nærkast, og bankakanningin verður løgd fram fyri almenningin. Nógv hevur eisini verið tosað um, hvørt úrslitið - verður tað negativt mótvegis stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen - kann koppað stjórnini, og
hevði tað verið mest »samfelagsliga forsvarligt« at flutt allar føroyingar til Somalia!? Undirvísingarmálaráðharrin segði á trappuni í Tinganesi, at hann veit alt um undirvísing. Hann hevur verið lærari [...] longri, um tað gerst neyðugt. Men verður hon útsett ov leingi, so kemur hon at órógva próvtøkuna. Annað er, at ávís lesiætlan er løgd fyri hvørja lærugrein. Hesa lesiætlan er ein noyddur at hava verið ígjøgnum [...] ? At hava verið lærari í 40 ár og vita so lítið um grundleggjandi pedagogikk!? At abbasonurin skrivar í Dimmu um mótmælisgonguna bendir ikki á góðan fjølmiðlasið! Annars halda vit, at tað var vánaligt
uppgávu, og tað er lækka lønina hjá fiskimonnum. Tað næsta verður, at teir avtaka inntøkutrygdina. Tiltøk teirra ímóti okkara útróðrarmonnum boða ikki frá nøkrum góðum fyri okkara fiskimenn. Tað er greitt [...] hetta framt í verki, vil tað hava við sær eitt risastórt arbeiðsloysi, og tað hevur bert eitt endamál, at spjaða verkamannafeløgini og ein beinleiðis stuðul til reiðaran. Tað vóru nógvir arbeiðsmenn og [...] vórðu framd av okkara flokki. Tey høvdu helst rætt í tí, at tað hendi alt ov lítið. Nú skuldi vend koma í, tey boðaðu frá einum øðrum politikki. Tað skuldu beinanvegin verða framd tiltøk, sum skuldu økja um
punkt 1) hevur verið nógv lýst seinastu dagarnar í fjølmiðlunum, meðan punkt 2), tann pedagogiski parturin, ikki hevur fingið tað innivist, hann hevur uppiborið. Áðrenn vit koma nærri inn á tað pedagogiska [...] og eykajáttanir á mongum øðrum økjum. Tiltikið er at dríta í egið reiður, og tað er okkurt ið bendir á, at tað er júst tað, ið landsstýrismaðurin í skúlamálum ger í hesum døgum. Elisabeth Holm og Kristinbjørg [...] larnar eftir summarfrítíðina. Tað er ein politiskur spurningur, hvussu nógvir næmingar sleppa inn á miðnámsútbúgvingarnar. Miðnámsútbúgvingarnar hava seinastu árini verið einasta alternativið til arbeiðsloysið
royndi at vera burturi, men tað bar ikki til, og so arbeiddi hann á flakavirkinum so leingi, sum orkan var til tað. Tað mundi meiri vera hugurin enn orkan, sum gjørdi, at hann í fríløtunum kom í skúrarnar at [...] Hann gramdi seg ongantíð, men tað var sjónligt, at arbeiðsevnini viknaðu, og førleikin at gera dagsins gerning, sum Jóhannes altíð hevði gjørt, var ikki, sum hann hevði verið. Hann treiskaðist og royndi [...] vit fyri sekstan árum síðani fluttu niðan á Bønhúsmørk, hava vit aftur verið grannar, og fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at tað vóru góðir grannar, vit komu at búgva uppat. Vit tosaðu saman dagliga,
Eysturoyar Tjóðveldisfelag vísir á, -at tann sokallaða Sjálvstýrislógin, sum mikið hóvasták hevur verið um í politiska orðaskiftinum hesa seinastu tíðina, eins og núverandi Heimastýrislóg bindir Føroyar [...] núverandi skipan at verða ein danskur landslutur við heimastýri, t.v.s. við lokalum sjálvstýri -at tað áliggur øllum frælsiselskandi føroyingum at berjast ítmóti hesi lóg, hvørs einasta endamál er enn einaferð
arar eru í landinum, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ein stór pappírsdyngja, ið nú verður sloppið undan. Og ikki bert tað, tí sjálvandi hevur hvør einstøk sjálvuppgáva verið gjøgnumgingin av skattavaldinum [...] hjá øllum. Vit vita øll, hvussu tað ríður okkum sum ein marra at fáa avgreitt hetta, tó at tað nú var vorðið rættiliga nógv lættari enn fyri nøkrum árum síðani. Nú verður tað skattavaldið, ið ger sjálvuppgávuna [...] skattavaldið og skattgjaldara. Áður var tað soleiðis, at var skattgjaldari mettur av skattavaldinum, skuldi hann fyri tað fyrsta prógva, at hann hevði rætt. tað fór fram gjøgnum ymsar kærustovnar, og slíkar
Missurin kann gerast stórur Tað er tó ikki hetta, ið Anfinn Kallsberg hevur lagt størstan dentin á í nýggju skattalógini. Hansara argument er, at við tí ráki, ið hevur verið seinastu árini, har fiskimenn [...] uttanlands! Eisini sjómenn Men tað eru ikki bert fiskimenn, ið fáa skattafrádrátt. Eisini sjómenn fáa henda bata. Hetta umfatar allar teir, sum í dag sigla undir FAS. Tað vil siga farmaskipini og eitt nú [...] sjómenn. Arbeiðarafeløgini hava víst sína ónøgd við, at munur verður gjørdur millum arbeiðsbólkar, og tað er eisini skiljandi. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir tó á, at nevnda broyting á ongan hátt
útbúgvingina, so hava teir verið ígjøgnum alla útbúgvingarmylluna, sum tað ber til at fara ígjøgnum í øllum europeiskum londum? Nei, tað ger tað ikki. Men tá henda útbúgvingin er lokin, so hava vit gjørt eina [...] sum tað higartil hevur verið møguleiki fyri at taka í Føroyum. Í tí útbúgvingini verður ofta arbeitt í bólkum, og luttakararnir hava eisini verið í bólkum, tá teir eru farnir til endaliga roynd. Tað gongur [...] raskeiðnum, og tað eru teir báðir, sum hava skrivað tilfarið til hetta skeiðið. Tað hava teir gjørt á ein slíkan hátt, at UEFA fær trygd fyri, at okkara útbúgving verður á hædd við tað, hon er í øðrum
fast pláss, og tað saman við óttanum fyri, at Todi aftur verður óheppin, man ivaleyst vera orsøkin til, at FCK nú hevur keypt tveir álopsspælara afturat. Eingin hevur sagt nakað um tað, men tað man vera rættuliga [...] marginalspælarunum burturav næstu dagarnar. Tað tekur sína tíð Tað gongur rætta vegin við venjingini hjá Toda Jónsson. Eg merki einki til skaðan í lærkrikanum, men tað er neyðugt at hava tol. Eg venji hvønn [...] tvey ár so ofta hava plágað hann. Tað vóna Kent Karlsson og hinir, sum hava ábyrgdina av FCK, og tað vóna Allan Simonsen og hini, sum hava ábyrgdina av landsliðnum, og tað vóna allir fótbóltshugaðir føroyingar