Fyri at vera sjúklingur, skal ein vera sjúkur ? øll vita hvussu tungt lívið er tá. Men um ein kemur út fyri skeivari læknaviðgerð, hvussu so? Jú, sjálvandi er lívið eisini tungt á. ? Troyst er tó í tí, at viðgerðarhættirnir og útgerð verða betri og betri. Men tá ein skal hava endurgjald fyri skeiva viðgerð, gongst ikki so væl ? havi eg hoyrt ? tí kærustovnurin hevur havt ov nógv mál í mun til orkuna at avgreiða tey.
Jú, men so kann ein sjúklingur síggja og gleðast yvir, nýtt tó kemur til viðgerðarstovnin til viðgerandi endamál á heilsuøkinum, m.a. sum gáva frá tryggingarfeløgum og fyritøkum.
Tann skeivt viðgjørdi sjúklingurin kann so sita og gleðast um øll tey, sum hava høvi at blíva frísk við hjálp av gávulutunum til sjúkraviðgerð ? meðan sjúka hansara blívur verri og verri av víðari feilviðgerð orsakað av peningaspurninginum í kærumálinum.
Jú, tey siga eisini »Gakk tú fram við góðum treyst ?«
Annika Thomsen,
FO-350 Vestmanna