Skjóta kóp

Útróðrarmenn í Svøríki hava fingið loyvi til at skjóta tilsamans 210 kópar, sum halda seg uppat og órógva iskireiðskap Svenskir útróðrarmenn sleppa nú at skjóta kóp, sum enda í serligum fellum, ið útróðrarmenn seta upp, har fiskireiðskapur teirra stendur.

Orsøkin til, at myndugleikarnir hava givið loyvi til hetta, er, at kópur lærir, hvussu hann kann ?stjala? fisk úr reiðskapinum hjá útróðrarmonnunum.

Hetta ger tað torført hjá svenskum útróðrarmonnum í Eystursjónum at reka vinnuligan útróður.

Samlaða talið av kópum, sum útróðrarmenninir hava fingið loyvi at skjóta, er 210.