Gunnar nærkast Premier League

Gunnar Nielsen byrjaði sítt uttanlands ævintýr á Hesselgods-skúlanum í Danmark. Men tá var dreymurin um Premier League fótbólt eitt sindur langt burturi

Fótbóltsútisetar: – Tað var eitt sindur av tilvild, at eg fór júst á Hesselgods, men eftir at eg kom til Frem og serliga Blackburn, havi eg allatíð havt hendan dreymin, sigur Gunnar Nielsen, sum ásannar, at mál hansara sum fótbóltsspælari hava broytt seg við tíðini.
– Eg havi regulerað málini hjá mær, alt eftir hvussu langt eg eri komin, og nú tá eg eri triði málmaður í Manchester City, vil eg gjarna blíva annar málmaður, sigur Gunnar.
Herfyri stóð triði málmaðurin hjá Chelsea í mál, tá teir spældu í Champions League ímóti Inter, tí hinir báðir vóru skaddir, og tí spurdu vit Gunnar, um hann ongantíð tekur seg sjálvan í at vóna, at málmennirnir hjá City blíva skaddir.
– Nei, sjálvandi vóni eg ikki, at teir blíva skaddir, men onkuntíð hugsi eg, at høvdu teir bara fingið krím í eina viku, so hevði tað verið feitt at sloppið at spælt, sigur málverjin, ið ásannar, at í fótbólti kann tað ganga skjótt hvønn vegin.
– Hatta vísir bara, hvussu skjótt tað gongur. Tað kann gott vera, at tað er langur vegur sum triði málmaður, men tað vendir so skjótt. Áðrenn eg veit av, kann eg sita á bonkinum í Premier League, so kann alt henda.

Spæla á hægsta stigi
Jákup Mikkelsen legði handskarnar á hillina sum landsliðsmálmaður í fjør. Gunnar Nielsen hevur í eina tíð verið næsti málmaður, og tí er nærliggjandi at hugsa, at hann verður fyrsta val frameftir.
– Eg havi altíð havt sum mál um at blíva fastur spælari á landsliðnum. Eg havi spælt á U21-landsliðnum og føldi, at tað gekk væl. Eisini spældi eg ein A landsdyst ímóti Íslandi í fjør, og tá helt eg eisini, at tað gekk væl. So eg vóni tað besta, sigur Gunnar.
Hann hevur seinnu árini ikki spælt fyrstaliðsfótbólt, men er greiður yvir, at tað má til, um hann skal kunna spæla seg til eitt fast pláss á landsliðnum.
– Fram til í summar verði eg nokk verandi her, og hendir nakað, so hendir tað. Men eftir summarið vil eg gjarna sleppa at spæla. Eg fari fyri summarfrítíðina at práta við City um, hvat skal henda. Nú havi eg vant á høgum stigi leingi, og tað er eitt náttúrligt næsta stig at sleppa at spæla. Tað er eisini týdningarmikið, um eg skal vinna mær fast pláss á landsliðnum, at eg regluliga spæli dystir á høgum stigi, sigur Gunnar um framtíðina.

Millum heimsstjørnur
Millum spælararnar í Manchester City ery stjørnur sum Carlos Tevez, Craig Bellamy, Emmanuel Adebayor, Micha Richards og fleiri aðrir, men Gunnar, sum sær hesar spælarar dagliga, er ikki líka imponeraður sum vit onnur.
– Tað er spennandi í byrjanini. Tað var eisini eitt stórt stig, tá eg fór frá Frem til Blackburn. Har vóru menn sum Benni McCarthy og Morten Gamst Pedersen. Í City eru enn størri stjørnur, men eg havi vant meg við tað, sigur málverjin.
– Eg veit, at um eg skal hava nakran møguleika, so má eg halda meg framat og tora at rópa til venjing, og tá ger tað mær tað sama, um mennirnir eita Bellamy, Adebayor ella Tevez.
Gunnar heldur, at tað eru heldur ikki stundir at seta seg niður at hugsa um støðuna, ein er komin í, hóast liðfelagarnir eru heimskendir.
– Eg hugsi faktist slett ikki yvir tað. Tá vit hugna okkum eftir venjing, so kennist tað bara púra vanligt, men eg dugi væl at síggja, at tá eg tosi við vinmenn, so hugsa teir øðrvísi enn eg og halda, at tað er stórt og feitt. Meg tá eg eri í tí, so hugsi eg ikki um tað, sigur Gunnar um at spæla saman við nøkrum av heimsins allarbestu spælararum.

Álit frá Mancini
Fleiri av viðspælararunum hjá Gunnari í Manchester City hava verið nógv frammi í miðlunum, men hóast søgurnar mangan kunnu vera ógvusligar og skandalukendar, er tað ikki nakað, ið tykist ávirka teir nakað serligt.
– Teir tosa sjálvandi um tað, men sum heild verður ikki tosað so nógv um tað. Menn eru professionellir og koyra á til venjing. Eg haldi ikki, at tað ávirkar teir so nógv, sigur Gunnar.
Fyrr í ár bleiv Mark Hughes koyrdur sum venjari í Manchester City, og í hansara stað kom fyrrverandi Inter-venjarin, Roberto Mancini. Hóast tað var Mark Hughes, sum í síni tíð fekk Gunnar til Blackburn og seinni eisini til Manchester City, so hevur Mancini stórt alit á Gunnar.
– Eg var triði málmaður áðrenn og eg eri triði málmaður enn. Men eg eri kanska enn meiri ein partur av liðnum nú, tí Mancini brúkar tríggjar málmenn til dystirnar. Eg eri við til allar dystirnar og venji fast við fyrstaliðnum. So tað er størsti munurin fyri meg, sigur Gunnar um sína egnu støðu í Manchester City.

Mugu vísa tol
Málverjin, sum hevur sínar fótbóltsrøtur í HB, er tann føroyski fótbóltsspælarin, ið er komin enskum toppfótbólti tættast. Men hann heldur, at ov nogvir føroyskir fótbóltsspælarar eru ov ótolnir og ov skjótir at venda heimaftur.
– Persónliga vil eg gjarna, at føroyskur fótbóltur kemur so langt sum gjørligt, eins og landsliðið eisini ger tað. Eg haldi, at umbosmaðurin hjá mær hevur givið nógvum spælararum møguleikar uttanlands, men teir eru ov skjótir at vilja sleppa heim, sigur Gunnar.
– Tað er hart í fótbóltsheiminum. Tað nyttar einki at vilja tað, og so fara heim, tá tað gongur tær ímóti, tí tú mást veruliga vilja tað. Tak eitt nú Wayne Bridge, sum ikki hevur havt tað lætt, samstundis sum øll kenna til hansara privatlív. Soleiðis er fótbóltur, tí tað er hart.
Føroyskir spælarar hava ofta fingið at vitað, at teir eru ov skjótir at venda heimaftur, tá tað gongur teimum ímóti. Gunnar vísir at enda á, at tað krevur veruligan vilja, um tú vilt koma langt.
– Tað er ov trygt í Føroyum, tí har kennir tú alt og øll. Skalt tú spæla í einum stórum felag, so skalt tú kunna fara til Old Trafford og Emirates Stadium, har tað er óndur stemningur ímóti tær, og allíkavæl spæla væl, sigur hann.
– Tað snýr seg um at kunna fara í tað ókenda, men framvegis at kenna seg tryggan og spæla væl. Hetta við at venda heimaftur, tá tað gongur illa, dámar mær einki. Tú noyðist at ofra nakað, um tú vilt nakað, tí tað nyttar ikki at fara heim til mammu í heilum.