? Vit mugu fyrst læra at umsita

Sigur Kristian Magnussen, sum nú er limur í tingbólki Javnaðarfloksins, sum av fullum huga tekur undir við, at vit skulu hava eina nýggja lóg í staðin fyri heimastýrislógina.

Fyrrapartin í gjár handaði Kristian Magnussen, landsstýrismaður, løgmanni bræv, har hann bað um at verða loystur úr starvi.

Orsøkin er tann, at Kristian Magnussen hósdagin gjørdist limur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, og nú fer aftur í tingið, har hann verður sætti tingmaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins.

? Eg havi hug at halda fram í politikki, og eg haldi at eg havi okkurt eftir at fremja, sigur Kristian Magnussen.

Kristian Magnussen varð valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í 1994 við triðflestum atkvøðum - 565 í tali. Men tað gekk ikki long tíð, til Verkamannafylkingini skrædnaði, og Kristian Magnussen varð tveittur úr fylkingini saman við Óla Jacobsen og Karl Robert Johansen.

Síðani hevur fylkingin koyrt í tveimum. Ingeborg Vinther hevur umboðað Verkamannafylkingina, meðan Óli Jacobsen og Kristian Magnussen hava verið uttanfyri.

? Fylkingin hevði sína funktión fyri fýra árum síðani, men nú hevur hon tænt sínum endamáli, sigur Kristian Magnussen, sum leggur afturat, at tað kom so brádliga í, at hann skuldi stilla upp til seinasta val.

? Tað varð heitt á meg, og so tók eg av, sigur hann.


Ikki verið limur í politiskum flokki fyrr

Kristian Magnussen hevur ongantíð fyrr verið limur í nøkrum politiskum flokki, og hann varð heldur ikki tann, ið gekk á odda í stríðnum, sum var millum Javnaðarflokkin og nøkur av teimum, sum stovnaðu Verkamannafylkingina.

? Eg hevði ongar beteinkiligheitir við at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, sum eg havi havt gott samstarv við, og sum er tann flokkur, sum liggur mínari hugsjón nærmast. Mær dámar eisini væl at skula samstarva við organisatiónina í Javnaðarflokkinum - tí eg havi havt tað soleiðis, at eg royni at taka onnur upp á ráð - at spæla við opnum kortum - og tað hevur í hvussu er bara givið bonus, sigur Kristian Magnussen.

Hóast tað kemur óvart á, at Kristian Magnussen nú hevur meldað seg inn í Javnaðarflokkin, so hevur kortini ávíst samband verið millum partanar gjøgnum veturin.

? Onkur hevur heitt á meg - og eg havi so hugsað um tað, sigur hann. ? Eg eri so komin til ta nðurstøðu, at eg nú havi meldað meg inn í flokkin, og at eg ætli mær at arbeiða sum partur av Javnaðarflokkinum, og harvið gera mítt til, at flokkurin verður ein dynamiskur flokkur.

? Eg ætli mær nú at bjóða meg fram sum valevni hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin, Kristian Magnussen.


Tú gerst ongantíð »liðugur« í politikki

? Nú tú so brádliga fert úr landsstýrinum - er tað ikki sum at loypa frá, meðan alt stendur í hálvum gekki?

? Nei, tað haldi eg ikki, vit kunnu siga. Í politikki verður tú ongantíð »liðugur« - har er altíð okkurt eftir. Eg havi annars fingið tað mesta frá hondini, og borið næstan øll uppskotini niðan í tingið. Okkurt mál mátti bíða, eitt nú nýggja kommunulæknalógin, sum vísti seg kortini ikki at vera klár, nú hon skuldi leggjast fram.

? Tey uppskotini, sum eru borin niðan, eru rímuliga klár, tí fleiri av teimum stóru eru borin niðan í góðari tí og eru undir viðgerð í trivnaðarnevndini. Summum teirra vantar bert 2. og 3. viðgerð, so tey skuldu havt góðar møguleikar at verði samtykt.


Tekur undir við sjálvstýrispolitikkinum

Hóast Kristian Magnussen sigur seg ongantíð hava verið aktivan í nøkrum flokki, so hevur hann altíð ligið á vinstraveinginum í politikki. Men tá tað um viðurskiftini við Danmark ræður, er hann fullsamdur við støðuni hjá Javnaðarflokkinum.

? Eg taki fult undir við, at vit skulu gera eina nýggja lóg, sum skal loysa av heimastýrislógina, sigur hann. At tosa um loysing, heldur hann ikki nakað skil vera í.

? Loysing? - eg havi ilt við at skilja, hvat tað er! Vit verða undir øllum umstøðum noydd at verða tengd at onkrum - tí verða vit eisini noydd at hava onkra smidliga skipan, sum knýtir okkum at onkrum størri samfelag.

? Tá vit hava loyst - í eitt korter, ella hvat tað skal vera, so verða vit noydd at hava samskifti á ymsar mátar við onnur. So eg veit ikki hvør munurin í veruleikanum er. Tí haldi eg, at ein smidligari skipan við eitt størri samfelag er ein fyrimunur fram um at skula spjaða seg allastaðni.

? Vit koma altíð at senda okkara næmingar út um landoddarnar. Tí mugu vit leggja okkara skúlaskipan upp at onkrari aðrari - so hon er á sama støði, so vit kunnu koma víðari í hægri skúlaskipan aðrastaðni.


Fólkið hevur krav

upp á greiða umsiting

? Men vit skulu sjálvandi umsita hetta landið sjálv, í tann mun tað er skilagott. Men tað at umsita, tað er ikki nakað, sum vit bara gera - tað er nakað vit skulu mennast til at gera. Tað kunnu vit ikki gera upp á fáar minuttir. - tað hevur nakað við siðvenju at gera, og tað eru vit við at læra. Higartil hevur tað verið soleiðis, at vit bara hava yvirtikið eina rúgvu og so sett okkum hendur í favn og sagt hvussu deiligt tað er - nú er tað yvirtikið.

? Men minni dentur hevur verið lagdur á, hvussu tað hevur verið umsitið, og hvussu rættartrygdin hjá fólki hevur verið. Her er hend ein broyting - til tað betra, heldur Kristian Magnussen.

? Vit mugu fyrst læra at umsita tað, vit umsita, og so fara eftir tí næsta. Borgarin hevur eitt krav uppá, at tað verður umsitið ordiligt.


Tekur ikki undir

við postmálinum

Hóast Kristian Magnussen nú fer úr landsstýrinum, so tekur hann sjálvandi undir við fleiri av málunum, sum hann sjávur hevur verið við til at tilevnað.

? Men so eru eisini onnur mál, har eg frammanundan havi boðað frá, at eg ikki taki undir við, eitt nú Jarðarlóggávan. Eg kann ikki taka undir við, at vit skulu forera jørðina hjá okkum burtur til nakrar persónar. Postmálinum taki eg heldur ikki undir við, sigur Kristian Magnussen.


Javnaðarumboð

í fólkatingið

Kristian Magnussen tykist verða bitin av politiska arbeiðinum.

? Onkur skal gera tað, og eg haldi ikki, at eg havi havt so nógvar kvalir av tí.

Kristian Magnussen fer ikki aftur í sítt borgarliga starv sum sosialráðgevi hjá Tórshavnar Býráð.

? Eg fari nú at konsentrera meg um arbeiðið í løgtinginum, sigur hann.

Kristian Magnussen sigur, at tað ikki var tilvitað, at hann boðaði frá, at hann fór í Javnaðarflokkin, nú beint undan fólkatingsvalinum.

? Men tá eg skal gera tað, so kann eg eins væl gera tað nú, tá síðsti framløgudagur hevur verið - og fólk eru farin at spyrja og gita. Kann Javnaðarflokkurin so vinna nakrar atkvøður upp á tað, so er tað eisini í fínasta ordan, sigur Kristian Magnussen, sum mælir sínum veljarum til at velja Javnaðarflokkin.