Mánamorgunin var Sosialurin og vitjaði nýgga barnagarðin í Klaksvík. Hóast ikki øll børnini byrja beinanvegin, var húsið longu fult av børnum og lívi. Stovnurin liggur so høgt og frítt fyri, at ljósið streymar inn, og útsýni er til allar síðu. Tær fýra stovurnar, hava fingið heitini várperlan, summarperlan, heystperlan og vetrarperlan, og leiðarin á nýggja stovninum, Hedvig Høgnesen, greiðir soleiðis frá stovuheitunum:
- Vit umhugsaðu navnið Várperlan til stovnin, tí tað er eitt blómunavn, og stovnurin er ein perla, sum nú sær dagsins ljós, eftir at hava ligið sum hugskot á einum páppíri í nógv ár. Og so eru børnini jú sjálvandi bæði vár og perlur.
Navnið endaði tó við at vera Dagstovnurin Margit, sum leiðarin eisini heldur, er eitt gott navn, tí Margit Joensen, sála, sum sat í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð, tá barnagarðurin varð teknaður, hevur uppiborið at verða heiðra. Men fyri at halda fast í tankan um, at bæði hús og børn er perlur, fingu stovurnar perluheiti.
Perlur eru dýrabærar og skulu handfarast við umhugsni, og sama er galdandi fyri børn, heldur Hedvig Høgnesen. Tí hevur hon sett sær fyri at hava eitt greitt virðisgrundarlag at byggja á og nakrar greiðar meginreglur at ganga eftir í gerandisdegnum.
80 umsøkjarar vóru til tey 16 størvini á stovninum, og tá Hedvig Høgnesen valdi sær fólk hugdi hon bæði eftir útbúgving, eginleikum, persónsmenskum og aldri.
- Eg vildi hava eina góða blanding av fólki á øllum stovunum. Tað nyttar ikki at hava bara høgtflúgvandi ella bara jarðbundin fólk, starvsfólkini á stovninum eru tí ein mynd av tí ymiskleika, sum vit vilja leggja dent á. Her eru bæði stuttlig, umhugsin, uppfinnsom, kreativ og djúphugsin fólk í øllum aldri og av báðum kynum, sigur hon stolt.
Sunn og trygg børn
Áðrenn Hedvig Høgnesen yvirhøvur fór til samrøðu um starvið sum leiðari, hevði hon orðað sær trý aðalmál, sum skuldu vera partur av virðisgrundarlagnum hjá stovninum. Hesi vóru sunn og trygg børn, nøgd starvsfólk og námsfrøðilig umhugsni.
- Tá vit hava ein nýggjan stovn, hava vit møguleika at finna okkara heilt egnu leið. Her er ongin sum sigur, at soleiðis plaga vit at gera. Men samstundis gevur tað tryggleika, at vit seta okkum týðulig mál, heldur Hedvig Høgnesen
Teir seinastu fjúrtan dagarnar hava starvsfólk og leiðari saman útgreina eitt meira ítøkiligt virðisgrundarlag og sett orð á, hvussu hetta skal síggjast aftur í gerandisdegnum.
Hugsjónin at hava sunn og trygg børn er til dømis útgreina í reinføringspolitikki, roykibanni, frukttilboði og rørslupolitikki. Royking er fullkomiliga bannað á stovninum, børnini fáa frukt hvønn dag, og foreldrini hava fingið greið boð um, at børnini skulu hava sunnan og mettandi mat í matpakkanum, og at tað er ikki loyvt at hava góðgæti og kakur við. Hvønn morgun er so eisini ætlanin at hava fimleik á skránni.
Hedvig Høgnesen ynskti eisini, at stovnurin hevði ein greiðan alkoholpolitik. Klaksvíkar Kommuna hevur ikki fyrr havt ein orðaðan alkoholpolitik, men nú eru fyribils reglur gjørdar fyri Barnahúsið Margit, og ætlanin er, at hesar eisini skulu fáa gildið í hinum stovnunum.
Alt skal hava eina meining
Barnahúsi Margit hevur eisini námsfrøðiligt umhugsni sum eitt aðalmál. Hetta skal sambært leiðaranum síggjast aftur í, at børn ikki bara verða passaði, men stuðlað í teirra menning og búning.
- Alt skal hava eina meining. Vit hava ongin sjónvørp, tí børnini skulu ikki bara setast til at hyggja eftir filmum fyri at binda frið. Men vit hava keypt ein uppvarpara og góðar rullugardinur, so onkran dag fara vit at spæla biograf við góðum filmi og poppkorn afturvið, sigur Hedvig Høgnesen.
Hon ætlar heldur ikki, at húsið bara skal fyllast við leikum, men at leikurnar verða keyptar og brúktar, tí tær kunnu vera við til at stimbra barnið. Í túninum stendur eitt stórt krabba akvarium, og skjótt fer eitt stórt kaninbúður at standa við síðuna av, tí djór skulu hava sín leiklut í námsfrøðiligu menningini.
Eitt annað námsfrøðiligt amboð, sum tey fara at brúka í barnahúsinum, eru smiley talvur.
- Tá eg arbeiddi á frítíðarskúla, uppdagaði eg, hvussu ofta børnini endaðu í fastlastum støðum, tí tey heilt einfalt ikki dugdu at avlesa anlitsbrøgdini hjá hvørjum øðrum. Tey dugdu ikki at síggja, um hini vóru bangin, kedd ella óð. Smiley talvurnar skulu læra tey at skilja hvønn annan, greiðir Hedvig Høgnesen frá.
Stovnurin skal eftir ætlan vera páppírsfríur við teldum og interneti á hvørjari stovu. Men skrivstovan hjá leiðaranum hevur enn hvørki skrivaraborð ella teldu.
- Vit eru ikki fullkomin enn, sigur Hedvig Høgnesen smílandi.
- Men eg haldi tað er betur, at vit seta okkum mál um bæði teldur, frukt og fimleik og arbeiða fyri at málini verða nádd í staðin fyri bara at seta okkum niður og bíða eftir tí perfekta, sigur hon at enda.