Onkrastaðni millum hálvthundrað og hundrað fólk vóru komin á farstøðina í Havn seinnapartin í gjár at taka ímóti, tá svimjararnir komu aftur frá væleydnaðari World Cup-ferð. Svimjisambandið hevði lagt móttøkuna á farstøðini, tí meginparturin av ferðalagnum skuldi náa Smyril suður aftaná.
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, bjóðaði vælkomin og presenteraði síðani errin svimjararnar, ein fyri og annan eftir – Monu Simonsen, Sheilu Millum Garðarnar, Paula Øssursson Mohr og Pál Joensen, umframt fysioterapeutin og mammu Pál, Thurid Kjærbo. Jón Bjarnason, venjari, var longu blivin barnabundin eftir heimkomuna og var ikki við til móttøkuna.
– Vegna Svimjisambandið er tað mær ein stór gleði at presentera ítróttarfólk, sum klára seg so væl, segði Jon Hestoy, áðrenn hann gav orðið til landsstýriskvinnuna við mentamálum, Helenu Dam á Neystabø.
Hon vísti millum annað á, at føroysk svimjing enn eina ferð hevði sett Føroyar í fokus uttanlands við framúrskarandi úrslitum, og hon segði úrslitini hjá Páli Joensen vera eina sensatión, sum fer um allan heim. Somuleiðis ynskti hon bæði svimjarum, venjarin, hjálparfólk og Svimjisambandinum tillukku við avrikinum.
– Svimjing krevur viljastyrki og støðufesti, og tit hava í ríkiligt mát víst, at tit eiga allar hesar dygdir. Tit røkja bæði skúla og arbeiði, og kortini hava tit orku til at venja bæði tíðliga og síðla. Vit onnur hava nógv at læra av tykkum, at røkka málum, sum vit seta okkum, segði landsstýriskvinnan.
Eftir røðuna handaði hon blómur, og tað sama gjørdi eitt umboð fyri Norðoya Sparikassa, sum er ein av høvuðsstuðlunum hjá Svimjisambandinum. Síðani takka Jon Hestoy øllum, sum vóru møtt upp, áðrenn hann rópti eitt leingi livi fyri svimjarunum, føroyskari svimjing og teimum fantastisku úrslitunum.
Síðani sluppu fjølmiðlar framat at gera samrøður við fyrst og fremst Pál, men eisini hini, umframt at svimjararnir stillaðu upp til myndatøku. At enda gjørdist klokkan so nógv, at fleiri av teimum, ið skuldu suður við Smyrli, mestsum máttu leypa avstað, men øll náddu suður, har eisini varð skipað fyri móttøkum. Fyrst, tá svimjararnir komu á Krambartanga, og síðani, tá ferðalagið var komið suður til Vágs. Tá var móttøka í Vilt-húsinum, har stundir góvust til, at fólk kundu heilsa upp á Pál og hinar svimjararnar.