ikki uttan ábreiðslur - var við til at lækka hýruprosentið hjá manningunum á nótarbátum, sum tá lógu í andaleypi, næstan niður á minimum mark, fyri at bjarga nótaflotanum, sum tá var við at gleppa føroyingum [...] Gøtulíð. Óli vaks tí upp í Norðagøtu og var bert 14 ára gamal, tá hann fór til skips, og baldist hann á sjónum tá í nøkur ár. Longu sum ungur byrjaði hann at gera vart við seg í fakfelags-høpi, og seinni [...] formann. Har hingu eingir lepar við, altíð til reiðar at verja áhugamálini hjá fiskimanninum her heima á landi, ja, ein sannur talsmaður, og ótroyttiligur at forsvara teirra rættindi. Og ikki minni uttanlanda
hava vunnið fimm sigrar á rað. -Tá ið teir tveir minuttir eftir steðgin skoraðu og løgdu seg á odda 2-1, vóru okkara spælarar róligir og hildu seg til, sum vit høvdu avrátt. Tað gekk væl at broyta spælskipan [...] toppskjútti við 13 málum og næstbesti málskjútti av øllum. Adrian setti hol á, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, og hann legði HB á odda 3-2, tá ið tað restaðu 20 minuttir. AB royndi at leggja nógv fyri [...] Jakobsen AB á odda 2-1. Sera hugaligt var tað hjá AB, at Marius Kryger Lind aftur var málskjútti. Hann hevur verið skaddur tað mesta av hesum árinum, og málið í dag var tað fyrsta hjá honum síðani á ólavsøku
í nærtalvi, har ratingtølini eru upp á spæl. Summir av hesum ókendu grasrótstelvarum við lágum ratingtølum, sum nú stinga seg upp á talvolympiaduni á liðum úr nýggjum londum, eru kanska í veruleikanum [...] Teir hava stórmeistarar á øllum borðum, og miðalstyrkitalið táttar í 2600. Turkaland vann í dag 4 - 0 á Puerto Rico. Dystirnir í morgin byrja klokkan 15. Til ber at fylgja við á netinum. Ikki færri enn [...] ferðin, at oyggin er við á talvolympiadu. Telvarar haðani hava tí ikki mestu royndirnar, og ratingtøl og seeding varskógvaðu, at hetta var manning, sum Føroyar áttu at vinna á. Føroyar eru styrkismettar
ella høvdið á, tá týskararnir blivu steðgaðir. Nógvu tímarnir í Yndi síggjast aftur og Mesut Ozil hevði ongan annan møguleika enn at býta um troyggju við múrin í verjuni. Teir vóru bestu menn á vøllinum fyri [...] møguelika tíðliga í dystinum, men sum dysturin gekk, so var týska mótstøðan ov sterk fyri unga miðvallarin. Misti bóltin í ótrýstari støðu til 3-0 málið, og sum heild gekk illa at fáa flutt bóltin til ein av v [...] at fáa fatur á bóltinum fleiri ferðir og spæla hann víðari. Kann meiri enn hann vísti, men vónandi ger spælitíðin í Federicia munin. Súni Olsen (45.min) 2 av 6 Kom inn fyri Daniel Udsen á høgra kant. Er
gamla Richard Skaalum Magnusson og 4 ára gomlu Teu Vár Skaalum Magnusdóttir, býr á Traðagøtu á Argjum. – Tað er best á Argjum, sigur Richard. Hóast hann ikki kennir floksfelagarnar frá dagstovnatíðini [...] Stuðul á dagstovni At Richard Skaalum Magnusson hevur mikroti, hevur ávirkað ymisk viðurskifti í gerandisdegnum. Millum annað hevði hann taliráðgeva, tá ið hann var í barnagarði. – Hann gekk í Dagstovninum [...] ), sigur mamman, Halla Skaalum. Tað vísti seg, at Richard Skaalum Magnusson var føddur við tí, sum á fakmáli, verður kalla mikroti. Tað merkir, at oyrini eru ikki ment, sum tey skulu. Tað sjónliga er,
blíva fastur spælari á landsliðnum. Eg havi spælt á U21-landsliðnum og føldi, at tað gekk væl. Eisini spældi eg ein A landsdyst ímóti Íslandi í fjør, og tá helt eg eisini, at tað gekk væl. So eg vóni tað [...] vendir so skjótt. Áðrenn eg veit av, kann eg sita á bonkinum í Premier League, so kann alt henda. Spæla á hægsta stigi Jákup Mikkelsen legði handskarnar á hillina sum landsliðsmálmaður í fjør. Gunnar Nielsen [...] eg vant á høgum stigi leingi, og tað er eitt náttúrligt næsta stig at sleppa at spæla. Tað er eisini týdningarmikið, um eg skal vinna mær fast pláss á landsliðnum, at eg regluliga spæli dystir á høgum stigi
Impulsivur sum altíð lat hann seg ikki steðga av, at eg var staddur umborð á “Winston Churchill” á veg til Danmarkar. Setanarsamrøðan gekk fyri seg yvir Tórshavn Radio. Og hann hevði stórar ætlanir. Sosialurin [...] interessant og at vatnskaði var staðfestur í skúlanum á Trøllanesi var eisini forbannað interessant. Eg hevði við ein blaðstjóra at gera, sum gekk kring í býnum sum ein magnet, ella ein turrur svampur [...] havt stóran týdning fyri meg. Tann fyrsti kallaðist Chr. P. Fogtmann 1918-2003. Hann var blaðstjóri á Thisted Dagblad í eitt mannaminni. Hann lærdi meg, at journalistiska fakið er kreativt og eisini er
sigur Kristian Magnussen. Kristian Magnussen varð valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í 1994 við triðflestum atkvøðum - 565 í tali. Men tað gekk ikki long tíð, til Verkamannafylkingini skrædnaði, og Kristian [...] hevur ongantíð fyrr verið limur í nøkrum politiskum flokki, og hann varð heldur ikki tann, ið gekk á odda í stríðnum, sum var millum Javnaðarflokkin og nøkur av teimum, sum stovnaðu Verkamannafylkingina. [...] soleiðis, at eg royni at taka onnur upp á ráð - at spæla við opnum kortum - og tað hevur í hvussu er bara givið bonus, sigur Kristian Magnussen. Hóast tað kemur óvart á, at Kristian Magnussen nú hevur meldað
stundir og veður til at hugsa. So sigi eg við Jákup bónda, meðan vit sótu har í friði og náðum á bátinum, sum gekk uttan segl ella ár: “Hvat skuldi forða okkum í sjálvir at átt ein bát sum henda? Hvat skuldi [...] vera um hetta, tí so varð takið lættari. Partaeigararnir í hesum báti skuldi vera, Jákup á Biskupstøð, Napoleon á Biskopstøð, Heini Símun og síðani eg sjálvur. Vit komu allir saman til at tosa um hetta [...] lupu av, og vóru tær brúktar til annað, ið tørvur var á. Til at nýta sum innivið keyptu vit rekavið, sum vit sagaðu sundur við langsag í gálganum á Biskopstøð. 25 oyru um tíman Allir vit, sum skuldu eiga
sjálvfylgju. Og fáur, sum Ottar, fylgdi betri við, hvat gekk fyri seg á skúlaøkinum bæði her heima eins væl og úti í heimi, men hóast stóru vitanina á so mongum økjum, so var hann ongantíð maðurin, sum førdi [...] hetta at geva børnum og teimum ungu ein førning fram á leið teirra gjøgnum lívið, lá honum altíð frammaliga í huga - hann søkti um at sleppa inn á Føroya Læraraskúla eftir lokna bankalæru, og tað eydnaðist [...] , sum nú manna bæði virkisleiðslur og standa á odda í almennu Føroyum, standa enn tann dag í dag í takklæti til Ottar, sum kom at týða so nógv fyri teir á leiðini framyvir. Í 1970 gjørdist hann varaskúlastjóri