javngamlir, og hava spælt saman, siðan vit dugdu at ganga ? og eisini í vaksnamannaárum sæst av og á. Deyðsboðini um hann vóru tí tung at taka. Vit búðu eitt skifti saman í Lucas Debesargøtu, hjá Katrinu [...] var at fáa elektromagnetirnar at loysa rættstundis. - Frá hesum døgum og til hansara seinasta dag á lívi, galt um at arbeiða, finna loysnir, uppfinna. Hugflog og dugnaskapur hansara førdu hann sum tíðin [...] og ofta vitjaði hann, antin tað var í Danmark ella í Føroyum. »Verðins besti pápi«, segði Hjalgrím á síni seinastu heilsan til Igga - og hetta vóru vælvald orð. At síggja og hoyra um, hvussu systkin hansara
Hesin ”Gamli Heynesen”, sum hann var nevndur, lærdi Jógvan nógv um ættir, rákið á luftini o.s.m.a. Vóru teir á floti saman á Borðoyarvík og Heynesen fekk ein heldur lítlan smáfisk, so royndi hann altíð at [...] yvir. Lívið er ongantíð bara svart/hvít at minnast aftur á. Og sum tíðin fer, hendir tað ein penan dag - ofta í tríatiárunum – at vit steðga á og spyrja:” Er helvtin longu farin?” Og ein vissa vaknar av [...] álvaratos, ein lívsroynd er tað hinvegin eisini, at tað ofta eru tey, ið tú so at siga - ikki upp á forhond - ert á bylgjulongd við, sum geva tær nakað annað at hugsa um -!? Herfyri stóð ein samrøða í ”Jylla
hennara andaliga styrki. Mangan havi eg undrast á, hvussu hon mentist, tá brúk var fyri henni. Hon hevði dygga barlast heimanífrá og visti, hvat hon hevði at byggja á. Somuleiðis hevði hon eitt frálíkt minni [...] sanginum, sum bygdarmaður hennara Bernhard Brim á sinni yrkti. Roðin fór um Nestindar og hvørt fjall skein eins og reyðargull. Og júst sum stjørnurnar komu fram á klára bláa náttarhimmalin og blunkaðu blítt [...] Jóhannurnar vóru fleiri í grannalagnum og í ættini annars. Hetta grannalagið, sum fyrr varð kallað á Heygum, stendur beint uttanfyri teir gomlu bøgarðarnar í Gerðum, sum fáur longur veit um. Her bygdu
tolmóð, sum búði í henni, nú sjúka so tungliga legðist á hana og dagarnir fækkaðust. Minnist væl fyri 27 árum síðani, tá ið tú arbeiddi sum fyristøðukvinna á telefonverkinum, og eg arbeiddi í Køkubúðini. Tú [...] Katrin. Breið verndarveingir tínar, á Jesus, yvir meg, og lat meg hjá tær hvíla, í øllum skoða teg! Verð tú mítt alt í øllum, mín vísdómur, mítt ráð, lat meg hvønn dag á foldum av náði liva fá! 2. Lat onga [...] tær til prís, gev mær eitt halgað sinni, títt bílæt í mær vís! Lat hvørja stund meg sanna, hjá tær er lívd og læ, á morgni, degi, kvøldi mær unn at kenna tað! *Lina Sandell (V. Danielsen týddi). ?????
kirkjuni við jarðarferðina. Hvørt eitt orð í sálminum er grundað á tað trúgv, sum hevði so sterkar røtur í Linhild og sum hon bygdi sítt lív á saman við síni kæru familiu. Vit í dagrøktini vilja við hesum [...] prestur til í síni sera góðu og kenslubornu talu við jarðarferðina. Hesi orð fingu vit so eisini at sanna, nú Linhild ikki longur er millum okkum. Tað er ikki av tilvild, at sálmurin Mær er sagt um ein stað [...] ómetaliga nógv, men eisini hevur eftirlatið so nógv góð minnir og sum tit skulu byggja lív tykkara víðari á. Linhild er tí landi ei tár skulu renna, eingin pína og sjúka skal níva, har ei særandi sorg er at kenna
Hennara lív var ikki altíð ein dansur á rósum, men hon var lívsglað og hvørja ferð sjúka rakti, stríddi hon seg við sínum sterka vilja á føtur aftur. Men eisini hon mátti sanna tað, sum sálmaskaldið so beinrakið [...] seinastu ferðunum hon var í Klaksvík, segði hon smílandi frá, hvussu stýrimenninir umborð á Dúgvuni høvdu tikið undir armin á henni og hjálpt henni, tí hetta var jú 'kaffikonan'! Lina var familjukær og átti nógvar [...] Nú var hennara lívsskeið at enda komið og virknar hendur faldaðar á seinasta sinni. Hon var troytt nú og trongdi til hvíldina. Tað verður løgið aftur at ganga fram við hugnaligu húsum hennara mitt í Havnini
farvæl við Mariu, og vit sakna hana ómetaliga nógv. Hon var lívlig og frísk í sinni líka til tað síðsta. Á sjúkrahúsinum fekk hon nógvar nýggjar vinir, og eingin hevði trúð, at hennara tíð var so stutt. Tað [...] leiðir dag um dag! 6. Tá so síðsta stig er stigið, farið er alt myrkt og kalt, ævigt glaður skal eg sanna: Jesus leiddi gjøgnum alt. Maria hvíldi trygg í Jesu ørmum, og vit vita, at um stutta stund skulu
uppkallaður av soninum hjá mær og Herthu. Meinhardt mundi kenna á sær at hansara síðsta løta á hesi fold var við at renna út, tá vit báðir vóru á veg til Havnar tveir dagar áðrenn hann andaðist. Hann kysti [...] og úrtøkan var sera góð. Fiskað var útfrá bygdum á Eskifirði, Vestmannaoyggjunum, Hornafirði og Ólafsvík. Meinhardt upplivdi mangar baldrutar túrar á sjónum, men ongantíð var hann ræddur. Hann var [...] Eysturgrønlandi, tá herviligt ódnarveður brast á, og onkur av íslendsku trolaranum sukku, tí teir ikki megnaðu at bera tann nógva ísin sum legðist á skipini. Eftir tógvið stríð, eydnaðist Austfirðingi
vit skilja Harrans veg; ei á foldum finnist tann, lívsinsgátu grunda kann; Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur. Hesi orð fingu vit av sonnun at sanna, tá tú so bráðliga var tikin [...] stormar á teg leiktu, so hevði tú altíð tíð til okkum, og vart tú eisini altíð klár við eini hjálpandi hond. Altíð tókst tú øll onnur fram um teg sjálva, og líka mikið hvussu nógv varð lagt á tínar herðar [...] herðar, so gavst tú aldrin upp, men tolin stríddist tú ímóti øllum, sum var lagt á herðar tínar. Fáur man tann vera, sum hevur borið so nógv sum tú og hóast tað megna at kempa og yvurvunnið so nógv og samstundis
tað ljóðaði so vakurt. Tú dugdi eisini at spæla upp á munnharpu. Og tá ið eg var lítil, og vit gingu túr framvið ánni í Sandagerði, spældi tú eisini upp á látupípu. Tær dámdi so væl tónleik. Tá tú hoyrdi [...] hoyrdi meg siga: “Hey, omma, nú eri eg komin at vitja teg!”. Aftan á hvørja vitjan, líka til tað heilt síðsta, so fylgdi tú okkum út á trappurnar at veittra farvæl. Tú takkaði altíð nógvar ferðir og segði [...] Men tú hevur eitt stórt pláss í mínum hjarta, fult vid góðum og ríkum minnum. Eg minnist ofta aftur á, hvussu deiligt tað var, tá eg var lítil og helt vikuskifti hjá tær í Sandagerði. Vit ordiliga hugnaðu