Húsalánsgrunninum, eins og gjørt nú verður í Havnini. Sum heild skeiv íbúðarstøða Doris Hansen heldur, at hetta ikki bara snýr seg um rørslutarnað, men at íbúðarspurningurin sum heild er ein trupulleiki. - [...] ella hjá foreldrunum, sigur Doris Hansen, sum vónar, at mynstrið nú broytist. Hon metir, at júst íbúðirnar hava fyrimun, tí har verður ein felagsskapur, sum kann gagna. Lyft í - Vónandi fara nógv at gera [...] annars vanliga gera, sigur Doris Hansen, sum heldur hetta vera keðiligt, tí foreldrini falla jú frá ein dag og tá er ikki annað til at taka, enn at fara á stovn at búgva. Hon vónar, at tað nú eisini verður
biði ? biði ta bøn, ið móðir lærdi meg tá ið eg var lítil: Faðir vár... Hana havi eg ongantíð biðið øll tey árini, eg havi verið burtur, alt sovorðið legði eg av tá ið eg fór avstað. Lær tú óvitan um vegin [...] Fyri nøkrum árum síðan kom eg á tal við ein eldri mann, sum hevði verið heiman ífrá í 35 ár uttan at vitja aftur ímillum. Nú var hann fluttur aftur til Føroya og hevði búsett seg í gamla barndómsheimi [...] dóttir at vera. Tað kennist so undarligt at vera komin aftur í heimið at búgva, segði hann. Hóast eg havi verið burtur í hálvan mansaldur, so kenni eg hvønn kvist í viðinum í húsinum aftur. Í barnasinninum
tað er fyri tað arbeiðið eg havi gjørt, sum eg eftir øllum at døma havi fingið eina virðisløn fyri, sigur Hanna á Reynatúgvu, sum er fyrsta og einasta forkvinnan í felagnum. Ein av fyrstu uppgávunum hjá [...] matpakka. Alt hetta fyri at gera vart við, verja og fremja ergoterapiina í Føroyum. - Hanna hevur víst ein djúpan persónligan áhuga fyri yrkinum, sum hon ger vart við til eitthvørt høvi. Hon hevur sett seg [...] ókent manna millum. - Vit vóru ógvuliga spjødd, eingin kendi hvønn annan, men tá ið vit innkallaðu til ein fund gjørdu vit av at gerast eitt áhugafelag í tí danska felagnum. Í byrjanini hevði eg ikki so stóran
verka beinanvegin. Í fyrstuni arbeiddu tey fram móti at stovna ein barnagarð fyri 30 børnum. Arbeiðsbólkurin gjørdi beinanvegin av, at seta ein stovnsleiðara, sum kundi vera serkøn hjálp, eitt nú at finna [...] býráðnum við projekti at byggja eldraíbúðir og sambýli. Ein bólkur arbeiðir við hesum, og væntandi verður arbeiðið bjóðað út til várs. Eisini ein áhugabólkur arbeiðir við málinum, men hugsandi er, at b [...] kostar hann 2,6 mió. krónur. Mylnuhúsið er dømi um tvørpolitiskt gott samstarv. Tað er tí ikki bert ein stórur dagur fyri foreldur og børn í Klaksvík, men eisini fyri býráðskvinnurnar, sum nú í tvey ár hava
samsvarar við mína áskoðan, at vit lata arbeiðsmegi til verjuna at ráða yvir. Tankin tiltalar meg, og eg havi eisini verið herprestur í Grønlands Kommando. Har hitti eg nógvar grønlendingar, sum sjálvbodnir gjørdu [...] um at føroyingar skulu verja danska markið, nú vit í Føroyum arbeiða við fullveldisætlanini. ? Er ein partur av sjálvstýrinum ikki eisini, at vit skulu verja okkum sjálv? ? Tað eru fleiri smátjóðir sum [...] undir seinna heimsbardaga, tá bretar hertóku Føroyar, men tá gjørdu danir einki. ? Annars fyriliggur ein løgtingsamtykt, sum vísir til Nato støðina, at hon ikki skuldi vera har, tí hon gjørdi Føroyar til
vreiðu rættvísuni hjá Hackman, tá broytist hann til ein figur sum fyri tað kundi verið stigin út úr Gamla Testamenti. Man fær varhugan av at "The French Connection" eisini er ein roynd at vísa lyndismunin á [...] soleiðis órógvaði fólk, gjørdi at eg fann mær ein meiri einsligan sess longur frammi í salinum. Man kann so sjálvandi spyrja, um tað er eitt listarligt kriterii, tá ein filmur ávirkar bløðruna. Ja hví ikki? Tróndur [...] skrýtt við penninum hjá Óla Petersen, tað er javnaðarpolitikkur í dag. Og í veruleikanum er tað ein skandala. Ein flokkur við tí førningi sum javnaðarflokkurin ber, kunnu vit ikki vera fyriuttan í hesum sjáldsama
skrivaði sáttmála við Glostrup IF 32, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. ? Eg havi spælt fótbólt allatíðina, meðan eg havi verið niðri, men tað hevur ikki verið so stórur álvari í, sum tað er nú, sigur [...] sum í nøkur ár hevur verið ein av álitisspælarunum hjá Allani Simonsen (báðir landsdystirnir hjá Jón vóru, meðan Páll Guðlaugsson var venjari). ? Tað er ikki nakað, eg havi hugsað so nógv um, men um teir [...] sum spæla fótbólt á høgum stigi uttanlands, eru Jan Allan Müller, Uni Arge og Jens Martin Knudsen. Ein maður, vit ikki hava hoyrt so nógv um, er Jón Johannesen av Tvøroyri. Hann hevur búð í Danmark seinastu
skrell í skolirúminum. Menniskjan er jú skapt við eini samvitsku, sum ein ikki kann renna undan, uttan at tað fær fylgjur fyri eins lív. Hvar er verjan, hvar eru eygleiðararnir, sum ansa eftir at lógin [...] Ella er menniskjan komin so langt út, at tað er natúrligt at sláa í hel, um ein kennir seg darvaðan av teimum gerðum, sum ein sjálvur er orsøkin til. Hvar eru tey kristnu, sum skuldu verið tey fyrstu at [...] Hetta eru skelkandi tøl, og eg kann ikki lata vera við at taka pennin og geva mínum harmi luft, men eg havi ikki verið varugur við nakrar stórar yvirskriftir í seinastuni hesum viðvíkjandi, sum mótmæla hesi
betri. Men tá ein skal hava endurgjald fyri skeiva viðgerð, gongst ikki so væl ? havi eg hoyrt ? tí kærustovnurin hevur havt ov nógv mál í mun til orkuna at avgreiða tey. Jú, men so kann ein sjúklingur síggja [...] Fyri at vera sjúklingur, skal ein vera sjúkur ? øll vita hvussu tungt lívið er tá. Men um ein kemur út fyri skeivari læknaviðgerð, hvussu so? Jú, sjálvandi er lívið eisini tungt á. ? Troyst er tó í tí
søgdu læknarnir, at hon bløddi meir enn teir høvdu roknað við. Tað var ikki ein spurningur, um hon skuldi hava blóð ella ikki, men ein spurningur um lív ella deyða, sigur Sigrið. Foreldrini hjá Sóley høvdu [...] Tíðin hevur verið ógvuliga strævin, onkursvegna hevur tað verið ein kampur millum lív og deyð. Vit fingu bodna hjálp frá HIV-Danmark og tað havi eg verið ógvuliga glað fyri. Hagandi hava vit fingið góða ráðgeving [...] tíni gerðarmál. Lívið er ikki ein sjálvfylgja. Bara at fáa eitt barn sum ikki er brekað er eitt stórt undur. Tað er eitt undur ikki at fáa eina ræðuliga sjúku. Lívið verður ein røð av smáum undrum. Tá ið