Politikarar í Hetlandi, Orkneyoyggjunum og Hebridunum umhugsa at virka fyri heimastýri ella fullum sjálvstýri í næstu framtíð. Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Tankarnir hjá fólkinum í teimum trimum oyggjabólkunum eru ein avleiðing av avgerðini hjá skotum at halda fólkaatkvøðu næsta ár um at loysa Skotland frá Bretlandi.
Sambært Reuters vilja politikararnir hava ræðið á náttúruríkidøminum við oyggjarnar og serliga oljuni. Ein partur av tankanum er, at heimastýrið ella sjálvræðið fer at geva oyggjabólkunum møguleika at áseta sær egnar makrelkvotur, eins og føroyingar og íslendingar hava gjørt.