– Tá ið Richard varð føddur, vistu vit einki. Vit sóu, at oyrini ikki vóru sum hjá øðrum børnum. Vinstra oyrað er hálvt og høgra oyra er misformað. Oyralæknin kundi eisini staðfesta, at har vóru ongar oyralustir (oyragongir), sigur mamman, Halla Skaalum.
Tað vísti seg, at Richard Skaalum Magnusson var føddur við tí, sum á fakmáli, verður kalla mikroti. Tað merkir, at oyrini eru ikki ment, sum tey skulu. Tað sjónliga er, at vinstra oyra er bara hálvt.
Tað eru fýra stig av mikroti, og Richard Skaalum Magnusson hevur triðja stig av mikroti.
Hoyritól fest á høvdið
Tá ið Richard var tríggjar mánaðir gamal, fóru tey til Danmark, har hann varð kannaður nærri. Hann fekk eitt serligt hoyritól, sum verður fest tvørtur um høvdið. Hoyritólið vibererar og sendir ljóðbylgjur til innara oyra, og tað ger, at hann hoyrir.
– Hoyritólið er hansara oyrur. Um Richard ikki hevur hoyritólið, so hoyrir hann næstan einki. Um hann ikki hevur hoyritólið á, er neyðugt at rópa, vera tætt hjá og hava eygnasamband við hann, fyri at hann skal hoyra nakað, sigur mamman.
Tá ið nú sjey ára gamli argjadrongurin skal undir brúsu, svimja ella sova, verður hoyritólið tikið av. Annars hevur hann tað altíð uppá.
##med2##
Nýggj hoyritól
Fyri einum mánaði síðani fekk Richard í eini skurðviðgerð sett skrúvur inn oyrabeinið í høvdið. Nýggj, framkomin hoyritól verða eftir sett á skrúvurnar, og tað skal gera, at hann fer at hoyra enn betur. Hoyritólini verða heldur ikki so sjónligt, sum tey núverandi eru.
Skurðviðgerðin varð gjørd í Føroyum, og hann er næsti føroyingurin, ið hevur fingið hesa viðgerðina í Føroyum.
– Vit fara til oyrnalæknan í næstu viku, og tá vænti eg, at hann fer at fáa nýggju hoyritólini. Nýggju hoyritólini eru ein lítil telda. Hann kann innstilla ljóðið, til dømis í mun til, hvar hann er. Tað er til dømis munur á, um hann er í eini ítróttarhøll, um tað er í eini skúlastovu ella teir bara eru tveir vinir saman. Eg vænti, at hann fer at hoyra enn betur og at nýggju hoyritólini fara at hjálpa honum enn meira í gerandisdegnum, at hann fer at hoyra reinari og ikki eitt sindur ullint, sigur Halla Skaalum.
Stuðul á dagstovni
At Richard Skaalum Magnusson hevur mikroti, hevur ávirkað ymisk viðurskifti í gerandisdegnum. Millum annað hevði hann taliráðgeva, tá ið hann var í barnagarði.
– Hann gekk í Dagstovninum í Hoyvík. Í vøggustovuni vóru 10 børn, og fleiri vaksin rundan um hann. Tað gekk rímiliga væl. Men tá ið hann fór í barnagarð vóru tey 19 børn, og ikki so nógv vaksin um hann. Og vit vita, at børn í hasum aldrinum larma nógv, so har vóru ymiskar avbjóðingar, sigur Halla Skaalum.
Tey søktu um eyka tímar, so at tey fingu eyka stuðul til hansara. Tað fingu tey.
– Hann hevði ikki so góða úttalu, tí hann hoyrdi ikki so væl. Tað hjálpti væl, at hann fekk taliráðgeva. Hann orkaði heldur ikki, um tað var nógvur larmur. Hann fekk av og á ilt í høvdið. Hann fekk eisini loyvi at sova eitt sindur eyka. Sernám var eisini inn í myndini. Onkuntíð fóru tey ein túr ella at svimja við honum. Hann fekk heldur ikki altíð við, tá ið felags boð vórðu søgd til børnini. Tá var gott at hava stuðul, sum dugdi at geva boð, so at hann fekk tað við, sigur Halla Skaalum.
Mamman fór eisini niður í arbeiðstíð, frá 32 tímum til 25 tímar um vikuna, so at hann kundi sleppa fyrri heim enn onnur.
– Tey á Dagstovninum í Hoyvík gjørdu nógv fyri at fáa tað at rigga, so at Richard hevði tað gott. Tað eru vit glað fyri. Vit hava ikki upplivað, at hann hevur verið argaður vegna hansara brek, sigur mamman.
Í 1. flokki
Richard Skaalum Magnusson er nú farin í 1. flokk í Skúlanum á Fløtum. Hann gongur í Kongagøtu í Havn.
– Eg gangi í 1.A. Vit eru 24 næmingar í flokkinum, og sum oftast eru tveir lærarar í flokkinum. Tað eru fleiri gentur enn dreingir í flokkinum. Tað er stuttligt at vera í skúla, serliga tá ið vit síggja teknifilm, sigur Richard Skaalum Magnusson.
Í skúlanum hevur hann ikki nakran stuðul.
– Vit hava tosað við flokslæraran og eisini greitt hinum foreldrunum frá støðuni hjá Richard. Fyri at hann skal fáa alt við, er neyðugt, at hann sær og er tætt hjá tí, sum tosar. Tí sleppur hann at sita fremst, so at hann sær læraran og fær alt við, og lærararnir vita eisini, at um onkur boð skulu gevast, so er neyðugt at hann fær boðini greitt. Hann sleppur eisini at fara út úr skúlastovuni eina løtu, um hann er móður í høvdinum, sigur Halla Skaalum.
Flokslærarin hevur eisini tikið upp við næmingarnar um ymisleika.
– Eg veit at hon til dømis hevur greitt teimum frá, at vit eru ymiskt, hava ymiskan hárlit, onkur hevur brillur og onkur hevur hoyritól. Tað er gott, at tey taka hetta evnið upp, sigur Halla Skaalum.
Higartil hevur ikki verið neyðugt við eyka stuðli hjá honum.
– Sum nú er halda vit ikki, at tað er neyðugt við stuðli, men vit fara at fylgja við, hvussu gongur, sigur mamman.
Eftir skúlan fer Richard Skaalum Magnusson saman við hinum børnunum í frítíðarskúla. Tá spæla tey millum annað í Grasagarði.
##med3##
Minecraft lego
Familjan, ið telur pápan, Magnus Jógvansson, mammuna, Hallu Skaalum, 7 ára gamla Richard Skaalum Magnusson og 4 ára gomlu Teu Vár Skaalum Magnusdóttir, býr á Traðagøtu á Argjum.
– Tað er best á Argjum, sigur Richard.
Hóast hann ikki kennir floksfelagarnar frá dagstovnatíðini, so er hann longu komin at kenna fleiri av teimum.
– Vinir mínir eita Julian, Sofus og Matteus. Vit plaga at spæla minecraft lego, sigur Richard Skaalum Magnusson.
Eftirgjørt oyra í framtíðini
Brekið hjá honum fyllir ikki so nógv í familjulívinum.
– Vit hava ein vanligan gerandisdag. Hoyritólið verður tikið av, tá ið hann fer í brúsu, at svimja og tá ið hann svevur. Annars er tað á. Vit eru spent at síggja, hvussu nýggja hoyritólið fer at virka í gerandisdegnum. Tað verður minni sjónligt, og tað er eisini munandi meira framkomið, sigur Halla Skaalum.
Hon veit um nakrar fáar aðrar føroyingar, ið eisini hava mikroti. Hon veit eisini um útlendingar, ið hava hetta brekið. Hon hevur havt samband við onkran av teimum, fyri at hoyra teirra søgu. Tey eru tó ikki skipað í nøkrum felagið. Onkur av teimum eru skurðviðgjørd, so tey hava fingið eftirgjørd oyru, so at brekið ikki er so sjónligt.
– Richard má sjálvur, tá ið hann er nóg vaksin til tað, taka støðu til, um hann skal skurðviðgerast í oyrunum. Vit kunnu ikki taka støðuna fyri hann, sigur Halla Skaalum.