Yvirlýsing

samtykt á nevndarfundi Eysturoyar Tjóðveldisfelags 10. januar 1998

Eysturoyar Tjóðveldisfelag vísir á,

-at tann sokallaða Sjálvstýrislógin, sum mikið hóvasták hevur verið um í politiska orðaskiftinum hesa seinastu tíðina, eins og núverandi Heimastýrislóg bindir Føroyar undir donsku Grundlógina

-at hendan sokallaða Sjálvstýrislógin á sama hátt sum núverandi Heimastýrislóg verður donsk Fólkatingslóg, sum bert útdelegerar umsitingina av ávísum samfelagsfunktiónum til Føroya Løgting, men at endaliga valdið og ábyrgdin verður verandi á Christiansborg hjá donsku stjórnini og Fólkatinginum

-at hendan sokallaða Sjálvstýrislógin, hóast øðrvísi ham enn núverandi Heimastýrislóg, als ikki kemur at broyta okkara stjórnarviðurskifti. Føroyingar fáa einki landaræði, Løgtingið fær ikki veruligt lóggávuvald. Vit verða ikki frælst land, men koma eins og undir núverandi skipan at verða ein danskur landslutur við heimastýri, t.v.s. við lokalum sjálvstýri

-at tað áliggur øllum frælsiselskandi føroyingum at berjast ítmóti hesi lóg, hvørs einasta endamál er enn einaferð at binda føroyingin niður, soleiðis at landaræðið ikki verður okkara.


Eysturoyar Tjóðveldisfelag staðfestir, at stevna Tjóðveldisfloksins er óbroytt síðan stovnanina - at vinna føroyingum fult landaræði, einki minni.


Runavík, 10. jan. 1998

Nevnd Eysturoyar Tjóðveldisfelags,

Jóannes Eliasen, fm.