Teir, ið fyri sjeyti árum síðani løgdu lunnar undir Sosialin, høvdu uttan iva verið eins ovfarnir, sum Ólavur á Heygum, høvdu teir vitað, at Sosialurin í 1997 kundi lesast í øllum heimsins londum. Men [...] Men tað er kortini veruleikin. Tað var eitt stórt stig, Sosialurin tók í sínari tíð, tá farið varð undir off-sett tøknina í sjeytiárunum. Sum tíðin leið, var tað heldur ikki nog gott - tí í áttatiárunum var [...] allan eina fullfíggjaða blaðútgávu á Internetinum. Meðan lesarin heima í Føroyum í dag situr við hesum blað framman fyri sær, so kann onkur føroyingur í Kina, í Singapore ella í Argentina fyri fleiri tímum
kommunurnar saman. Ein kann siga, at grundarlagið undir eini samanlegging er longu lagt við tunnlinum. VÓNANDI spyrst okkurt skilagott burtur úr hesum ætlanum ikki minst kollfirðingum og tí økinum til [...] fólkið so tala. HÓAST bygdirnar og harvið eisini kommunurnar kring landið eru ein av meginlívæðrunum í hesum samfelag, og tær tryggja, at ikki alt verður misavnað, so er tað eisini greitt, at vit hava ov nógvar
íløguætlanir fyri eini útbygging av øllum Atlantsmótinum. Soleingi so stórir og týðandi partar av hesum økinum eru ?forbudt zone? eru íløguætlanir í eitt nú ein infrastruktur ein veingjaskerdur fuglur. [...] infrastukturin er ein týðandi partur av framtíðar vinnumøguleikunum á Atlantsmótinum, men fyri at fara undir ein slíkan er tað helst neyðugt, at Hvíta økið og Føroyaøkið eru við í útbyggingarætlanunum. HETTA [...] Við øðrum orðum er tað ein góður trumfur hjá føroyingum at vita, at bretska samráðingarnevndin er undir einum øgiligum trýsti frá tí risastóra og búskaparliga týdningarmikla oljuídnaðinum. VIT hava so eisini
hetta. KJARNIN í øllum hesum er tað misálit, sum er íkomið. Føroyingar flestir hava rætt og slætt mist álitið á Danmark og harvið hevur øll heimastýrisskipanin, sum vit hava livað undir í skjótt 50 ár, fingið [...] at samráðingar skulu vera millum stjórnina og landsstýrið um eitt nú allan skuldarspurn-ingin í hesum árinum. Okkara áheitan á Nyrupstjórnina er tí henda: setið upp eina dagsskrá, sum inniheldur óhepnu
danska stjórnin má viðganga, at her er so nógv skeivt farið fram móti Føroyum og sum roynt er at koyra undir teppið, at stjórnin loksins má vísa vilja til at gera eina avtalu við føroyingar, sum t.d. sigur, [...] pengum í Føroyum - og ?fingu? landskassan at veðhalda. Býtt og góðtrúgvin sum vit vóru eydnaðist tað hesum stovnum eftir resept frá donskum embætismonnum og Fíggjareftirliti at lokka føroyingar út í eina kreppu
MAMMUTORÐASKIFTIÐ á fólkitingi um bankamálið er av á hesum sinni - ella kanska rættari med alla. Í hvussu er tann parturin av hesum málinum, sum snýr seg um danska sjálvrannsakan. Eftir eina øgiliga melduródn [...] sum fólk á jøvnum føti við aðrar borgarar í ríkinum og við teimum serstøku umstøðum sum vit liva undir, her eitt nú eina økonomi, sum byggir á fiskastovnar og fiskaprísir, ið kunnu verða so svikaligir [...] tykkum sjálvar. Føroyingar krevja av harra Nyrup Rasmussen - eftir hansara so yvirblíðu framferð undir vitjanini í Føroyum - at hann og hansara nú liva upp til tað, sum liggur í kortunum í hesi bankakanning
til markið. Alt gott um bankakanning ol. men umráðandi er, at vit ikki gloyma grundarlagið undir øllum hesum, nevniliga veiðurætt okkara og rættin til undirgrundina. [...] ella meira! Tað týdningarmesta er, nú luftin er reinsað við hesi kanning, ikki bara at koyra alt undir gólvteppið, men vit eiga at tora og hava dirvi til eisini at taka í egnan barm. Eru skeivar avgerðir [...] eigur tað at koma fram. Eisini her er brúk fyri at reinsa luftina. MEN vit mugu víðari. TAÐ er í hesum sambandi, at spurningurin um heimastýrislóg, sjálvstýrislóg og hvat tað nú eitur, er vorðin so relevantur
Tað er eingin ivi um, at føroyingar við hesum kanningarúrslitinum hava fingið uppreisn. Vit kunnu tað sama viðganga, at vit ikki hildu, at okkara politikrara sluppu so snikkaleysir, sum teir sluppu, burtursæð [...] og at tørvur var 1 - 1,5 milliardum til bankarnar. Bæði Atli Dam og Jógvan Sundstein nokta kortini hesum. Spurningurin í dag er kortini: Hvat nú? Hvat er nú at gera? Skulu vit bara halda fram á sama hátt [...] sum higartil. Fyrst og fremst eiga føroysku politikararnir nú at seta seg saman, og í semju fara undir samráðingar við danir um endurgjald. Hvussu stórt hetta endurgjald skal vera, er kanska ringt at siga
grein einabest. Fyri at lesarar kunnu gera sær eina meining um hetta fara vit at endurgeva orðini hjá hesum dananum, sum kortini ikki umboðar vanliga danskaran. Greinin verður prentað í fullum líki: ?Nyrup [...] ikki skemt spyr onkur! Nettup ironiin verður brúkt, tá tú er mest rasistiskur. Orðini raka langt undir tað ein kann krevja av einum siviliseraðum persóni. Er hetta nakað at byggja álit og virðing uppá [...] honum fyri at? takka?, at nógvir danir einki hava til yvurs fyri føroyingum At ein fyrrv. politikari undir mótmælisgongu í Havn samanber Nyrup við Hitler ger ikki støðu okkara betri. Slíkt sømir seg ikki einum
ein væltalandi og í hvussu er úteftir vælmeinandi danskur forsætisráðharri, sum vitjar Føroyum í hesum døgum. Eftir at tøgnin hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur og aftur [...] seint enn ongantíðog tí taka vit tygum upp á orðið, tá dentur nú verður lagdur á dialogin. VIT hava á hesum stað boðið tygum vælkomnum og tað standa vit við. Vit halda eisini, at tað er skeivt av føroyskum [...] av, at her ruggar ikki heilt rætt. Í okkara hugaheimi eru álit og virðing sjálvur grundarsteinurin undir einum samstarvi millum jøvnsett menniskju ella fólk. Nettup tørvurin á dialogi og tær mongu skýma