hugsan Ansu, tá fólk byrjaðu at tosa um afturlatingina var, at hetta mátti vera leysatíðindi. Men tað var tað kortini ikki. - Eg hugsaði beinanvegin, at hetta kundi ikki vera rætt. Eg meini, hann hevur verið [...] Hon starvast til dagliga í Klaksvík, men fegnast tó um møguleikan at kunna fara til handils í heimbygdini, tá okkurt manglar til húsarhaldið. Hesin møguleikin verður nú ikki til staðar. - Eg hugsi serliga [...] serliga um tey eldru fólkini í bygdini, og tey sum keypa alt inn her. - Tað verður verri við ongum handli. Ja, tað verður bedrøviligt hjá teimum, slær Ansa fast. Handilin á Brúgvaskifti hevur havt allar vanligar
Um hálvgum fimmtíðina í morgun hendi eitt ferðsluóhapp í Havn. Vaktleiðirin sigur,at tá løgreglan kom á staðið, fekk hon illgruna um, at førarin var ávirkaður. Tá hann blásti í alkoholmetrið vísti tað [...] ov nógv til at koyra bil. Ikki nóg mikið við tí. Førarin hevði heldur ikki koyrikort. Hann er tí skuldsettur fyri bæði lógarbrotini. Nakað eftir midnátt fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál á Tvøroyri [...] býnum og millum annað tosað fólk til rættis, har ósemja var, sum kundi endað við onkrum verri. Ein persónur, sum hevði drukkið so nógv, at hann ikki kláraði seg, hevur sovið í brummuni hjá løgregluni í nátt
gráblá. Um allir bátarnir søkka ella ikki, tað fáa vit ikki at vita... Sjálvt um seglbátarnir tala um eina farna gamla tíð, so hevur hendan myndin so mikið av kraft, villskapi og veldi í sær, at hon talar [...] tá ið eg síggi hana ? hví tað veit eg ikki ? og eg havi als ikki sæð hana í veruleikanum á Tate í London, men hon er bert endurgivin í eini bók, og kortini talar hon til mín á sama hátt, sum dramatiska náttúran [...] listamanninum dámar trøini og trøini eisini hann, og somuleiðis luftina. Tað er ikki nakar ivi um tað. Eg dugi ikki at siga meira um hesa myndina, men eg merki at hendan myndin livir í mær... og lívið eg eisin
navnakapping var eitt kvøldi í kjallaranum. Onkur helt at tað skuldi eita Herrens mark, men Maggies Café var navnið okkum dámdi best. Í Vikublaðnum, sum kom í hvørt heim mánadagin, kanst tú lesa um, hvussu [...] Virksemi byrjaði í smáum í 2014, tá Terji Rasmussen skipaði fyri 21 konsertum, mest fyri at kanna, um grundarlag var fyri einum slíkum spælistaðið úti í Nólsoy. Upprunaliga hevði Terji Rasmussen heilt aðrar ætlanir [...] kom daman við hugskotinum at gera eitt spælistað ella eina Café. Eg tímdi ikki at vera námsfrøðingur longur, men vildi heldur ikki spæla til dans hvørt vikuskifti fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tí
broytast, so alt lendið verður miðstaðarøki. Fluttur út um býin Húsagarður lá í øldir á Húsabrúgv. Men í tríatiárunum var ovboðið hjá havnarfólki. Tað var ikki hóskiligt, at garður við fjósi og køsti lá miðskeiðis [...] tátíðarmeti, bygt nútímans fjós. Í Gundadali og har um vegir var jørð, sum lá til festið eins og ognarjørð. Gundadalur var tá langt oman fyri Havnarbý. Húsagarður var upprunaliga eitt festi, men í 1674 varð garðurin [...] týdning tann tíð tað var. Talað varð um Havnina og Húsagarð. Bringsnagøta var mark suðureftir og fýra marknasteinar ásettu, hvussu langt garðurin rakk. Summi minnast óivað eina hending um ein marknastein.
Men tíverri tykist ikki, sum um politikarar koma ásamt um at gera nakað munagott við hetta álvarsmál, segði formaðurin í FA. Hon segði, at tað tykist, sum um politikarar bara hugsa um, hvussu alt kann [...] Vinther fegnaðist annars um samanahaldið ímillum fakfeløgini, táið ætlanin var at skarva av fólkapensjónini, av tí at tað manglaði pengar onkra aðrastaðni. Hon fegnaðist eisini um samanhaldið, táið ávísir [...] at vit enda í eini nýggjari kreppum um tað ikki verður stýrt við skili, segði Ingeborg Vinther í ársfrágreiðing síni á aðalfundi í FA, sum er nú um vikuskiftið. Hon sigur annars, at aðalfundurin í ár er
at tað er veruleikafjart, at heimarøktin verður so nógv ment, at hon kann vera um fólk 24 tímar um døgnið heima hjá teimum sjálvum. Hon vísir eisini á, at í okkara grannalondum fóru tey frá at útvega [...] harmast um, at teir upplýsingar, sum eru komnir fram í seinastuni um fíggjarligu støðuna hjá Vágs Kommunu, eru heilt misvísandi. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at veita [...] haldi ikki at tað er ábyrgdarleyst. Annars hevur Vágs Kommuna hevur tikið lán til endamál, sum vit ikki hava fingið so nógva nyttu burturúr higartil, tó at eg vóni at nyttan kemur. Tað hava vit ikki hoyrt
Mánamorgunin var Sosialurin og vitjaði nýgga barnagarðin í Klaksvík. Hóast ikki øll børnini byrja beinanvegin, var húsið longu fult av børnum og lívi. Stovnurin liggur so høgt og frítt fyri, at ljósið [...] fólk í øllum aldri og av báðum kynum, sigur hon stolt. Sunn og trygg børn Áðrenn Hedvig Høgnesen yvirhøvur fór til samrøðu um starvið sum leiðari, hevði hon orðað sær trý aðalmál, sum skuldu vera partur [...] ofta børnini endaðu í fastlastum støðum, tí tey heilt einfalt ikki dugdu at avlesa anlitsbrøgdini hjá hvørjum øðrum. Tey dugdu ikki at síggja, um hini vóru bangin, kedd ella óð. Smiley talvurnar skulu læra
umframt fysioterapeutin og mammu Pál, Thurid Kjærbo. Jón Bjarnason, venjari, var longu blivin barnabundin eftir heimkomuna og var ikki við til móttøkuna. – Vegna Svimjisambandið er tað mær ein stór gleði at [...] mentamálum, Helenu Dam á Neystabø. Hon vísti millum annað á, at føroysk svimjing enn eina ferð hevði sett Føroyar í fokus uttanlands við framúrskarandi úrslitum, og hon segði úrslitini hjá Páli Joensen vera [...] vera eina sensatión, sum fer um allan heim. Somuleiðis ynskti hon bæði svimjarum, venjarin, hjálparfólk og Svimjisambandinum tillukku við avrikinum. – Svimjing krevur viljastyrki og støðufesti, og tit
eisini felags um festið. Herborg bakkar í so máta ikki fyri nøkrum, heldur ikki fyri at fara á fjall. Eisini verður sagt um Per, at hann dugdi so sera væl við teimum ungu, og tá tað var abbasynirnir ella [...] kendu, var einki óført. Skuldi koyrast til okkurt tiltak, sum ofta kemur fyri hjá ungum, so var bert at ringja eftir Per. Hann kom áðrenn hálvtalað var orðið. Per var eitt friðarfólk, og hann var altíð [...] Per var føddur 31. mai 1947. Hann var sonur Monu og Tummas heima í Stovu, sum var eitt bóndahús. Teir vóru tveir brøður. Beiggin eitur Hjørleif. Lívsleiðin hjá Per var, at hann fyrst fór í realskúla og