skinnið fyrr enn bjørnin er skotin. Hinvegin, so skal eg minna Bjarna Djurholm á, at er tað nakar, sum hevur gjørt íløgur og ætlanir [...] samtykt eins og lán uppá 200 mill. kr. var veruleiki, tí var tað stórt spell, at tað politiskt var neyðugt at steðga hesi ætlan, sum nú er vorðin aktuel aftur. Annars vóru argumentini ímóti vágatunnlinum
eg haldi veruliga ikki, at tað er so nógv tað hon er, sum er mest umráðandi. Hon kann næstan verða alt tað, tú biður hana vera. Kanska er tað heldur tað, hon ikki er. Hon er als ikki tengd at nakrari ávísari [...] snildisliga saman, at tað gerst sera torført at tulka, greina ella skilja heildarmyndina, sum er alt verkið. Men tað er júst tað, tað er; eitt heilt og fult og satt verk. Men tað er jú eisini ein grundleggjandi [...] hetta høvið vísa til yrkingina »TAÐ ER AT UMMÆLA«, á síðu 47 í bókini. Hon teppir allar umvælingar við sær sjálvari. Døma hana dekonstruktión, um tað er tað, tú vilt. »tað er at mala undan tá tú skalt mæla
Mangur leiðari í smærri og meðalstórum virkjum man ofta hava ásannað, hvussu trupult tað er at fáa tíð at hugsa framtíðarætlanir. At leggja miðvísar ætlanir um, hvussu virksemið skal mennast, hvar fra [...] nov. at siga virkjum og virkiseigarum frá, hvussu tey fáa sett eina yrkisnevnd í sínum egna virki; tað verður eisini sagt frá royndum við yrkisnevndum aðrastaðni. Við á fundinum verður Jóannes Olsen frá [...] Tvøroyri. Fundurin verður hildin á Hotel Føroyum og Tvøroyrar Klubba tann 27. nov. kl. 16.00. Luttøkan er ókeypis og áhugað verða biðin um at boða frá luttøku á TK-Stovuni, tlf. 17366, fax 19363 ella teldupost