Atli: Nú skal arbeiðast hart, við ella uttan hest

Atli Gregersen hevur nú í nøkrum umførum í samband við tap hjá Víkingi lova, at teir skulu koma uppá hestin aftur, men illa hevur gingið at saðla hestin.

 

Sjálvur heldur Atli, at tað er fult so frægt at saðla ein grís, men óannsæð so lovar hann, at spælararnir hjá Vìkingi fara at arbeiða hart alla ta komandi vikuna, so Víkingur aftur kann koma á sigurskós.

 

Stuttliga og bersøgna prátið við Atla Gregersen frá sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 kann hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini.