Talv
Seinastu vikuna hava flest øll í Føroyum hoyrt um talvkappingina í Klaksvík, og fylgt gongdini hjá serliga Helga Dam Ziska og hansara jagstran eftir 2400 ratingstigum. Megnaði hann at fáa 6,5 stig av 10, varð hann kosin altjóða meistari (IM).
SMS-boðið - sum kostaði Helga sigurin ímóti Hans Kristiani Simonsen – er í roynd og veru orsøkin til, at ungi havnarmaðurin ikki fekk 6,5 stig. Helgi fekk nevniliga 5,5 stig, sum rakk til eitt flott 3. pláss. Sigrarnir ímóti GM Henrik Danielsen og IM Emil Hermansson munnu kennast serliga væl. Rating hansara fór somuleiðis rætta vegin og nú manglar bert umleið 15 ratingstig fyri at verða altjóða meistari.
Túsundtals áskoðarar
Fitt av fólki hugdu framvið hugnaliga leikstaðnum í gomlu kongaligu handilshúsunum, sum nú hýsir Klaksvíkar Forminnissavn og bóka- og fløguhandilin Leikalund. Flestu áhugaðu fylgdu tó við kappingini og talvunum beinleiðis á faroechess.com.
Fyriskiparin Rani Nolsøe er stak nøgdur við kappingina.
- Vit hava havt fleiri túsund áskoðarar, sera nógva umtalu í fjølmiðlunum og eisini gekk tað væl hjá Helga, sum nú er sentimetrar frá IM-heitinum, sigur Rani.
Hvussu eydnaðist javnleiksforboðið, sokallaða Sofia-reglan?
- Við tað, at telvarar ikki hava loyvi til at samskifta við hvønn annan meðan telvað verður merkir, at teir heldur ikki kunnu bjóða remis. Vit hava tískil havt sera spennandi kamptelving í Klaksvík, har einans 8 av 30 talvum eru endaði jøvn. Hetta er vegurin fram til at gera talvítróttin meira áhugaverdan, staðfestir Rani.
Tveir vinnarar
Henrik Danielsen hevur í eini tvey ár umboðað Ísland. Hann ”forelskaði” seg í Ísland, búsetti seg har, fann sær sprund og kvetti talvbond við Danmørk.
Aftan á eina trilvandi kappingarbyrjan fekk stórmeistarin glið á telvingina, og seinastu fimm talvini góvu Henrikki fýra stig og samanlagt 6,5 stig.
Fekk Henrik eina keðiliga byrjan, kundi Emil Hermansson hinvegin fegnast um síni mongu stig í fyrru helvt. Men soltna úrtøkan í seinnu helvt viðførdi, at GM Danielsen fekk svian aftur, og harvið býttu teir kappingarsigurin.
Hans Kristian vaknaði av álvara aftan á ”sms-sigurin” í 3. umfari. Hans Kristian hevði enntá møguleikan at ogna sær sín næsta IM-norm, um hann vann síni seinastu tvey talv. So væl spældi klaverið tó ikki. Kollfirðingurin fekk 4,5 stig – hálvtannað stig frá norminum. Hans Kristian vinnur sær fitt av rating, og tískil varð Klaksvíkskappingin eitt kærkomið comeback aftan á nøkur soltin úrslit í seinastuni.
Føroyameistarin anno 2003, 2004 og 2006 hevði eina slaka kapping. Martin Poulsen vann annars síni fyrstu tvey talv, men steðgaði síðani fullkomiliga upp. Seinastu átta talvini góvu bert 1,5 stig og Martin fekk tí 3,5 stig og 5. pláss.
Tosaði tú við Jens Ove Fries-Nielsen undir kappingini, vildi tú ikki trúð, at hann hevði havt eina ringa kapping og lá at kalla allatíð isoleraður í botninum. Danin er nevniliga sera fryntligur og altíð í góðum lag, eisini aftan á ein knúsandi ósigur. Og júst hetta merkti hann ofta. Ósigrarnar. Ein hampiligur endaspurtur bjargaði nøkunlunda Fries-Nielsen og fekk hann eins og Martin 3,5 stig.
Vestmanna - Klaksvík 2-2
Bert ein dystur varð telvaður í 1. deild sunnudagin. Kollfirðingar møttu ikki (??) til dyst ímóti Klaksvík 2, og dysturin millum Havnina og Sandavág er útsettur til týskvøldið.
Verandi føroyameistararnir úr Vestmanna og avbjóðararnir úr Klaksvík býttu stigini millum sín. Heini Olsen vann eitt spennandi talv ímóti John Rødgaard. Rødgaard hevði annars leingi tamarhald við sínari meirfinnu, men Heini útnyttaði til fulnar eina óneyva leikrøð hjá Rødgaard og vann við hegni.
Carl Eli N. Samuelsen fekk greiðan fyrimun í miðspælinum ímóti Steintóri Rasmussen, og stutt aftan á gavst Steintór. Finnbjørn Vang telvaði væl ímóti Samson og vann trygt. Talvið á 4. borði millum Sjúrður Thorsteinsson (VT) og Tummas Martin Sólsker endaði við sigri til fyrrnevnda.
Bæði liðini søgdu aftan á dystin seg vera nøgd við úrslitið. VT og KTF1 hava 5 stig.