HB vann arbeiðssigur á Argjum

AB venjarin heldur ikki, at tað var tí hansara menn ikki orkaðu nóg væl, at teir taptu

HB vann í dag 4-2 á Argjum. Tað vil siga, at HB er framvegis næstfremst, og fjarstøðan fram til KÍ og aftur til B36 er tann sama, sum hon var undan hesum umfarinum.

 

Eina løtu luktaði tað inni í Vika av, at hetta fór at verða dagurin, tá ið HB av álvara blandaði seg upp í FM stríðið. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og tað var greitt, at HB við 4-2 sigri fór at hava fulla úrtøku við sær aftur í Gundadal, var tað ikki liðugt í Klaksvík, har støðan millum KÍ og EB/Streym var 2-2. Men so skoraði KÍ til 3-2, og nú er sær tað soleiðis út, sum tað gjørdi undan hesum umfarinum.

 

Sambært upprunaligu skránni áttu HB og KÍ komandi fríggjakvøld at spælt í Gundadali. Tann dysturin er útsettur til fríggjakvøldið 15. september, tí KÍ nú hóskvøldið fer at spæla í Europa League á útivølli í Moldova.

 

-Nú verður landsliðssteðgur og eingin dystur hjá okkum, meðan hini feløgini fara at spæla fríggjakvøldið og leygardagin. Hjá okkum hevði tað passað betur, um vit nú høvdu fingið vitjan av KÍ, men vit boyggja okkum fyri tí, sum tey serkønu hava gjørt av, sigur HB venjarin Jákup Martin Joensen í samrøðu við FM1.

 

Jákup Martin Joensen heldur, at tað var rímuligt, at hansara menn stóðu eftir við øllum stigunum og nú hava vunnið fimm sigrar á rað.

 

-Tá ið teir tveir minuttir eftir steðgin skoraðu og løgdu seg á odda 2-1, vóru okkara spælarar róligir og hildu seg til, sum vit høvdu avrátt. Tað gekk væl at broyta spælskipan, og vit arbeiddu sega nógv og væl, og tað bar úrtøku við sær, tí seinna partin av seinna hálvleiki skoraðu vit trý mál. Teir, ið vórðu skiftir inn, stóðu seg væl, og Jákup L. Thomsen hevði bara verið fýra minuttir á vøllinum, tá ið hann javnaði til 2-2, sigur Jákup Martin Joensen.

 

Adrian Justinussen var aftur í dag tvífaldur málskjútti, og nú er hann HB toppskjútti við 13 málum og næstbesti málskjútti av øllum. Adrian setti hol á, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, og hann legði HB á odda 3-2, tá ið tað restaðu 20 minuttir. AB royndi at leggja nógv fyri í royndini at javna, men heldur var tað HB, sum staðfesti 4-2 sigurin, tá ið Mathias Præst Nielsen eftir horna  skoraði. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.

 

AB venjarin Símun Eliasen sigur seg ikki vera misnøgdan við hugburð og avrik, hóast tað endaði við 4-2 tapi:

 

-Spælararnir hildu seg til tað, sum vit høvdu avrátt. Teir arbeiddu væl og nógv. HB var mest á bóltinum, og tað kennist tungt støðugt at renna aftaná, men sum dysturin leið, vóru okkara ikki verri fyri enn mótstøðumenninir, og málini, sum teir tá fingu, stóðust ikki av støðum, har teir spældu seg til stórar málmøguleikar. Heldur var tað eitt langskot og ein støða, tá ið bólturin varð blokeraður, sigur Símun Eliasen.

 

Eitt stórt korter var farið, tá ið Marius Kryger Lindh javnaði til 1-1, og tveir minuttir eftir steðgin legði Brian Jakobsen AB á odda 2-1. Sera hugaligt var tað hjá AB, at Marius Kryger Lind aftur var málskjútti. Hann hevur verið skaddur tað mesta av hesum árinum, og málið í dag var tað fyrsta hjá honum síðani á ólavsøku í fjør, tá ið hann skoraði í 1-1 javnleikinum ímóti EB/Streymi. Í fjør skoraði hann níggju mál. Brian Jakobsen er toppskjútti hjá AB við sjey málum.