hann var nøkur og tjúgu ár. Fínur tenorur og solosangari eins og hinir brøðurnir og óvanliga skemtingarsamur og stuttligur. Mamma og vit vitjaðu ofta Erling og familjuna um summarið, og hesar dagar saman [...] klaverið sótu murrandi, floytandi og forkláraðu um forminskaðar tertsar, transponering, modulatión og hví tónleikurin nú skifti frá mol til dur. Og mamma lurtaði og nikkaði og lat sum skilti hon alt, meðan [...] Andreassen. Eftir hetta Kirstin Andreassen. Men mong mundu kenna hana sum Kirstin í Ullvøruhúsinum, tí har búði hon frá 1949-53 og aftur árini 1959-77 saman við manni sínum, Leivuri, og børnunum, Mariu og Jens
løtt og livandi og vevja seg inn í hvørt annað og blandast sanasaliga á løriftinum. Summi litløg eru meira tjúkkmálað og onnur eru heilt tunn. Nuansurnar í løgunum leggja seg næstan gjøgnumskygd og eru [...] dagar er høgligt at hugsa um tíðina, ið kemur og fer, hugsa um tíð og rúm. - Er “rúm” óendaligt og endaligt? - Er “tíð” ævig ella hevur hon eina byrjan og ein enda? Hóast tað liggur til okkum menniskju [...] uppruna tíðarinnar (ella morgun) og eina dekonstruktion, eina fullføring í “tíðarinnar enda”. Tíð og rúm Tíðin er áhaldandi - alla tíðina er eygablikkið, í nútíðini – fortíð og etur seg støðugt inn í framtíðina
hevði havt eina ringa kapping og lá at kalla allatíð isoleraður í botninum. Danin er nevniliga sera fryntligur og altíð í góðum lag, eisini aftan á ein knúsandi ósigur. Og júst hetta merkti hann ofta. [...] vikuna hava flest øll í Føroyum hoyrt um talvkappingina í Klaksvík, og fylgt gongdini hjá serliga Helga Dam Ziska og hansara jagstran eftir 2400 ratingstigum. Megnaði hann at fáa 6,5 stig av 10, varð hann [...] Kristiani Simonsen – er í roynd og veru orsøkin til, at ungi havnarmaðurin ikki fekk 6,5 stig. Helgi fekk nevniliga 5,5 stig, sum rakk til eitt flott 3. pláss. Sigrarnir ímóti GM Henrik Danielsen og IM Emil Hermansson
hevur hann bankavirksemi og skrivstovur í Keypmannahavn og í Vaduz í Liechtenstein. Niklas og húsfrúgvin, Anna-Christine Cath Nikolajsen fingu tvíburðar fyri trimum mánaðum síðan, og tey vóru í hesum sambandi [...] ið fór við flogfari til Sveits í gjár eftir vitjanina í Klaksvík.Niklas er áhugaverdur at tosa við, fittur og fyrikomandi. Hann er familjukærur og væl lisin, og hevur ein natúrligan eldhuga fyri øllum [...] útlondum – teirra millum ein 27 ára gamal unglingi, miðaldarliga klæddur og undir høgum hatti, so longu tá var okkurt serligt við honum. Hetta var Niklas Nikolajsen, abbasonur Ewald Kjølbro – Mamma hansara
somuleiðis hugtikin fram við lúnningini og eygleiddu hetta stóra, vakra djór, sum fer eftir ferð kavaði undir bátin, og kom upp at blása, skiftivís í bagborð og í stýriborð, og eg sigi við síðumannin: (á enskum) [...] teir veiddu árliga, og sum vit hildu vera sera yndisligir skapningar. Sama skilið – sum at sletta vatn á gás, og einki mætari, tá eg fortaldi honum, hvussu væl fyltur lundi smakkaði, og hvussu vit gleddu [...] sildrekar – kvotan fyri 1995 var 232 sildrekar - Hetta vóru nøkur brot og tøl úr nevndu grein. – til sammetingar kan nevnast at: Í 1994 løgdu 1.201 hval beinini her hjá okkum umframt 8 hvessingar og 118 springarar
Mjølnir og Fleyr framum, og í løtuni er Mjølnir oddalið, meðan Fleyr og SÍ hava sama stigatal, men annars standa á stigatalvuni í nevndu raðfylgju. Har er kortini bara eitt stig millum tey bæði og oddaliðið [...] munurin millum liðini, og tað broytti myndina beint aftan fyri tey trý eitt sindur. ÍF, ið hevur ligið væl niðanfyri, vann tveir týdningarmiklar sigrar – harav annar var ímóti TB – og brádliga eru kvinnurnar [...] uppvísningur, tí tá var mestsum bara eitt lið á vøllinum. Og eins og ÍF, vann Mjølnir so eisini ein tryggan sigur á KÍF, og oddasessurin var eftir dupulta umfarið á tryggum hondum. Eisini hjá Fleyr hilnaðist
alda eisini við sær, at fóðurflakin Hellutangi, sum lá fyri akkeri á Víkum, sleit og rak á land. Granskingin snýr seg um at skilja og kanna fyribrigdið, og fyri at kanna eitt heilt øki í øllum veðri hevur [...] Koltri. Heðin Abrahamsen hevur granskað og arbeitt við aldugjørdum rákið har tað er ábært og har hesi rák eru ein avbjóðing fyri alivinnuna. Dømi eru eitt nú á Sandsvág og í Froðba. Í 2016 misti alibrúkið á [...] næstan allan laksin í øðrum ringinum, og í fjør misti alibrúkið í Froðba laksin í flestum av teimum 14 ringunum – í báðum førum tí at stór alda breyt tvørtur um boðar og grynnur. Fyri kortum hevði høg alda
so nógv og so ymisk nøvn til tiltakið. Frá Onnu Háberg til Kaj Klein er langur vegur, og frá Doriu-kvartettini til SIC er uppaftur longri. Har í millum lógu eisini skeið, upplegg, mótashow og list av ymsum [...] okkurt tiltak. Og fyrireikararnir fingu eisini prógv fyri, at fjølbroytni er gott, tí tiltøkini við flest gestum var konsertin hjá SIC, Mótashowið hjá Spírum og aftankvirran við Theodor Olsen og Kata. Felags [...] innanfyri var manntómt – so at siga. Myndin á síðuni varð tikin, tá klokkan nærkaðist hálvgum ellivu fríggjakvøldið. Sigast skal, at um hetta mundi spældi Martin Joensen í Miðlahúsinum og Símun úr Kunoy í
fyri at tapa. Sigurin átti at verði størri, og vit áttu at verið skjótari og meira avgjørdir í ávísum løtum. Tað týdningarmiklasta var, at vit vunnið okkum víðari – vit rukku fyrst ásetta málinum, so eg eri [...] Útgangsstøðið hjá EB/Streymi var sera verjukent, og tað sigur seg sjálvt. Tú má rósa teimum fyri hugburðin og stríðsviljan. Málverjin hevði eitt frálíkt kvøld, og teir løgdu kroppin í alt, sum vit formáddu okkum [...] gestunum. Uppleggið var at verja væl, og dúva á deyðbóltsstøðurnar. - Vit máttu ikki loyva teimum inn í brotsteigin, so vit hugsaðu nógv um at verja fyri uttan fyri feltið. Og tað riggaði eisini væl. Miðvallarnir
dur og Borðoyarnes og hesumegin Støðla- og Stórafjall. Og Víkin. Og Norðragøta. ##med2## Hetta var tíðin áðrenn hvalvágin varð flutt yvir á stóra sandin syðri á – á Víkini, og fyri at grótkastið – brimgarðurin [...] fleiri ferðir eftir honum, og eftir tað var prutlkultururin á Glyvrum ein heilt annar enn áðrenn. Nýggj tíðarrokning – fyri og eftir Easy Rider. Prutlini vórðu útborað og veingjabreiði á rættunum – róðrunum [...] hetta einskilda navn – Gøta. Gamli Tróndur sá, at her lá góður vegur bæði suður eftir og norður eftir, suður gjøgnum Skálafjørðin á skipum, sum høvdu góða høvn á Skipanesi, og norður eftir, norður gjøgnum hin