nógv við at gera hjálpararbeiði í fátæka landinum Rumenia. Føroyingar hava gjørt nógv við at senda neyðsynjarvørur til Rumenia tey seinnu árini, men sambært Anskari Hansen er neyðin so stór, at talan er [...] hann greiddi frá hjálpararbeiðnum í Rumenia, umframt, at hann greiddi frá arbeiðnum at hjálpa tí 13 ára gomlu rumensku gentuni, Mihailu. Tað ber til at hoyra prátið við Anskar Hansen undir greinini. [...] Peningurin, sum kemur inn til "Sólstráluna" fer til at hjálpa einari nú 13 ára gamlari, rumenskari gentu, sum hevur skerdar førleikar. Tað hevur eydnast at fáa 13 ára gomlu, Mihaulu undir skurð, og er hon
ræðandi at hugsa um, at dóttir mín ella vinkona hennara, sum gisti hjá okkum, kundu havt etið hetta niður í seg. Tað sigur Kjersti Garnst við norsku heimasíðuna www.nordlys.no. Tað var í morgun, at Kjersti [...] Kjersti gjørdi salat, sum tey ætlaðu at eta á middegi. Til salatina brúkti hon eisini fetaost, men tað var her, at hon fann eitt stórt, hart og hvast plastpetti. - Eg fekk hetta harða í munnin, sum eg helt [...] helt vera ein steinur. Eg gjørdist rættiliga kløkk, tá eg fann út av, at hetta var eitt hvast plastpetti. Hon sigur, at fetaosturin var av slagnum Apetina Aria við oliven og sólturkaðum tomatum. - Hvat hevði
sum er vinnupolitiskur stjóri í Handverksráðnum, sigur við blaðið, at støðugt fleiri danskir arbeiðsgevarar kæra seg um, at teir noyðast at kappast við eysturevropeisk feløg, sum snýta í skatti og løn, og [...] leggur afturat, at ein fjórðingur av teimum eysturevropeisku feløgunum, sum virka í Danmark, eru komin ólógliga til landið. Palle Bisgaard, sum er skrivari í fakfelagnum 3F, sigur, at umleið 6.000 danskir [...] danskir byggiarbeiðsmenn eru arbeiðsleysir, og at teir kunnu ikki fáa arbeiði, tí at tey útlendsku feløgini snýta við løn og skatti.
Arngrímsson. Hann heldur, at ES eigur at hyggja at ferðarmynstrinum hjá makrelinum. -Tað var meiri enn hálv onnur millión tons av makreli í íslendskum sjógvi í ár. Uppgávan er heilt einfalt at fáa semju um ein [...] amerikanska sjónvarpið CNN. Hann leggur afturat, at makreltrætan hevur fingið íslendingar at ivast í, hvussu rætt tað er at fara upp í ES. -Tað er nógv meiri makrelur í íslendskum sjógvi nú, og hann steðgar [...] Trætan um makrelin kann hava við sær, at íslendska umsóknin um limaskap í Evropasamveldinum verður løgd til viks. Tað sigur íslendski vinnumálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, í samrøðu við amerikanska
ikki eintýðugt, at samsvarandi tal av fólki er komið í arbeiði. Fyrr var vanligt, at tey, sum høvdu tikið prógv frá miðnámsskúla, arbeiddu í eitt ella tvey ár, áðrenn tey fóru burtur at nema sær hægri útbúgving [...] Arbeiðsloysið ger, at ung eftir lokna miðnámsútbúgving ikki arbeiða eitt ár fyrst men fara beinleiðis í gongd við at lesa víðari. Talið av arbeiðsleysum fólkum er minkað seinastu tvey árini. Í november [...] sum ikki kunnu fáa frá ALS, búgva heima hjá foreldrunum. Heldur ikki ber til at siga, hvussu nógv fólk ongan stuðul fáa, av tí at makin hevur inntøku.
frá NOFIMA at greiða frá nýggjastu granskingini innan IPN og koppseting, og Sofie Remø frá NIFES fer at røða um, hvørja ávirkan viðgerð við hydrogenperoxid ávirkar laks. Vinnuhúsið sigur, at Ása Jacobsen [...] Hotel Føroyum. Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag. Nakrir afturvendandi tættir hava verið seinastu árini, og hesaferð fer Ragnar Nystøyl, leiðari hjá Kontali í Noregi, at greiða frá um marknaðarútlitini í [...] fer at halda fyrilestur um tað, sum rópt verður "gaping" í laksi, og hon hevur skrivað eitt phd projekt um hetta evnið. Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, fer at umrøða
eftir at hava spælt í miðverjuni. Høgni Madsen, sum er útleigaður frá ÍF, ætlaði upprunaliga at koma aftur til Føroyar eftir komandi umfar, sum er tað seinasta fyri ársskiftið. Men hugurin at halda fram [...] í Føroyum er góður. «Eg havi ætlanir um at verða her eitt sindur longri, men tað kemur alt annað upp á um eg sleppi at halda fram í felagnum. Hin møguleikin er at finna eitt annað felag. Sum nú er, so [...] Høgni Madsen og hansara menn vunnu um vikuskiftið týdningarmiklan odda dyst 1-0. Úrslitið merkir, at Høgni Madsen og Pieta Hotspurs FC nú eru nummar eitt í deildini, og stevna móti uppflyting, sum er
segði fyri nøkrum døgum síðani, at bleiv hann ákærdur, fór hann at leggja frá sær sum uttanríkisráðharri og at siga tingsessin frá sær. Enn er ikki greitt, hvast hann fer at gera. Løgreglan hevur kannað Lieberman [...] a var hann eisini skuldsettur fyri korrupsjón og fyri at hava roynt at ávirka vitni, men ákæruvaldið helt seg ikki hava nóg gott próvtilfar til at ákæra hann í teimum viðurskiftunum. Avigdor Lieberman [...] Lieberman í sambandi við hansara tíð sum handilsmaður. Hann var millum annað undir illgruna fyri at hava tikið ímóti pengum til sítt politiska virksemi, men hesari skuldsetingini hevur ákæruvaldið slept
í iva um, hvat rætt er at gera. -Vit noyðast at skjóta nakrar kópar fyri at halda stovninum niðri, sigur hann við DR. Tá kópurin bleiv friðaður fyri 35 árum síðani, hildu fólk, at umleið 2.000 kópar vóru [...] 1977 hevur kópurin verið friðaður í Danmark, men nú kæra danskir fiskimenn seg um, at tað er alt ov nógv til av kópi, og at hann etur nógvan fisk ella oyðileggur fisk, sum kemur í gørnini hjá garnabátum. [...] skiparin Jesper Studsgaard Olsen við danska kringvarpið. Sjálvur roynir hann við gørnum, og hann heldur, at eina viku við nógvum fiski missir hann fisk fyri einar 25.000 krónur, tí kópur hevur sett á fisk í
skotsku tíðindatænastuna Scotman. Hann leggur tó afturat, at hóast Skotland er vælkomið at søkja um at sleppa upp í EFTA, so er tað ikki vist, at limalondini har vilja hava nakað land uppí. Londini í EFTA [...] Wilson og Jim Sillars, mælt floksformanninum, Alex Salmond, til at kanna, hvørjar aðrar møguleikar Skotland hevur, um skotar velja loysing og at fara burtur úr ES. Wilson og Sillars eru ávikavist fyrrverandi [...] EFTA eru Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. Hinvegin ivast Tore Gronningsater ikki í, at Skotland kundi havt fleiri fyrimunir av limaskapi í EFTA. Sambært Scotman-tíðindatænastuni hava tveir av teimum