Herskip eftir sjórænarum

ST-trygdarráðið samtykti í gjár einmaælt, at øll lond hava rætt til at senda herskip inn um somaliska sjómarkið at verja handilsskip og onnur skip ímóti sjórænarunum, sum gera um seg har. Frakland royndi at fáa eina rúmligari samtykt, so lond kundu brúka herskip ímóti sjórænarum aðrastaðni í heiminum, men tað vildi Indonesia ikki ganga við til. Tí umfatar samtyktin bara somaliskt sjóøki. Undan fundinum í trygdarráðnum hevði somaliski forsetin, Abdullahi Yusuf, boðað ráðnum frá, at land hansara er ikki ført fyri at loysa trupulleikarnar við sjórænarunum.